fríggjadagur 17. februar 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 - 17. februar 2006
21
Ella kanska bæði. Tað
tykist vera einasta
gongda leiðin, um
nakrar munagóðar
broytingar skulu
gerast í verandi FSF-
rakstrinum, um rúm
skal verða fyri at luta
meira pening út til
feløgini
Roknskapar
analysa
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Skulu føroysku fótbóltsfel
øgini hava fleiri pengar úr
kassanum hjá FSF, so eru
neyvan fleiri enn tveir vegir
til hesar. Snøgt sagt, so má
talan annað hvørt verða um
fleiri inntøkur. Ella eisini
mugu skerjingar gerast í
rakstrinum.
Tí hóast FSF á pappírinum
er ein sera solventur felags
skapur við einum eginpeningi
á góðar 18 mió kr., so er
talan ikki um nakran ríkan
felagsskap. Tað eru nevnliga
tvær høvuðsorsøkir sterku
fígg jarstøðuna. Og hvørgin
hevur nakað við raksturin
anno 2006 at gera.
Fyrst og fremst, so
hevði tað veldugar stuðuls
upphæddir frá UEFA við
sær, tá FSF-húsið við
Tórsvøll varð bygt. Hesar
upphæddir vórðu bókaðar
á eginpeningskontina hjá
FSF - tær minka jú ikki
um virðið á bygninginum -
sum soleiðis gjørdist væl og
virðiliga positiv um júst tað
mundið, sum fígg jartrotið í
FSF-kassanum var størst.
Einki jackpot
Hartil skoraðu Føroyar rætti
liga jackpot, tá lutakastið
fyri fýra árum síðani potaði
okkum í bólk við Týsklandi.
Talan var tá framvegis um
gomlu avtaluna við sports-
five, sum í nógv størri mun
enn í dag sveigg jaði eftir,
hvørji mótstøðulið Føroyar
fingu. Hepna lutakastið
tveitti knappar 4 mió eyka
í FSF-kassan, og saman
við stuðlinum til bygningin
svarar hetta hampuliga neyvt
til eginpeningin hjá FSF,
sum hann er í dag.
Nýgg ja avtalan gevur
ikki somu møguleikar fyri
einum ordans jackpot í
lutakast-eydnuspælinum,
og tí ber illa til, at FSF
skal vinna sær meira pen
ing tann vegin. Aðrar
upphæddir, sum Føroyar
fáa úr altjóða luttøkum
sínum eru pengar, sum
eru beinleiðis oyramerktir
til landsliðsarbeiðið, og
sum tí ikki kunnu lutast út
feløgini.
Talan skal tí helst verða
um skerjingar, um botnlinjan
skal betrast nakað munandi.
Fyrisitingarliga eru neyvan
tær stóru sparingarnar at
finna. Herdu FIFA- og
UEFA-krøvini krevja heilt
einfalt, at fyrisitingin er á
einum nøktandi støði, og tí
eru øktu lønarútreiðslurnar
(2.093 tkr. í 2005) neyðugar.
Illa ber til at hugsa sær
aðrar stórvegis sparingar í
fyrisitingarkostnaðunum,
sum telja útreiðslur til
telefon, ferðing og uppi
hald í samband við altjóða
fundir,
kostnaður
av
húsunum v.m. Verða stað
festu tølini sammett við
rakstrarætlanina, so fram
gongur eisini, at talan hevur
verið um eina rættiliga neyva
fígg jarstýring. Nakað sum
plagar at bera boð um eina
væl trimmaða umsiting.
Tí er nærum einasta
skerjingin,
sum
kann
fremjast í postinum fyri
fyrisitingarútreiðslur, stuð
ulin til feløgini. Hesin var
í 2005 1.018 tkr., og tað er
nokk ikki ætlanin, at hes
in skal skerjast í hesum
roknistykkinum.
Óhepnar
landsliðsskerjingar
Tí ber nærum bara til at
fremja munandi skerjingar
í landsliðspostunum. Ein
útreiðslupostur, sum í 2005
taldi 7.365 tkr. av samlaðu
útreiðslunum á 15.623 tkr.
At gera stórvegis skerj
ingar í arbeiðinum kring
A-landsliðið er neyvan
hugsandi. Nakrar atfinningar
hava verið mótvegis venj
ingarleguni í Florida, sum
onkur hevur mett sum eina
kostnaðarmikla ferð. Men
veruleikin er, at einastu
útreiðslurnar, sum FSF
ber av hesari, eru uppihald
og endurgjald fyri mista
arbeiðsinntøku hjá spælarum
og leiðarum. Og tað eru
útreiðslur, sum eru á leið
óbroyttar, líka mikið hvar
ein venjingarlega verður
hildin. Og í sambandi við
undankappingardystirnar
eru neyvan nakrar stórvegis
sparingar at heinta. Heldur
kann talan gerast um tvørtur
ímóti, skuldu Føroyar fingið
eitt nú Kasakhstan og Cypros
ella Malta - og kanska eisini
Ísrael í okkara bólk til næstu
undankapping!
