Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 – 17. februar 2006 15 Stjórnar­skipanar­nevnd­ in arbeiðir við álitinum, sum løgmaður á nýggjárinum segði verður liðugt í hesum árinum. Nevndin hevur fyri stuttum latið Fyrra Flaggdagsálitið prentað uppaftur, og tað er tókt hjá nevndini. Meinhard Jensen hevur lisið álitið, og her greiðir hann frá, hvat hann hevur fingið burturúr TINGHELLUKRONIKK Tað var rørandi at lesa Fyrra Flaggdagsálit, sum er fyribils uppskot til føroyska grundlóg. Tað gav eina fatan av grundlóg sum grundarlag, sum fyrr hevur verið púra fremmand. Danska grundlógin hevur altíð verið donsk, og tað er ikki tað sama at hoyra orðini “Vit, fólkið í Føroyum” sum inngang til eina møguliga føroyska grundlóg. Tá ið eg einaferð breyt armin fimta juni, suðuri í suður Jútlandi, minnist eg kensluna av, at tað var ein danskur grundlógardagur. Her er ein lítil roynd at seta eitt sindur av perspektivi í. Tað er í sjálvum sær gott, at allir føroyingar siga sína hugsan um hetta. Grundlógarfatanin hjá mong­um í Føroyum er minst líka amerikonsk sum føroysk og donsk, rokni eg við, tí so stórur partur av amerikanskari list fyriheldur seg beinleiðis til orðingar í grundlógini. Politisk rák hjá okkum kunnu eisini lutvíst rekjast aftur til stríð, sum krøkir seg í orðingar í amerikonsku grundlógini. Amerika er ein tanki, áðrenn tað er eitt land. Tankin er m.a. ein grundlóg, sum hevur havt barst fyri sítt fólk. Amerikumenn eru tilvitaðir um grundlógina sum grundleggjandi skjal fyri tjóðina. Tá Homer Simpson sigur við konuna, at tey mugu hava vápn í húsinum, tí eingin veit nær kongurin í Onglandi bankar á dyrnar, vita flestu amerikanarar, hvat hann sipar til. Medvit sum hetta, sum legst út í krókarnar, hava vit ikki. Vit hava onga grundlóg í okkara egna navni, og forfedrar okkara uppfunnu ikki idéalini, sum vit ætla at byggja land okkara á. Tey idéalini eru heldur ikki amerikonsk burturav, men lutvíst. Og harafturat hava amerikanarar havt orðingar í grundlógini, sum mannarættindafólk har yviri hava kunnað appellerað til. Serliga tankin um, at øll eru líka, og at øll hava rættin til lív. At fáa líknandi orð at renna úr føroyskum penni er serligt. Ein góð grundlóg man vera soleiðis, at tú hugsar ikki so nógv um hana, er hon sum fólkið er, og tú livir tað, sum kallast “eitt friðarligt lív” í landinum. Men gott fólkaræði man eisini vera treytað av, at fólkið hevur orsøk at hugsa um grundlógina. Nú hava vit havt fram­ søgufrælsi á skránni í Føroyum, fyrst, og so í allari verðini. Tað er í heilum, at onkur rennir seg í hugsað mørk fyri talufrælsi. Tað er loyvt men sambært summum skeivt at siga sumt, osfr. “Eg meldi tykkum,” rópti ein kona eftir okkum, tá vit vóru smádrongir. Hon hekk út av køksvindeyganum. Og tað hevði hon góðan rætt til, men bara fútin kann ákæra, sambært grundlógini. Rættindini eru mong. Summi sera gomul, men onnur nýggj. Summi meira evropeisk, onnur meira amerikonsk í dámi. Grundlógin setur ikki mørk­ ini fyri talufrælsi, har sum hon orðar talufrælsið sjálvt (framløgufrælsi). “Ein og hvør eigur rætt at hava og seta fram hugsan, áskoðan og sjónarmið á ein og hvønn hátt” (grein 19.1). Tá ein sigur okkurt, og ein annar meldar, og fútin antin reisir ákæru ella letur vera, finna vit mørkini, helst tí at frælsi renna saman. Vit hava alment sjónvarp, sum virkar sambært meginregluni um almenna tænastu, public service. Einaferð var eg ónøgdur, tí eg helt eina sending í SvF manipulera sannleiksfatanina hjá hyggjaranum, og eg ákærdi í einum blaði SvF fyri at lýsa við, at sendingin var góð, har sum hon var vánalig. Ein óður føroyingur svaraði mær. Hann rak fram undir, at eg var heilavaskaður, prædikumaður og sekur í at føroyingar hava frí halgidagar, og hann heitti á føroyingar um at fara í hernað móti kristindóminum í Føroyum. Grundlógaruppskotið sigur, at øll “eiga rætt at vera við í og taka ímóti samskifti og upplýsing” (grein 19.2). “At vera við í” kann tulkast sum “at taka lut í og finnast at, tá fjølmiðlarnir ikki gera sína skyldu.” Skyldan hjá sjónvarpinum er í slekt við frælsið í grein 19.3: “Fjøl­ miðlarnir eiga serligan rætt at kanna, lýsa og bera fram.” Eg fanst í hesum føri at einum stovni, sum er eitt slag av forleinging av grundlógini. Mótstøðumaðurin, sum svar­aði mær aftur, var ímóti tí