Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 35 - 17. februar 2006 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Heri Niclasen 17. jan. 1946 – 15. febr. 2006 in memoriam Tung reka skýggj um Oyrnafjall, um veturin er varin, tó kalt kenst lot um tún og stall, nú Heri, hann er farin. Hann vinur okkar alra var, sum innan ferðavinnu eitt klípi løgdu í tann garð, har hond hans flutti finnu. Hann hollur oss í verki var, tá vit á gátt hans komu, og kønur hann oss loysnir bar, so rætt vit verk várt nomu. Vit kenna sakn nú sóttin svár hann burtur frá oss førdi, og fella syrgin sorgartár, nú deyðin við oss rørdi. For okkum stendur eftir tó, ein virðiligur varði, við vælaveg, har Heri stóð í sínum góða garði. Vit takka tær for ferðalag, tú saman við oss gjørdi, at menna verk hvønn virknan dag, tú mál várt framá førdi. Nú farin um ta evstu sýn til farna fedra lið, vit minnast takksom tó til tín og ynskja tær Guds frið. --- Til Jensu, børn og barnabørn við samkenslu vit leita, og biðja um, at Harrin vørn í sorg vil tykkum veita. Kunningarstovurnar Mikudagin 15. februar andaðist stjóri okkara, Heri Niclasen, ein knappan mánað eftir, at hann fylti 60 ár. Heri verður borin til gravar á Tvøroyri sunnudagin. Heri Niclasen varð borin í heim á Tvøroyri tann 17. januar 1946. Vaks upp og varð tvøramaður burturav, hóast han eisini búði og arbeiddi aðrastaðni. Eisini uttanlands. Men tá møguleiki var fyri tí, vitjaði Heri suðuraftur, og sínar seinastu dagar untist honum eisini at vera á Tvøroyri. Heri var ein av teimum, sum veru­liga livdi upp til orðini í Tvør­ oyrarsanginum hjá Poul F. Joensen, at ...“ Urtin trívist best, har rótin rann.” Og nú Heri verður borin út, verður sannað, at...“Hitt síðsta hvíldarstað er best á jørð, millum blómur við Tvøroyrarfjørð.” Komin til mans lærdi Heri til fjar­ ritara, og arbeiddi millum annað eitt áramál í Grønlandi. Men hann vildi sleppa heimaftur, og tað kom hann eisini. Fyri góðum 20 árum síðan kom hann av álvara inn í ferðavinuna, tá hann í 1984 gjørdist marknaðarleið­ ari hjá Smyril Line. Eitt starv hann røkti fram til 1996. Í 1997 tók hann við sum sølustjóri hjá Atlantic Air­ ways, har hann var, til hann í 2000 tók við sum stjóri á Ferðaráð Føroya. Hesum starvi sat hann í, nú hann andaðist. Eisini í millumlanda samstarvi inn­an ferðavinnuna er Heri kendur av mongum. Serliga vóru tað VestNorden Tra­ vel Mart stevnurnar, hann gekk høgt uppí. Hann var eitt skifti formaður í Út­norður ferðavinusamstarvinum, VestNorden Tourist Board. Heri var giftur Jensu, og eiga tey tvey vaksin børn og tvey ommu- og abbabørn. Við tykkum hava vit djúpastu samkenslu. Friður verið við minninum um Hera Niclasen. Ferðaráð Føroya Heri Niclasen stjóri á Ferðaráð Føroya, deyður Eftir stutta sjúkralegu and­ aðist Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya, mikudagin 15. februar, á Suðuroyar Sjúkrahúsi, 60 ára gamal. Heri var best kendur fyri sítt stóra og slóðbrótandi arbeiði fyri føroyska ferða­ vinnu. Hann byrjaði hjá Smyril Line og síðan gekk leiðin til Atlantic Air­ways fyri síðan at enda í stjóra­ sessinum á Ferðaráð Før­ oya. Sum ungur telegrafistur starvaðist Heri í Grønlandi, eitt nú í Qeqertassuaq ella Godhavn heilt har norðuri í Diskovíkini. Hann starvaðist eisini hjá Lyngby Radio. Heri Niclasen var ein dugna­ligur og visionerur ferða­vinnumaður. Undir hansara leiðslu hevur Ferða­ ráðið ment seg og funnið sítt pláss í samfelagnum. Hann hevði í hesum sambandi fleiri álitistørv, og var hann eitt nú limur í nevndini fyri Fitur. Heri var ein vældámdur og góður starvsfelagi og uttan mun til hvat starv talan var um, so var virksemi hansara eyðkent av samstarvsanda, góðum hugskotum, hugflogi, nýhugsan og áræði. Heri Niclasen deyður Lesið - so eru tit við