fríggjadagur 17. februar 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 35 - 17. februar 2006
– Kristel & Jens
Lisberg í Mentanar
húsinum í Fuglafirði
Ummæli
Myndir: Jens Kristian Vang
Stemningurin var sum til
sjónleikafrumframførslu í
útheiminum, og luftin var
tjúkk av jaligum væntanum
í Mentanarhúsinum í Fugla
firði leygarkvøldið, nú lýst
var til gallakonsert við
Kristel og Jens Lisberg.
Útselt var til konsertina, og
við konsertbyrjan var húsið
longu stúgvandi fult.
Tað var týðiligt og skilligt,
at fólk vóru komin frá nær
og fjar og høvdu fyrireikað
seg við at lata seg í betri
klæði, enn til gerandis. Har
vóru bæði ung og gomul.
Tey miðaldrandi vóru
kanska í meiriluta, men
tey kenna eisini dygdirnar
og tilfarið (repertoire) hjá
landskenda sangaranum.
Tað er møguliga heldur ikki
so ofta, at tey hava høvi at
lurta eftir meira klassiskum,
traditionellum og populerum
tónleiki “live” á høgum
støði. Tað setti kanska eisini
sín serliga dám á kvøldið, at
løgmannshjúnini og menta
málaráðharrin vóru millum
áhoyrararnar í Mentanarhús
inum.
Trubadurur
Konsertin byrjaði við einum
trubadurparti. Jens Lisberg
trein inn á ein tóman pall og
setti seg straks í samband við
áhoyrararnar. Hann segði
frá tí, ið vit kundu vænta
okkum hetta kvøldið og
presenteraði tey fyri einum
gestatónleikara til henda
fyrsta partin. Gesturin til
konsertina var Bergur Godt
fred, ið hjálpti Jens við
at syngja og spæla gittar.
Røddir og gittarar ljóðaðu
væl saman, tá ið teir sungu
fýra kendar sangir, ið vístu,
at Jens megnar at rúnarbinda
áhoyrararnar við hesari genr
uni eisini. Tað gjørdi tað ikki
verri, at hann kryddaði við
onkrari stuttligari søgu.
Tað eru ikki nógvir sangar
ar, ið spenna so víða sum
Jens, og megna at blása lív
í so nógvar ymiskar genrur.
Her var ein síða av Jens,
ið vit fyrstu ferð hoyrdu í
Miðlahúsinum í samband við
endurútgávuna og dupultu
uppsamlingsfløguna, ið kom
beint fyri jól. At sita nærum
einsamallur á einum palli við
Fýrverk
stjørnus
UTTAN ÚR HEIMI
Avstralskir gransk
arar halda seg vera
komnar væl ávegis
við einum heilivági
ímóti fuglakrími
Fuglakrím
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Granskararnir gjørdu tær
fyrstu royndirnar við fólki
í oktober í fjør, og úrslitini
vóru so góð, at teir ætla
nú er gera royndir við 800
fólkum, teirra millum fleiri
børnum og eldri fólki,
skrivar AP.
Terry Nolan, professari
á lærda háskúlanum í Mel
bourne, sigur, at tann nýggi
heilivágurin fer ikki at verja
fólk ímóti H5N1, um virusið
broytist, so tað eisini fer at
smitta ímillum fólk.
– Heilivágurin er ætlaður
tí fuglakríminum, sum vit
kenna í dag. Fer sjúkan at
smitta ímillum fólk, er støð
an ein heilt onnur, og so má
heilivágurin broytast, sigur
hann við AP.
Heilsumyndugleikarnir
í fleiri londum og heims
heilsustovnurin WHO bera
ótta fyri, at fuglakrím fer
at smitta ímillum fólk eins
og vanligt krím. Hendir tað,
fáa vit eina heilsumfatandi
farsótt, sum kann krevja
fleiri milliónir mannalív.
Tey seinastu trý árini
hevur fuglakrím kravt 91
mannalív.
Undir einari roynd
brotnaði annar
vongurin av heimsins
størsta ferðamanna
flogfari
Flogfar
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Óhappið hendi, tá menn
vóru í ferð við at royna flog
farið inni á verksmiðjuni í
Tolouse, skrivar AFP.
Talskvinnan hjá Airbus-
verjsmiðjuni,
Barbara
Kracht, sigur, at vongurin
brotnaði ímillum tveir motor
ar, men tá var hann settur
undir fleiri ferðir størri trýst
enn vanligt. Óhappið fer tó
ikki at darva framleiðsluni,
og tey fyrstu flogførini verða
latin keyparunum til avtalaða
tíð, sigur talskvinnan.
Airbus 380 er størsta ferða
mannaflogfar í heiminum.
Tað hevur pláss fyri 550
ferðafólkum.
Kvinnan gramdi seg
um høvuðpínu og
um sviða í øðrum
eyganum. Orsøkin
vísti seg at vera ein
langur maðkur
Óboðin gestur
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tann 37 ára gamla kvinnan
gjørdi av at fara til eyga
læknan fyri at vita, hví
hon hevði so ringan sviða
í øðrum eyganum, og um
høvuðpínan kundi hava
samband við sviðan.
Eygnalæknin gjørdi av,
at kvinnan skuldi undir
skurð beinanvegin, og inni
í eyganum funnu læknarnir
ein maðk.
– Hann var 12 centimetrar
langur og livandi, sigur
eygnalæknin Radomir Stoji
cevic við serbiska blaðið
Kurir.
Maðkurin bleiv sendur
til kanningar á einari rann
sóknarstovu, og tað vísti tað
seg, at hann var av slagnum
Ascaris lumbricoides. Hesin
maðkurin, sum kann vera 30
centimetrar langur, er rætti
liga vanligur í tarmunum
hjá svínum, men kann eis
ini halda til í tarmunum
hjá fólki. Harafturímóti er
hetta fyrstu ferð, at hann er
funnin í eyganum hjá fólki,
skrivar Kurir.
Heilivágur ímóti fuglakrími er á veg
Annar vongurin brotnaði
Ascaris lumbricoides
Hevði langan maðk í eyganum
Óhappið við vonginum fer ikki at seinka Airbus 380-flogfarinum
Mynd: Reuters