fríggjadagur 17. februar 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 - 17. februar 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Jallgrím Poulsen, Sand
vík, andaðist mikudagin
15. februar, 73 ára gamal.
Kistan fer úr kapellinum
á Suðuroyar Sjúkrahúsi
sunnudagin kl. 17. Jarðar
ferðin verður mánadagin
kl. 13 úr Sandvíkar kirkju.
Sungið verður úr sálma
bókini.
Eileen Thomsen, Lopra,
fer til gravar úr Vágs
kirkju í kirkjugarðin á Leiti
leygardagin kl. 13.30.
Heri Hartmann Niclasen,
Tvøroyri, andaðist á Suð
uroyar Sjúkrahúsi miku
dagin 15. februar, 60 ára
gamal. Farið verður úr
kapellinum leygardagin kl.
17.00 í Tvøroyrar Kirkju.
Jarðarferðin verður úr Tvør
oyra Kirkju sunnudagin kl.
13.30. Tey, ið vilja minn
ast Hera, kunnu lata eina
peningagávu; konta í Før
oya Banka.
Jarmund Joensen, Klaks
vík, ættaður av Hvítanesi,
andaðist mikudagin í Keyp
mannahavn. Jarðarferðin
verður lýst seinni.
Betrea Jacobsen, Miðvág
ur, fer til gravar úr Miðvágs
kirkju leygardagin kl. 14.
Tey, sum vilja minnast
Betreu, kunnu lata Føroya
Felag móti Krabbameini
eina peningagávu.
Andlát og jarðarferðir
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara
Hans M. Reinert
ættaður úr Syðradali, búsitandi í Hoyvík
andaðist í heiminum mikudagin 15. februar,
62 ára gamal.
Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum
leygardagin kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
sunnudagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Myrna
Tey, ið ynskja at minnast Hans kunnu lata eina gávu á konto í
Føroya Sparikassa nr. 149.410.6.
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæra mamma,
vermamma, omma, langomma og olduromma okkara
Sanna Herdalur
í Hovi
fødd Hovgaard, andaðist mikudagin 15. februar á
Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi, 95 ára gomul.
Kistan fer úr kapellinum á Suðoryar Sjúrkahúsi
til Smyril leygardagin kl. 16.00.
Jarðarferðin verður mánadagin kl. 13.00 úr
Kirkjugarðskapellinum í Havn.
Fyri tey avvarðandi
Jonhard, Karin og Sólbjørg
Tey, ið vilja minnast Sonnu við blómum ella kransi, kunnu lata
Suðoryar Ellis- og Røktarheimi eina gávu, konta í Føroya Sparikassa.
Fríggjadagin 10.
februar var mót
tøka í nýggja røktar
heiminum hjá
Sunda kommunu
í Streymnesi. Eitt
snotiligt røktarheim
til 32 búfólk
Móttøka
Myndir Jens Kristian Vang
Umleið 500 fólk vóru til
móttøkuna í snotuliga bygn
inginum, ið hevur fingið navn
ið Røktarheimið á Mørkini.
Røður vóru hildnar av t.d.
Jógvan Mørkøre í Hósvík,
formanni í bygginevndini,
Heðin Zachariasen, borg
arstjóra í Sunda kommunu,
Albert Isfeld arkitekti,
Tordur Niclasen, bygdaráðs
formanni á Eiði, og Mary
í Garði, sum stendur fyri
heimarøktini og serforsorg
ini. Millum politikararnar
sum hildu røðu vóru Annfinn
Kallsberg, Jørgen Niclasen
og Páll á Reynatúgvu.
Tað eru arkitektarnir
Albert Isfeld og Gudmund
Hansen, sum hava teknað
røktarheimið, ið er 2.440
fermetrar til støddar. Pláss
er fyri 32 búfólkum í fýra
eindum á 8 fólk. Bygningur
in er í einari hædd.
Umframt at hvør eind hev
ur sín egna køk, er eisini ein
felagskøkur, har møguleiki
er til at gera døgurðar til
heimabúgvandi eldri fólk.
Rúm er eisini til ergo- og
fysioterapi.
Arkitektarnir hava lagt
serligan dent á, at bygn
ingurin skal falla væl inn í
landslagið, og at alt er gjørt
liðugt uttanfyri.
Ráðgevarar hava verið
sjúkrarøktarfrøðingarnir Idu
Sørensen og Sonja Klein. Í
sambandið við køkin hevur
Petra Jespersen, økonoma á
Lágargarði verið ráðgevi.
Byggiservice/Articon
hava staðið fyri byggingini.
Arbeiðið hevur gingið væl
og bygningurin varð liðugur
áðrenn ta ásettu tíðina. Saml
aði kostnaðurin er mettur
til 35,5 mió. krónur uttan
mvg.
Annika Vágsheyg í Klaks
vík er sett sum leiðari á heim
inum. Hon byrjar 1. mars,
og fyrstu búfólkini flyta inn
1. apríl.
Røktarheimið á Mørkini, Streymnes:
Snotiligt røktarheim
til 32 búfólk
Sonja Klein (v.m.), økisleiðari í heimarøktini, og Annika
Vágsheyg, leiðari á Røktarheiminum á Mørkini
Pláss er fyri 32 búfólkum á Røktarheiminum
Heðin Zachariassen (h.m.) er borgarstjóri í Sunda kommunu