Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 - 17. februar 2006 17 og ­ skot bert tveimum guitarum og tveimum røddum, og ongar aðrar tónleikarar at hava at goyma seg aftanfyri, kann vera torført, tí her verður tú avdúkaður, um ikki tónabúni og framførsla er rótfest og hevur innihald. Innihaldið var alskur til føðilandið, menn­iskjuni og kærleikan. Jens megnaði at geva hes­ ar kenslur víðari til áhoyr­ ararnar á ein ósentimental­ an, ærligan og óuppgjørdan hátt. Har er kvalitetur og til­ far nokk til eitt heilt kvøld við hesum sangum, ið fólk elska og kenna, og sum tey kunnu syngja við til. Fýrverk Tá ið Jens hevði takkað Bergi fyri hjálpina, kom ein perlurøð av bestu tón­ leik­ar­um í landinum inn á pall­in. Gunnar Guttesen á tangentum, Jákup Zacha­ rias­sen akustiskan og Ólav­ ur Øster elektriskan guitar, Jónleif Jensen spældi trumm­ur, Kolbein Simonsen bass og Petur Hermansen steelguitar. Harafturat komu fýra kórsangarar: Barbara á Tjaldrafløtti, Maria Húsgarð, Malan Hansen og Sigga Han­ sen, ið vanliga syngja saman í Kamarkórinum. Jens setti í gear, og so koyrdi tað bara út eftir “Route 66”. Tað var einki at taka seg aftur í, at nú var Jens í ess­ inum, á heimavølli, í hopla. Jens rullaði og rokkaði, so tað var ein frægd, og tað vóru bara stólarnir, ið forðaðu, at øll fóru upp at dansa til valsin “Mánin hann skein” sum fyrr, tá ið Jens og hansara menn vóru av frægastu dansi­orkestrum í landinum. Men har vóru eisini stillar balladur sum “Crying in the Chapel” og aðrir góðir sangir. Jens samskifti væl við áhoyrararnar millum numr­ini, og ígjøgnum sang­ irnar og fekk hann eisini fólk at syngja við. Tað var eisini ein frægd at uppliva, hvussu væl Jens dugir at fáa samskiftið og samanspælið við tónleikararnar at virka og fáa teir at gera meira enn sítt besta. Countrykenda tónleikin megnar Jens eisini at føra fram. Hann kann sum fáur syngja løg hjá bæði Elvis, Cash og Reeves. Har vóru frálíkir sangir sum “Seven Spanish Angels” og aðrir klassikarar. Stjørnuskotið Tá ið Jens hevði sungið seg heitan, var aftur tíð til at vari­era skránna. Hann pre­ senteraði dóttrina Kristel, ið trein inn á pallin – vøkur sum ein filmstjørna, og tá ið tónleikararnir høvdu spælt introina til “House of the Rising Sun”, stemmaði hon í við myrkari, klárari og holdligari rødd, men tað var bara so leingi, ið tónarnir vóru í lægra endanum á tóna­­stiganum. Tá ið høgu tón­­arnir komu, sang hon hægstu og reinastu tónarnar, ið eg enn havi hoyrt nakran syngja. Tað var einki at taka seg aftur í, at nú var fýr­­verk­ið í hæddini, og stjørnu­­skot­ið var komið inn á pall­in. Kristel gav okkum fleiri frá­líkar sangir við síni fantast­isku rødd, ið spennir frá lægsta altin­um til hægsta supranin. Sjálvt falsett sang hon heilt suverent. Men tað vóru ikki ymisku smá­ lut­ir­nir og tað, at Kristel hevði ræð­ið á støðuni, ið gjørdi løtuna ógloym­andi. Tað var fram­ferðin á pall­ inum, fantastiska listaliga út­trykkið og kensluliga heild­ ar­pplivilsið, ið gjørdi, at tú sat fullkomuliga mál­leysur av framførsluni. Tú gloymdi fulkomuliga tíð og stað og var so at siga eina løtu í “burturrykking”, tí sans­irnir og kenslurnar vóru ertir av fantastisku rødd­­ini og upp­ traðk­an­ini. Her var eitt total­ upplivilsi, sum tónleikarar, kórsangarar og ljóðmenn