fríggjadagur 17. februar 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
DAGSINS MEINING
Steingið Guantanamo
Atfinningarnar móti USA fyri fangaleguna
Guantanamo á Cuba harðna í hvorjum. Ein
bólkur av mannarættindaserfroðingum hevur
skrivað frágreiðing, ið hevur sum niðurstöður,
at USA má steingja leguna, sleppa ollum
fangum leysum ella seta fangarnar fyri
dómstólarnar. Stoðan, sum nú er, er hvorki
logfroðiliga ella etiskt haldgóð. Tað somir seg
snogt sagt íkki einum landi, ið sigst ganga
á odda fyri at verja fólkaræðið at uppihalda
hesi fangalegu, har menn nú hava sitið í fleiri
ár uttan lóg og dóm.
Uttan mun til, um fangarnir hava tikið lut
í hernaðarligum atgerðum móti USA ella
oðrum vesturlondum, so ber hetta ikki til
í longdini. Einki fólkaræði kann uppihalda
eini slíkari skipan uttan at taka skaða. Hetta
at halda krígsfangar innistongdar í åravis er
heilt Óósameinligt við fólkaræðiliga siðvenju
og kann hetta, um einki hendir fáa sera
álvarsamr fylgjur fyri umdomi USA og tess
sameindu. Tað er sera umráðandi fyri eitt
fólkaræði, at fólkaræðiligar meginreglur
verða hildnar í öllum viðurskiftum — at eitt
stórveldi ikki hevur eitt sett av reglum fyri
seg sjálvt og eitt annað sett, ið er galdandi
fyri onnur.
Í stíðnum móti altjóða yvirgangi hava stór-
veldini tikið alt meira ódemokratisk stig.
Hetta hevur reist tann gamla spurningin av
nýggjum: Kann eitt demokratiskt land verja
fólkaræðið við ódemokratiskum háttalogum?
Tað er júst hetta, sum hendir á Guantanamo.
USA, ið sigur seg ganga á odda at verja og
menna fólkaræði, hevur framhaldandi hesa
fangalegu. Sum eitt framhald av hesum
óhepna tiltaki koma nú nýggjar avdúkingar
um ræðuleikar í Abu Graib fangahúsinum
í Bagdad, ið amerikanska hermegin hevur
havt ábyrgdina av. Hesar avdúkingar hava
ikki styrkt álitið á amerikanska fólkaræðið.
USA og leiðslan har eigur nú at fáa ein enda
á hesum óskili, tí hetta er bæði ósomiligt,
ólógligt og skaðiligt fyri fólkaræðið ikki bert
í USA men um allan heim.
Sosialurin
Blaðfólk:
e *
Sosialurin Áki Bertholdsen akiæsasialurin.fo
-
Stovnadur: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
janEsosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikursosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos
Figgjarleiðari: Tóki Højgaard
Snorri Brend snorriæsosialurin.fo
Terji Nielsen terjiðsosialurin.fo
Eydna Skaale eydnaÐsosialurin.fo
Rigmor Dam rigmorðsasialurin.fo
innaðsosialurin.fo
Ítróttur:
Vilmund Jacobsen vilmundæsosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggiðsosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard annaðsasialurin.fo
Liv Hgjsted Horsdal horsdalæsosialurin.fo
Jákup Mørk jakupsosialurin.fo
Terji Nielsen terjiæsosialurin.fo
tokiÆsosialurin.fo
Marknaðardeild: sinna
Jonhard Hammer jonhardÆsasialurin.fo
Durita Simonsen duritafsosialurin.fo
Finnbjarg Nattestad tinnbargæsasiskvin fo
Gudny Langgaard gudnyæsosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvurðsosialurin.fo
Myndamenn: 00
Jens Kristian Vang jenskæsasialurin.fo
Söðialurin
Nr. 35 - 17. februar 2006
VIÐMERKINGAR
ES- ella EFTA-limaskapur — hvaðar gongur leiðin?
ANNFINN
BREKKSTEIN
R
Samgongan hevur sett
Visión 2015 á dags-
skránna, og Føroyar
skulu verða millum
fremstu lond í 2015.
Men áðrenn tað mugu
politikarar taka stöðu
til ES-limaskap, ella
tora at kjakast um tað.
Javnaðarflokkurin
hevur boðað, frá at
EFTA-limaskapur er
tann rætti vegurin,
meðan Fólkaflokkurin
hevur start seg blindan
á Íslandssáttmálan og
vil ikki hoyra talan um
nakað.
Sambandsflokkurin ynskir
at taka samráðingar upp við
ES, fyri harvið at fáa staðfest
fyrimunir og vansar við ES-
limaskapi. Men ikki sær út
til, at politisk undirtoka er
fyri hesum í lotuni.
