Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 35 - 17. februar 2006 Nýtt KÍ- partafelag Bara seks mánaðir eftir, at KÍ flutti besta mansliðið í smápartafelag fyri seg, verður nýtt felag stovnað KÍ Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Klaksvíkar Ítróttarfelag sendi í gjár út tíðindaskriv, har boðað varð frá, at nýtt smápartafelag er sett á stovn. Eitt smápartafelag, sum skal reka bestu mans- og kvinnuliðini hjá felagnum í strembanini eftir at náa visión 2009, tá KÍ ætlandi skal vera á tindinum í føroyskum fótbólti. Við nýggja felagnum er ætlanin, at vinnulívið í nógv størri mun skal verða ein aktivur partur í rakstrinum av fótbóltinum. Bæði við fíggjarligari innspræning í form av partapeningini og stuðulsavtalum, eins og talan uttan iva er um know- how av ymsum slag, sum tá í størri mun kann verða tilført fótbóltinum. KÍ-fyriskipan fallit Tað er uttan iva komið eitt sindur dátt við hjá fleiri uttanfyristandandi, at nýtt smápartafelag longu nú verð­ur sett á stovn. Tað er ikki meira enn hálvt ár síðani, at raksturin av besta mansliðnum varð fluttur í felag fyri seg – Sp/f KÍ- fyriskipan. Sum skilst, so er hetta felag tó longu nú farið so logandi á húsagang. Ikki váttað tøl ljóða um eitt risa stórt hall seinasta hálva árið, og tí verður felagið nú likviderað, longu áðrenn fyrsta roknskaparárið er lagt aftur um bak. Í nýggja felagnum er so ætlanin, at tað í nógv størri mun verður vinnulívið (spon­sorarnir) sum saman við ítróttarligu leiðsluni skulu stýra felagnum. Enn er nevndar­saman­set­ ingin í felagnum ikki avgjørt, men Palli Ziska­son, sum samskipar stovn­­­setanina av nýggja felagnum, sigur, at talan her verður um samspæl millum vinnu og ítróttarfelag. – Vit síggja hetta sum ein hátt at styrkja um fyrisitingarliga partin av írakstrinum. Tað verður ikki so, at vinnulívsfólk koma beinleiðis inn at stýra ítróttarligu gongdini. Men vit vóna, at vit við at styrkja um øki, har vit hava servitan, eisini kunnu vera við til at geva ítróttarliga partinum betri arbeiðsumstøður, sigur hann. fimleikur tíðindaskriv Leygardagin 18. februar verður triðja steypakappingin í amboðsfimleiki fyri ein­ staklingar. Hesa ferð verður kappast á bita (kvinnur) og í ringum (menn). Kapp­ingin verður hildin í fimleikahøllini á skúlanum á Glyvrum. Kappingin byrjar kl. 13.00. Fýra bólkar kappast: kvinnu­unglingar, mansung­ lingar, kvinnur og menn. Í apríl verður NM í am­boðsfimleiki í Íslandi, fyri bæði kvinnur og menn. Steypakappingarnar eru sostatt eitt gott høvi, at fáa innlit í hvussu væl fimleikararnir eru fyri áðrenn hesa altjóða av­bjóðing, og eitt gott høvi hjá landsliðsvenjaranum at síggja hvørji ið eiga at verða við á landsliðnum. Tað verður arbeitt hart av øllum front­ um, nú bara ein dagur er eftir til for­ mansvalið í FSF. Eitt val, sum skal stinga út í kortið, hvør leisturin hjá føroyskum fót­ bólti skal vera í fram­ tíðini FSF-val Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyri knøppum tveimum vik­um síðani kundu vit her á blaðnum staðfesta, at talan aftur í ár verður um stríðsval, nú fyrrverandi HB-formaðurin, Birgir Enghamar, hevur gjørt av at royna seg í valdysti við sitandi formann. Í strembanini eftir hesum hevur Birgir Enghamar fingið undirskriftir frá 15 feløgum, sum stuðla hans­ ara uppstilling. At stuðla upp­ stillingini merkir tó ikki tað sama, sum at atkvøðan eisini fer tann vegin, tá sjálvt valið stendur fyri leygardagin. Nakað sum eitt nú Christian Andreasen mátti ásanna, tá hann fyri tveimum árum síðani stillaði upp í tvídysti við Óla Holm. Ta ferðina mundi Christian halda seg vera púrasta vísan í sessinum, men tá atkvøðugreiðslan stóð á skránni, gjørdist tað kortini Óli Holm, sum vann ein greiðan sigur. Hvørt tilsøgnin, sum Birg­ ir Enghamar hesaferð hevur fingið frá feløgunum, er meira bindandi enn hon, sum Christian fekk á sinni, fer at standa sína roynd leyg­ ardagin. Men eins og fyri tveimum árum síðani, so hevur Óli Holm staðfest, at hann ikki ætlar at taka seg úr sessinum uttan víðari. Orka feløgini meira Eitt er, at frá fleiri síðum verða spurningar um um