fríggjadagur 17. februar 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 - 17. februar 2006
9
ikki, at hann sjálvur kemur
heimaftur, sum støðan er
nú, men vil tó ikki vísa aft
ur, at hann vendir nøsini
aftur hendanvegin, tá pensi
ónsaldurin nærkast.
Jákup sigur seg vitja í
Føroyum einar fýra ferðir
um árið, men konan vitjar tó
oftari. Tey eiga fimm børn,
og onkur teirra hevur eisini
hug at flyta til Føroya.
– Man flytur ongantíð
burtur. Fyrst ert tú bara fyri
bils í feriu, og so gongur
tíðin. Eg búði í fimm ár í
eini lítlari íbúð í Íslandi við
familjuni, men so kemur tú
til eitt punkt, har tú noyðist
at taka eina støðu, heldur
Jákup fyri.
Í fyrstu syftu sigur Jákup
seg sakna avbjóðingarnar
og lívsstílin, um hann
skuldi búð her í Føroyum,
og harafturat sigur hann
tað vera lættari hjá honum
at stýra sínari fyritøku úr
Íslandi enn úr Føroyum.
Við núverandi flogsambandi
úr Føroyum sigur hann tað
nevniliga als ikki bera til
at gera, tað hann ger. Tað
tekur alt ov nógva tíð, um
komast skal úr Føroyum, tí
nógv ferðing skal sjálvandi
til. Í desember og januar
er ikki so nógv ferðing hjá
honum, men øðrvísi sær
út í hinum mánaðunum, tá
hann ferðast eina ferð um
vikuna. Og tá kunnu ferða
málini eins væl vera London
og USA sum onnur støð,
har handilssambond skulu
knýtast.
– Jú , vikurnar kunnu vera
intensar, sigur hann.
Heilsumiðstøðin
gevur hugskot
Hann sigur seg tó altíð
vera heima hjá familjuni í
vikuskiftunum, og tað er helst
ikki av ongum, at hann sær
stórar fyrimunir í at byggja
stóra heilsumiðstøð og stór
ítróttarøki á Stórutjørn, tí
sjálvur er hann hálvanannan
tíma um dagin í eini fitness-
ella heilsumiðstøð. Og tað er
hetta hann sipar til, tá hann
nevnir lívsstílin, tí hann metir
ikki, at hann hevði megnað
tað, hann hevur megnað, uttan
hesa dagligu vitjan.
– Tað er sum at spæla
billiard. Tú kanst standa og
halda alt vera ómøguligt,
men fert tú so og hyggur at
spælinum frá hinari síðuni
av borðinum, so sær verðin
heilt øðrvísi út, sigur Jákup
um hvussu tað kann stimbra
sinnið og geva íblástur at
røra kroppin.
Sjálvur sigur hann seg
arbeiða 8 tímar um dagin,
men at hann arbeiðir tvífalt
so effektivt nú, sum tá
hann arbeiddi 16 tímar um
dagin.
Flottari enn í Íslandi
Umframt at hugsa nógv um
trygdina á Stórutjørn – har
verða næstan eingir vegir
við bilum millum húsini –
so skal familjan sum nevnt
setast í hásæti.
Men Jákup dylir ikki
fyri,
at
íblásturin
er
íslendskur, hóast hann ikki
vil vera við, at hann er einsa
mallur upphavsmaður til
verkætlanina.
Sjálvur kallar hann lítil
látin arkitektin, Selmar
Nielsen, fyri “pápa” hjá
projektinum og Tórshavnar
býráð sum ein stóran part
í samstarvinum um hesa
ætlan. Og tað er ikki hissini
verkætlan, Stóratjørn má
sigast at vera. Jákup sigur
nevniliga, at í øllum Íslandi
finst einki ítróttarøki, ið er
flottari enn tað, sum skal
verða uppi við Stórutjørn.