Tað óskiljandi í hesum er, at
Javnaðarflokkurin ikki tekur
undir við sjónarmiðunum
hjá Sambandsflokkinum, tí
tað er neynliga beint ímóti
tí, sum systirflokkarnir hjá
Javnaðarflokkinum í norð-
urlondum gera. Teir eru
nevniliga forsprákarar fyri
ES-limaskapi.
At Javnaðarflokkurin
ynskir, at Føroyar skulu fáa
EFTA-limaskap, er at flyta
okkum 50 ár aftur í tíðina
og ein óskiljandi útmelding.
Hetta. tí EFTA skjótt kann
gerast ein amputeraður
felagskapur, um Noreg og
Ísland gerast limir í ES.
Hesin spádómur sær eisini
út til at halda, tí íslendskur
toppolitikari hevur um dag-
arnir meldað klárt út, at
hann heldur at Ísland eigur
at gerast limir í ES.
Sambandsflokkurin vil
framvegis arbeiða fyri
betraðum marknaðarviður-
skiftum fyri okkara vinnulív.
Hetta náða vit bert við at
kanna fyrimunir og vansar
við ES-limaskapi, tí ES er
okkara storsti og gagnligasti
marknaður.
Skulu vit rokka teimum
málum, ið sett eru fyri
Vision 2015, mugu vit tora
at taka avgerðir, sum koma
at broyta okkara samfelag.
Harvið er íkki sagt, at tað
verður til tað verra, men eitt
orvísi samfelag kann eisini
merkja eitt betri samfelag
fyri oll, hægri livifótur,
hægri pensiónir o.s.f.
Eg eri púra samdur við
sambandstingsmanninum
Jóhan Dahl, tá hann sigur, at
tíðin er komin, at politikarar
mugu finna eina loysn, har
vit verða limir í ES — ongan-
tid ov skjótt.
Tað er ein sannroynd, at
ES-limaskapur hevur eitt
ótal av möguleikum við sær,
sum kunnu styrkja okkara
oyggjasamfelag. Vit skulu
tora at ganga nýggjar leiðir,
og tora at lata hurðarnar
upp fyri útheiminum, tí tá
verða hurðarnir latnar upp
fyri okkum úti í heimi. Ikki
fyrr enn tá er Visión 2015
veruliga í eygsjón.
Taka vit ikki stødu til ES-
limaskapin, er vandi fyri,
at Foroyar koma at liggja
avbyrgdar úti í Norðurat-
landshavinum og av Visión
2015 kann gerast ein marra
fyri okkum.
Halt uppat við at niðurgera okkum, Kjartan!
Viðmerking til Kjartan Joensen um vegaforingina um Leirvík
POUL ANDRIAS
JOENSEN
Bleiv ikki sort skakkur at
hoyra Kjartan Joensen í
útvarpinum í morgun, har
hann av tingsins roðarapalli,
kallar ynski hjá uml. 90% av
leirvíkingum fyri ein luksus-
trupulleika.
Leirvíkingar hava ong-
an luksustrupulleika, men
bert eitt sakligt krav um, at
vegaforingin frá Norðoya-
tunlinum ikki verður logd
igjøgnum okkara besta
byggilendi.
Fáa Vinnumálaráðið og
Landsverk sín vilja, leggja
teir ein landsveg igjøgnum
okkara besta byggilendi, og
vit missa eini 120 grund-
stykkir, sum svarar til um-
leið 20% av eftirverandi
byggilendinum, umframt at
bygdin verður deild í tvey
— hetta koma vit ongantíð at
góðtaka!!
At Kjartan Joensen ikki er
samdur við fjöldini í Leirvík,
hevur hann sín fulla rætt
til, men vælsignaði maður
halt uppat við at niðurgera
okkum.
Altíð tað nýggjasta
www. sosialurin.fo
Avti at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
— meira enn vit fáa í blaðið — hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjart nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir allum
innsendum greinum — annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent aðrum blaðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
— greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sóló sn
Nólsoyar Pálsgata 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvikæsosialurin.fo
a
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: akiÆsosialurin.fo
e-post: dagfinnGsosialurin.fo
11! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppsetinglprent: ——
Uppseting: Faroyaprent
Prent: Prentmiðstaðin
Sp/f Sosialurin
Awgreiðsa 000.
Mán.-fri. 8-16
Tórsgata 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadesa ———————
Postboks 76, 110 Tórshavn
postÆsosialurin.fo
lysingEsosialurin.fo
lysingartorgEsosialurin.fo
varpsosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Mánadagsblaðið Mán.kl.10 Fri. kl.15 Fri. kl.12 í. kl.12
Týsdagsblaðið — Týs. kl.10 Mán.kl.15 —Mán.kl.12 — Mån. kl. 12
Mikudagsblaðið Mik.kl.10 Týs. kl.15 Týs. kl.12 Týs. kl.12
Hósdagsblaðið Hós.kl.10 Mik. kl. 15 Mik. kl.12 Mik. kl.12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl.10 — Hós. kl.15 Hós. kl.12 Hås. kl.12
Storri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stodd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.