fríggjadagur 17. februar 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 235 - 7. desember 2005
11
– Tað er einastand-
andi at hoyra, hvussu
væl hevur gingist hjá
Jákup á Dul Jacobsen
í Íslandi, og at hann
nú kemur til Føroya
at gera íløgur. Eitt
slíkt tiltak sum
hetta kann vera við
til at eggja øðrum
til at gera íløgur og
nýggjar verkætlanir í
Føroyum.
Byggiætlan
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Hetta er í allar mátar ein sera
positivur útviklingur sigur
Høgni Hoydal, formaður í
Tjóðveldisflokkinum, nú
størsta byggiætlan í Føroya
søgu er løgd alment fram.
Hann sigur seg ikki
kenna
verkætlanina
í
smálutum men tað, sum er
komið fram higartil boðar
frá góðum og vísir til eitt
nú nýtt hotell, innandura
fótbóltsvøll ol., sum eru
ómetaliga týdningarmikil
fyri ferðavinnuna og nógv
annað.
Formaður Tjóðveldis-
floksins sigur, at vit hava
sæð nógvar nýggjar handlar
og íløgur í Føroyum seinastu
árini, men tað hevur í stóran
mun verið nakað, sum longu
hevur verið frammanundan.
-Her hendir nakað nýtt og
tað haldi eg er eitt ómetaliga
gott signal at fara út við og
sum vísir, hvat vit føroyingar
vilja gera og kunnu klára
í Føroyum. Eg vil tí bjóða
Jákupi á Dul Jacobsen
vælkomnum til Føroya við
síni ætlan.
– Hann er kanska
fyrsti altjóðagjørdi
føroyingurin, sum
fram um nakran
annan hevur prógvað,
at heimurin ikki
er markaður upp,
men hann er opin,
og at man hevur
frítt at virka í flest
øllum londum.
Jákup prógvar, at
føroyingar kunnu
eisini vera partur av
altjóðagerðini sigur
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður um
byggiætlanina hjá
Jákup á Dul Jacobsen
Byggiætlan
Jan Mùller
jan@sosialurin.fo
Løgmaður hevur frætt um
ætlanina í fjølmiðlunum og
heldur hann hana vera sera
áhugaverda og sigur:
– Fyrst og fremst vil eg
sum løgmaður nýta høvi
til at bjóða Jákupi á Dul
Jacobsen og hansara ætlanum
hjartaliga vælkomnum til
landið. Jákup hevur víst
í verki, at hann veruliga
setir handling aftanfyri
orðini, og man kann siga, at
hann er tann fyrsti veruliga
altjóðagjørdi føroyingurin.
Hann hevur fram um nakran
annan prógvað, at heimurin
ikki er markaður upp, men
hann er opin, og at man hevur
frítt at virka í flest øllum
londum. Føroyingar hava
eisini henda møguleikan. Vit
hava fokuserað so øgiliga
nógv uppá møguleikar hjá
øðrum. Vit tosa altíð um, at
íslendingar kunnu hetta og
hatta og danir somuleiðis.
Tað, sum Jákup prógvar, er,
at føroyingar kunnu eisini
vera partur av altjóðagerðini.
Møguleikarnir
liggja
eisini opnir fyri okkum
sigur Jóannes Eidesgaard,
løgmaður, nú Jákup á Dul
Jacobsen hevur bjóðað
sær at standa fyri størsti
byggiætlan í Føroya søgu.
Løgmaður vísir á, at
henda ætlan er fult í
tráð við visiónsætlanina
hjá landsstýrinum, sum
hevur
nettupp
hevur
altjóðagerðina sum ein
týðandi grundarstein.
– Ja hetta at vit mugu ikki
síggja nokk í okkum sjálvum.
Vit noyðast at hyggja út um
bøgarðararnar. Vit mugu út
og royna kreftir av við teir
stóru. Og sjálvandi klára vit
ta kappingina.
Løgmaður sigur víðari, at
fyri Havnina hevur tað sera
stóran týdning, at hann vil
marknaðarføra Havnina sum
ein lítlan norðuratlantiskan
metropol, og har hann sigur:
hví ikki Havnina eins væl
og Reykjavík ella London.
Tað haldi eg er eitt ótrúliga
áhugavert perspektiv.
Og løgmaður heldur
fram:
– Hetta er øgiliga stórt í
føroyskum mátistokki, men
eg trúgvi, at ein maður sum
Jákup veit júst, hvat skal til
fyri at kunna byggja eitt slíkt
kraftsentur upp. Hann veit,
hvørjir facilitetir krevjast.
Tað hevur nakað við ferð
at gera. Hetta at fólk, sum
arbeiða í hesi vinnu, arbeiða
skjótt. Tað er øgilig ferð á
teirra arbeiði og tí skulu
tey ikki brúka ov nógva tíð
at renna til handils ella á
fitnesssentur. Tað skal vera
við hondina. Tí er tað ein
týðandi partur av hansara
konsepti skilji eg.
Jóannes
Eidesgaard
sigur tí, at Jákup skal vera
hjartaliga vælkomin aftur til
Føroya og leggur aftrat:
– Tað er spennandi at
síggja, at hann, sum í fyrstani
fór trilvandi her frá nú kemur
heim aftur við øllum sínum
royndum og møguleikum og
roynir nakað av her. Hann
hevði kunnað gjørt okkurt
annað aðrastaðni um hann
ynskti tað.
Er tú ikki bangin fyri, at
miðsavnanin við hesum
verður enn størri?
– Tað verður hon, men
spurningurin er, um hon ikki
verður tað kortini, við ella
uttan Jákup. Vit byggja jú
landið út í løtuni við at binda
alt saman. Tú kanst ímynda
tær, at tú skal arbeiða minni,
kanska einar seks tímar
um dagin og hevur so 18
tímar frí. Eg trúgvi, at vit
eisini koma at varðveita
bústaðarmynstrið. Fólk fara
kanska at búgva í Skálavík
ella á Viðareiði og arbeiða í
Havn osfr.
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður: -Vit mugu ikki
síggja nokk í okkum sjálvum.
Vit noyðast at hyggja út um
bøgarðararnar. Vit mugu út
og royna kreftir av við teir
stóru. Og sjálvandi klára vit
ta kappingina.
Nýggja Stóratjørnætlanin
Løgmaður bjóðar Jákupi
vælkomnum heimaftur
Jákup á Dul Jacobsen tikið stig til byggiætlan fyri 1,5 mia. kr.
Høgni Hoydal fegnast um tiltakið hjá Jákupi á Dul Jacobsen
Høgni Hoydal um
Stórutjørnverkætlan:
– Kann eggja øðrum at gera
íløgur her