eis­ini høvdu sín stóra ja­liga leiklut í. Tá Kristel í seinnu helvt hevði sungið “Mustang Sally”, ruku fólk upp úr stól­ in­um og góvu henni stand­ andi lógvabrestir. Ein­falda niðurstøðan er, at tú sum um­mælari hevur ikki nóg stór lovorð í hástigi, ið kann lýsa upplivilsið til fulnar. Síðan var ein stuttur steðg­ ur, har tú kundi strekkja beinini, fáa tær ein kaffimunn við heimabakaðum køkum og eitt hugnaligt prát. Annar hálvleikur var sum hin fyrri. Jens byrjaði hendan partin við stillum sangum sum “Father Along”, “Dreymur” og “Mánin hann skein”, men so kom Kristel aftur á pallin og fullfíggjaði upplivilsið enn einaferð. Faðir og dóttur sungu nakrar sangir saman, og so var tíð til at enda við “Amazing Grace”. Men end­ in gjørdist longri enn vænt­ að, tí áhoyrararnir vildu ikki sleppa Kristel og Jens fyrr enn tey høvdu sungið tvey eykaløg. Tíverri hoyrdi tú eitt sindur til, at konsertin var í staðin fyri eina, ið skuldi vera seint í heyst, men sum varð avlýst vegna sjúku. Hóast garvaðar tónleikarar merktist nakað av iva, ótrygd og dráli, tí ov lítið var tikið afturíaftur og vant til hesa konsertina. Hetta spilti hana tó ikki. Tað eru hesir tónleikarar og sangarar ov royndir og dugnaligir til. Ljóðmennirnir Hans Andor Johannesen og Johannes Stein­grund skulu hava rós fyri eitt sera nattúrligt, opið og “luftigt” ljóð, ið ikki var doyvt av ókontrolleraðum dundur­bassi og stórtrummu­ toruslátti. Alt í alt var kosertin eitt upplivilsi, ið tú seint gloym­­ir. Jens legði upp til, at tað kanska ikki verða so nógvar konsertir afturat við faðir og dóttur saman, tí Kristel er í ferð við at fara sínar egnu tónleikaligu vegir. Forvitnisligt verður at fylgja henni í komandi tíðum fyri at vita, hvussu langt á stjørnuhimlinum hon kann røkka. Men vón­ andi fáa vit møguleikan at hoyra tey nakrar ferðir enn, áðrenn hon fer longur út á stjørnubreytina. Jóannes Eidesgaard, løgmaður: – Konsertin var sera góð og hugnalig. Nú kenni eg Jens og tað var fyri tað mesta ein kend skrá, ið ikki gjørdi ein bilsnan. Jens var hin góði, gamli og kendi, júst sum vit minnast hann. Eitt sera gott upplivilsi. – Kristel hevur eina sera spennandi rødd, har her potentiali, og hon kann heilt víst menna seg. Kristel er nýggja ættarliðið, sum er sera spennandi, og áhugavert verður at fylgja við í menningini. Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum – Tað var ein fragd at lurta. Jens er sjarmerandi og hevur góða rødd. Og Kristel hevur góða rødd. Eg vil siga, at hon er fantastisk. – Mær dámar eisini væl handan tónleikin. Tey høvdu eisini gospel og vakrar andaligar sangir við, og tað dámar mær væl. – Og so mugu vit ikki gloyma tónleikararnar, sum vóru í serflokki og ófatuliga góðir. Konsertin var sera varierandi og byrjaði við Jens og Bergi Godtfred. Gunnar Guttesen er sera góður á tangentarnar og so høvdu vit jú t.d. Ólav Øster á guitar, Kolbein Simonsen á bass og Jákup Zachariassen á guitar. Og kórgenturnar gjørdu eisini sítt til, at tað riggaði sera væl. Ein góð og hugnalig konsert. Um konsertina: Konsertin var eitt upplivilsi, ið tú seint gloymir Barbara á Tjaldrafløtti, Maria Hús­ garð, Malan Hansen og Sigga Han­sen, ið vanliga syngja saman í Kamar­ kórinum, sungu kór til konsertina í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið