fríggjadagur 17. februar 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 35 - 17. februar 2006
– Vit vilja framhald
andi vera ein partur
av at veita olju til
skipini, sigur stjórin
í Shell
Olja
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Stjórin í Shell, Hákun Djur
huus, sigur, at felagið er
kunnað um ætlanina hjá
nýggja oljufelagnum, sum
nú er stovnað undir heitinum,
”Felagið 14.2.2006”.
– Jú, vit kenna ætlanina,
og vit hava havt fundir við
stigtakararnar, men vit eru
ikki við í ætlanini. Gamalt
er, at einki er liðugt, fyrr enn
alt er liðugt.
Hákun sigur, at ”dialogur”
hevur verið millum partarnar,
og tosað hevur verið um
samstarv, men enn er einki
avgjørt.
Hann vísir á, at partar
saktans kunnu samstarva,
hóast ognarviðurskifti ikki
eru millum partarnar.
Eftirspurningurin
– Eftirspurningurin eftir
tungolju er ikki so stórur
í løtuni, hóast nøkur skip,
eitt nú Finnur Fríði, Krún
borg og Havborg, hava
lagt um. Haraftrat brúka
Smyril og Norrøna eisini
tungolju, umframt SEV og
Havsbrún.
Hákun Djurhuus vísir á,
at samstarv er millum Shell,
SEV og Smyril, har Smyril
kann bunkra á Sundi.
– Á Sundi er framd ein
tilbygging, sum ger tað
møguligt at lata Smyrli, sum
tað almenna eigur og rekur,
tungolju. Tað er SEV, sum
eigur hesar instalatiónirnar.
Stjórin í Shell sigur, at
teir í løtuni arbeiða við eini
ætlan, sum ger tað møguligt
eisini at lata Finni Fríða og
Krúnborg tungolju.
– Sum er, er Shell eisini
veitari av tungoljuni, sum
Havsbrún í Fuglafirði
brúkar.
Íløgur eftir tørvi
Spurdur, um Shell hugsandi
fer undir stórar útbyggingar,
nú nýggja oljufelagið
arbeiðir við veiting av
tungolju í Fuglafirði, sigur
Hákun Djurhuus:
– Vit fylgja væl við gongd
ini á hesum øki, og vit ynskja
framhaldandi at vera partur
av veitingini til skipini.
Men,
leggur
stjórin
aftrat:
– Vit brúka pening í mun til
tørvin – og ”forrætningina”,
og nú tørvurin á tungolju er
avmarkaður, kann eg ikki
siga meira um hetta í løtuni,
sigur Hákun Djurhuus.
Hákun Djurhuus, stjóri á Shell:
Fylgja væl við og gera íløgur eftir tørvi
Týsdagin varð
”Felagið 14.2.2006”
stovnað. Felagið,
sum hevur fingið
prinsipielt byggiloyvi
frá Fuglafjarðar
komm
unu, hevur til
endamáls at eiga og
reka oljugoymslu
Oljufelag
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Føroyingar hava nú fingið
eitt nýtt oljufelag, sum er
stovnað undir navninum,
”Felagið 14.2.2006”. Enn
er felagið ikki skrásett, men
tað verður gjørt í nærmastu
framtíð, tá ið partapeningurin
er goldin.
Stjóri í nýggja felagnum
er Janus Rasmussen, sum
frammanundan er stjóri í
P/F Bergfrost í Fuglafirði.
Nevndarformaður er Dávid
Jacobsen, ið umboðar P/F
Vinnu í Gøtu. P/F Vinna er
”hatturin” yvir feløgunum,
ið eiga teir tríggjar nótabátar
nar, Trónd í Gøtu, Finn Fríða
og Jupiter.
Havsbrún í Fuglafirði er
eisini við í ætlanini.
Veita tungolju
Sosialurin hevur tosað við
Janus Rasmussen, stjóra í
nýggja oljufelagnum.
Hann er fáorðaður, men vil
tó siga nakað um ætlaninar,
sum felagið hevur.
Janus sigur, at verkætlanin
byggir á at skapa grundarlag
fyri at veita tungolju í Føroy
um til skip, virkir og komandi
viðskiftafólk annars.
– Hetta er ein ætlan, sum
vit hava arbeitt við heilt síð
an í desember 2002, men
seinasta árið hevur verkætl
anin tikið meira dik á seg.
Janus vísir á, at tungolja
er eitt nokso vítt ”begreb”,
sum hann tekur til.
– Tungolja finst í fleiri
ymiskum blandingum, og
vit miðja eftir at kunna veita
alla ta olju, sum viðskiftafólk
– bæði verandi og komandi
– hava brúk fyri.
Hann sigur, at tá ið oljan
verður blandað til ymisku
sløgini, sum vinnan brúkar,
er neyðugt, at hava neyðugu
instalatiónirnar á staðnum.
Janus væntar, at verk
ætlanin í Fuglafirði kemur
at kosta einar 25 miljónir
krónur.
– Hetta er tað, sum vit í
útgangsstøðinum rokna við,
leggur hann aftrat.
Spurdur, nær hann væntar,
at møguligt verður at selja
tungolju í Føroyum, sigur
Janus, at tað neyvan er hugs
andi, at verkætlanin verður
liðug í hesum árinum.
– Fuglafjarðar kommuna
hevur útvegað okkum
grundøki, og vit hava fingið
prinsipielt byggiloyvi.
Hann sigur, at felagið
hugsar sær, at goymslan og
útbúnaðurin annars stendur
uppi og klár at taka í nýtslu
skjótast gjørligt.
– Men tað er órealistiskt
at hugsa sær, at verkætlanin
stendur liðug longu í hesum
árinum, sigur stjórin.
Tørvurin veksandi
Janus Rasmussen sigur, at
tørvurin á einum veitara av
tungolju í Føroyum er veks
andi – og væntandi eisini kem
ur at veksa sum frá líður.
Hann sigur, at SEV og
Havsbrún brúka tungolju,
sum kemur blandað til
landið. Aftrat hesum brúka
ferðamannaskipini, Smyril
og Norrøna umframt nøkur
av størru fiskiskipunum,
eisini tungolju.
– Jú, tað er einki at ivast
í, at eftirspurningurin eftir
tungolju í Føroyum er veks
andi, sigur stjórin.
Spurdur, um nýggja olju
felagið í framtíðini væntar
at gerast einasti útbjóðari av
tungolju í Føroyum, sigur
Janus:
– Nei, tað mást tú spyrja
aðrar møguligar útbjóðarar
um, men fyri tann, sum
kemur fyrst í gongd, er tað
sjálvsagt best fíggjarliga, at
vit ikki fáa fleiri útbjóðarar,
sigur hann.
Stjórin vísir á, at gongst
sum ætlað, kemur ”Felagið
14.2.2006” at hava fyrstu
støðina í Føroyum, sum út
vegar og selir tungolju til
skip og virkir.
Fuglafjørður
Oljugoymsla fyri 25 mió. krónur
Tað verður lættari hjá skipum
at útvega sær tungolju í
Føroyum, tá ið verkætlanin í
Fuglafirði stendur liðug
Alt bendir nú á, at Fuglafjørður verður fyrsta havnin í Føroyum, sum kann útvega skipum, virkjum og komandi viðskiftafólki
annars tungolju
Mynd: Vilmund Jacobsen