Nettokostnaðurin
av
kvinnu- og U-landsliðunum,
soleiðis sum tað framgongur
av talvu her á síðuni, verður í
roknskapinum uppgjørdur til
1,6 mió kr. Sjálvandi kunnu
sparingar fremjast í hesum,
men tað hevur so sanniliga
sínar avleiðingar. Fyrst og
fremst fyri menningina av
føroyskum fótbólti. Lands
liðsarbeiðið við yngru spæl
arunum er bygt upp yvir
drúgva tíð, og tað vildi verið
eitt bakkast av dimensiónum,
um hetta verður kvett.
Hartil kann tað verða sera
óheppið fótbóltspolitiskt,
um slíkar skerjingar verða
gjørdar. Atkvøðurætturin á
UEFA-fundum er tengdur
at, at limalandið í minsta
lagi hevur tvey U-landslið.
Hartil skal havast í huga, at
tað longu í verandi støðu
er sera óheppið politiskt,
at Føroyar sum einasta
UEFA-land ikki hava eitt
U-21 landslið. At gera
skerjingar í U-landsliðnum
vildu sett Føroyar at kalla í
skammikrók í hesum høpi.
Tórsvøllur og/ella
Svangaskarð
Spurningurin er so, hvørt
tað er gjørligt at fremja
nakran inntøkuvøkstur innan
landoddarnar, tá hesir ikki
tykjast gjørligar uttanífrá.
Her hevur fleiri ferðir
verið havt á munni, at tað
átti at skapt eyka inntøkur,
um allir landsdystir vórðu
spældir á Tórsvølli. Hetta tí
fólkatilfeingið náttúrligt er
størri í Havn enn á Toftum.
Hartil tekur Tórsvøllur nak
að væl fleiri áskoðarar enn
Svangaskarð. Og hartil kann
ein sparing sjálvandi finnast,
um leigupeningur bert skal
rindast fyri ein vøll.
Eisini her tykist spurning
urin tó vera, hvussu nógv
er at vinna. Partvíst, so er
FSF fyri komandi tvey árini
bundin at sáttmálum við bæði
Tórsvøll og Svangaskarð.
Sáttmálarnir innibera fast
gjald, og tí broytist hetta
tal einki, hóast bert annar
vøllurin verður nýttur.
Hartil er tað væl avmark
að, hvussu stórar áskoðara
mongdir landsliðið dregur.
Tá talan er um stórdystir
hevur Tórsvøllur verið nýtt
ur, líka síðani hesin var
klárur til altjóða nýtslu. Og
teir dystirnir eru í mesta
lagi ein um árið. Og hóast
talan kann verða um hægri
áskoðaratøl móti smærri
tjóðum, so er spurningurin,
hvussu stór hækkanin er.
Tosað vit um atgongmerkja
prís á 200 kr., so skal ein
øking á 5.000 fólk til, um
ein millión í inntøkum skal
røkkast.
Og loksins, so hava tey
bæði seinnu árini víst, at
ein vøllur einsamallur ikki
megnar at bera slitið, um
venjingarnar og altjóða upp
gávurnar verða ov nógvar í
tali. Í løtuni verður arbeitt
við at betra um svørðin á
Tórsvølli, og tað kann vera
ein bati í so máta. Men
veruleikin er, at FSF í fjør
nýtti grasundirlag góðar
60 ferðir. Og færri enn 10
ferðir av hesum varð tað
Tórsvøllur, sum varð nýttur.
Og hartil var talan um fleiri
venjingar hjá bæði A- og U-
landsliðum á graslíki.
Tað vil við øðrum orð
um siga, at við teimum for
treytum, sum eru galdandi
í dag, so má tímatørvurin
minkast, um talan bert skal
vera um annan vøllin. Og
tann tímatørvurin verður best
minkaður við at skerja lands
liðsarbeiðið so ella so.
U-liðini ella Svangaskarð
Hóast eingin vil siga tað hart, so tykist vøllurin á Svangaskarði enn einaferð sum ein sentralur partur av tí, sum formansvalið í
FSF snýr seg um
Landsliðskostnaður í 2005
(tkr.)
Lið
Kostnaður
Inntøkur *
Netto
U-19, menn
331
192
-139
U-17, menn
887
192
-695
U-14, menn
222
0
-222
Kvinnulandslið
447
0
-447
U-19, kvinnur
292
192
-100
Tilsamans
2.179
576
-1.603
* Inntøkurnar eru luttøkugjald frá UEFA
Høvuðstøl úr roknskapinum
(tkr.)
2005
2004
Inntøkur
15.483
17.521
Av hesum:
Frá UEFA
5.241
5.482
Frá FIFA
1.494
1.581
Frá Sportsfive
3.135
5.133
Frá útlandi íalt
9.870
12.196
% frá útlandi
63,7%
69,6%
Kostnaðir
Landsliðsarbeiði
7.364
7.957
Nevndararbeiði
1.348
1.405
Fyrisitingarkostnaðir
6.910
5.618