Tórsvøll, Fótbóltshøll, aðal­ skrivara og annað knýtt at valinum. Elementir, sum kanska mest av øllum verða nýtt sum agn yvir fyri nøkr­ um av feløgunum. Annað er, at valið hesaferð stendur ímillum, hvørt tað skal verða FSF sum í lokomotiv-leiklutinum skal draga føroyskan fótbólt frameftir. Ella um tað skulu vera feløgini, sum stýra kósini í FSF. Ein spurningur, sum kann tykjast irrelevantur, tá FSF í veruleikanum er átt av feløgunum. Men samstundis ein spurningur, sum er sera essentiellur. Undir verandi formanni hevur FSF tikið stór stig, soleiðis at føroyskur fót­ bóltur kann røkka teimum krøvum, sum verða ásett av UEFA og FIFA. Eitt arbeiði, sum enn ikki er liðugt, men sum longu nú hevur lagt hampuliga stórar byrður á feløgini kring landið. Fyrrverandi HB-formað­ ur­in, sum nú bjóðar seg til, hevur boðað greitt frá, at feløgini skjótt ikki megna at standa ímóti trýstinum. Við tilvísing til títtu for­ mans­skiftini, sum eru kring landið, ljóða boðini, at FSF so ella so noyðist at hjálpa feløgunum. Antin við beinleiðis umsitingarligari hjálp, ella við fíggjarstyrki, sum feløgini kunnu nýta at styrkja um umsitingina. Fíggjarstyrk hava feløgini tó fingið, staðfestir verandi formaður, sum vísir á, at upphæddirnar frá FSF bein­ leiðis til feløgini nú eru omanfyri milliónina um árið. Ein upphædd, sum av­bjóðarin sigur einans er íkomin eftir at feløgini fleiri ferðir hava gjørt vart við hendan spurningin. Nakað annað er so, hvar peningurin skal koma frá. Sum tað framgongur aðra­ staðni á síðuni, so er við verandi fíggjargrundarlagi neyvan ráð at hava jólamenn í FSF. Nakað sum Birgir Eng­ hamar tó heldur ikki sigur seg vilja vera. Men hann hevur áður víst á, at tað er neyðugt hjá FSF at venda hvørjum steini í leitanini eftir øktum midlum. Landafrøðin Sum skilst, so hevur kimanin kring landið verið øgilig seinastu vikuna. Bólkar, sum onkursvegna standa handan báðar kandidatarnar, royna hvør í sínum lagi at gera sína ávirkan galdandi. Ikki minst í Vág- og Eysturoynni, sum avgjørt mugu metast sum lyklaøkini, um valstríðið skal vinnast. Alt annað líka, so er tað helst so, at teir báðir, Birgir og Óli, »eiga« nakr­ar fastar atkvøður á nøkrum landafrøðiligum økjum. Soleiðis man tað í Suðuroynni bert vera TB, sum ikki við vissu kann roknast upp í posan hjá Óla, meðan Birgir longu helst nú hevur vissað sær stóran part - og kanska allar – av atkvøðunum í mið­staðarøkinum. Altso atkvøðurnar hjá HB, B36, Fram, og AB - og møguliga eisini NÍF. Av øðrum atkvøðum, sum nærum við vissu eru plaseraðar, ljóðar, at B71, B68 og KÍ hava ógvuliga lítlan hug at koppa verandi formanninum, eins og FSF- nevndin má roknast at seta sína atkvøðu á formannin. Tí verða Vágoy, Norður­ streymoy og – serstakliga – Eystuoyggin áhugaverd. Eysturoyggin, tí hon telur somikið nógv feløg, at hesi í sjálvum sær kunnu verða avgerandi fyri for­ manssessin. Samstundis kann tað telja nógv, at nevndarvalið við vissu inniheldur ein persón við tilknýti til høvuðsstaðin. Her kemur Høgni í Stórustovu inn fyri Bjarka Mohr uttan atkvøðugreiðslu, og tað kann skapa eina ójavnvág í landafrøðiliga býtinum. Kemur Birgir tá inn fyri Óla á formanspostinum hevur Suðuroyggin einki umboð á føroyska fótbóltspolitiska kortinum, og tað kann fáa okkurt felag at hugsa seg um meira enn eina ferð áðrenn atkvøðugreiðsluna. Tættur dystur Samanlagt, so eru nógvir lutir, sum benda á, at talan verður um ein sera tættan valdyst hesaferð. Og sam­ stundis um ein valdyst, har øll vápn verða tikin í nýtslu. Lokal áhugamál av ymsum slag kunnu nýtast at egna við, eins og persónligar vendetta’ir ivaleyst eisini verða tað. Kimanin heldur neyvan uppat, fyrr enn klokkan fer at nærkast 10 leygarmorgunin, og so er spurningurin, hvat uppteljingin av seðlunum fer at vísa. Feløgini mugu velja kósina Sitandi FSF-formaðurin vísir á, at felagsskapurin av øllum alvi roynir at stuðla feløgunum. Eisini hóast raksturin í alsamt minni mun gevur rúm fyri hesum Seinasta steypakappingin Fyrrvernadi HB-formaðurin hevur í fleiri umførum víst á, at tað er neyðugt hjá FSF at vera ein meira aktivur viðspælari hjá føroysku feløgunum