Jákup og hansara fólk
fingu herfyri ein fyrispurning
úr Litava, um tey vildu vera
við til at gera eitt minni
ítróttarøki har, men tí vóru
tey ikki áhugað í. Eitt slíkt
ítróttarøki hava tey bara hug
at gera í Føroyum, siga tey.
Spurdur, um Stóratjørn
er ein gamal dreymur hjá
Jákupi, sigur hann, at tað
er tað ikki. Eins og hann
segði á tíðindafundinum fyri
einum stórum fjølmentum
føroyskum pressuliði, segði
hann, at í fyrstuni varð hugt
eftir nýggjum møguleikum
á Hálsi í Havn at víðka
virksemið har á staðnum,
men hann er kvikur at rósa
arkitektinum hjá sær fyri,
at verkætlanin nú liggur á
borðinum sum eitt projekt,
ið eitur Stóratjørn, og sum
bæði samgonga og andstøða
í tí annars ofta tvíbýtta Tórs
havnar býrað siga seg taka
fult undir við.
Føroyar kunnu ikki
liva av framleiðslu
Hann heldur tó at ein hug
burðsbroyting er neyðug
í Føroyum, um vit skulu
klára okkum í kappingini
við okkara grannalond.
- Nú mugu vit velja, um vit
vilja vera eitt bygdasamfelag
í Evropa ella ein partur av
umheiminum, sigur Jákup.
Vit hava hagtøl sum vísa
at fráflytingin úr Føroyum
er størri enn tilflytingin í løt
uni, men eins og hann hevur
gjørt áður, eftirlýsir Jákup
á Dul Jacobsen hagtøl fyri
eitt nú búskaparvøkstur í
Føroyum. Hann heldur, at vit
áttu at býtt Føroyar sundur,
so fiskivinna, fíggjarvinna,
ferðavinna
og
síðani
blandaðar tænastuvinnur við
eitt nú tøkni til fiskivinnuna
vórðu skipað í møguligar
eindir ella vinnueindir,
eins og tað er av týdningi,
at lata privata vinnulívið
– møguliga tað útlendska
– verða við í gransking.
– Føroyar fara ongantíð
at framleiða nakað, um so
lønin kemur niður á null,
sigur Jákup avgjørdur, og tí
metir hann tað vera neyðugt
við vinnum, har internet
og annað teldusamskifti
upploysir týdningin av
landafrøðiligari frástøðu.
Ein avleiðing av eini vaks
andi fíggjarvinnu hevur
nevniliga verið í Íslandi,
at ov fá tíma at arbeiða í
fiskivinnuni, og tí er tað
avgerandi, at føroyingar fyri
reika seg og royna at fáa sítt
fólk heimaftur, so nýggjar
vinnur kunnu mennast,
og tey kunnu arbeiða fyri
heimlandið heldur enn
onnur lond.
Enn dugir Jákup á Dul
Jacobsen ikki at siga, um
vit hava sæð tað endaliga
modellið av Stórutjørn, ella
um hann fer at gera aðrar
íløgur í Føroyum.
Spurdur, um hann t.d.
hevur hugsað um aðrar
tættir í einum býarmodelli
enn ráðstevnuhøli og ítrótt
arhentleikar, sigur Jákup,
at eftir hansara tykki hevði
ein privatskúli við enskum
sum sergrein verið eitt gott
hugskot at sett á stovn.
Enn liggur tó ikki meira á
tekniborðinum, men Jákup
kallar seg spontanan, og
sum hann sigur, so hevði tað
heldur ikki verið heilt býtt
eisini at havt bowling og
biograf á Stórutjørn eisini.
Men tað fer tíðin at vísa.
miðstøðini ger allan munin
Jákup saman við dóttrini Jóhonnu
og foreldrunum Ásu og Poul uppi
við Stórutjørn
Jákup á Dul Jacobsen saman við Selmari Nielsen, arkitekti, og Nils Stórá, samstarvsfelaga