kristindóminum, sum sendingin eisini var ímóti. Hjá sendingini var trupulleikin gud­frøði­ligur, meðan trupulleikin hjá manninum var samfelagsligur. Tað grund­ lógarliga áhugaverda er, at kristindómurin hevur sersømdir í grundlógaruppskotinum. Men tað hevur hann við eini serligari grundgeving: “Fólkakirkjan eigur lut eftir gomlum siði” og í viðmerkingini til somu grein (§17): “Tað ber til at hava kristnar halgidagar, kristnan morgunsang í almennu skúlunum, morgunlestur í almenna útvarpinum, uttan at tað er at meta at stríða ímóti trúarfrælsinum.” Mítt ynski var, at sjónvarpið skuldi vera erligt og ikki lýsa við manipulasjón sum nakað gott. Tann, sum svaraði, helt tað ikki vera gott, at kristindómurin hevur sersømdir í Føroyum. Hann legði eisini meg undir at vera samsekur í, at føroyingar halda frí halgidagar. Eg og mótstøðumaðurin høvdu báðir rætt at siga okkara hugsan, og sjónvarpið hevði sín rætt, og kristindómurin hevur sín rætt. Mótstøðumaðurin gjørdi seg inn á meg, men eg helt meg hava rætt at víðkað grundlógartryggjaða framsøgufrælsið við at lata fólk taka friðin frá mær. Ein grundlóg blandar seg ikki uppí, men hon setur ting í perspektiv. Eitt annað dømi, sum fer hinvegin, var, tá fakfelagið hjá okkum skrivaði yvirlýsing herfyri. Grundlógin sigur, at “Øll hava rætt at taka seg saman í feløg og fylkingar til eitt og hvørt endamál” (§20.1). Rætturin ikki at vera í fakfelagi man eisini vera tryggjaður, men realiserast undir trýsti. Eitt fakfelag hevur talufrælsi, men eg helt meg hava rætt at tala tí ímóti, tá tað tosaði um viðurskifti, sum onki hava við fakið og felagið at gera. Tá setur einstaklingurin mark fyri frælsinum. Bað fakfelagið meg tiga, setti felagið síni mørk. Grundlógini ger tað tað sama, hvussu landið liggur. Einum felagi nýtist ikki at góðtaka tað, sum grundlógin góðtekur, og alíkavæl kunnu allir partar hyggja hvør annan í eyguni. Men so noyðast vit at vera búgvin ella sterk, tí annars fer onkur at gráta. Tað verður nógv tosað um, hvat er og skal vera mannarættur. Nú eru tað samkynd, og skjótt verður tað kanska fleirgifta. Tað verður appellerað til gudgivnan, náttúrugivnan og søguligan rætt, osfr. Sumt kemur í, tí at samfelagið fær ein skelk. Grundlógin hevur ikki altíð somu argument sum vit. Hjúnabandið millum mann og konu hevur serstøðu. Men grundlógaruppskotið sigur bara, at “Trivnaður familjunnar er fyritreyt fyri støðugari sosialari menning.” Tað er ein viðurkenning av, at menniskjan er sosial vera, rokni eg við, og at familjan er besti karmur um tilveruna, skal sosial vón vera fyri okkum. Grundlógaruppskotið sigur eisini, at “landið hevur umsorgan fyri trivnaði familjunnar”, og børn verða nevnd. Familjan kallast “grundeind í samfelagnum.” Sosial rættindi, fáa vit at vita, eru yngri enn politisk rættindi. Búrættindi “samsvara aldagamlari føroyskari fatan og siðvenju.” Familjan er gomul. Tí hevur hon serstøðu. Sum kirkjan, bara eldri (um Føroyar hava verið heidnar). Í framtíðini verða nýggjar familjufatanir bornar út á torgið, og tá fáa vit at síggja, hvussu eginfatan okkara tolir at hyggja í grundlógarspegilin, tí sum nú er, byggir hann á neyvar grundgevingar, sum heilt vist hava sínar løgfrøðisøguligu orsakir. Til dømis: fatanin, sum argumenterar fyri, at vit skulu hava eina fólkakirkju, sipar ikki til trúnna ella kirkjuna, men til siðirnar her á landi. Argumentið fyri hjúnaband millum samkynd ella fleiri enn tvey kann jú ikki líkjast tí, men fer at appellera til onnur viðurskifti. Men tað er ikki vist, at tað er ein grundlógarspurningur. Men tað er ein spurningur um rætt, sum ikki øll hava. Og tað er eitt dømi um, at sumt hevur størri virði fyri fólkið í einum landið, og sum frá líður fer tað at síggjast aftur í nýggjum orðingum og broyttari fatan av gomlum orðingum. Sum gløggi lesarin hevur sæð, so er hesin skriftmaðurin ólærdur í lógarsmíði. Men eingin er amatørborgari, og sum borgarar kunnu øll hava meiningar ella varhuga, sum ikki er fataður til fulnar. Millum annað tí er tað stuttligt at brúka seg. Hetta skal ikki lesast sum ein meining, men heldur sum ein trilvandi roynd at fata nøkur týðandi orð. Tankar um føroyska grundlóg Studentaskúlalærari Meinhard Jensen Jóan Pauli Joensen, formaður í Stjórnarskipanarnevndini Kári á Rógvi, næstformaður í Stjórnarskipanarnevndini