Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 35 - 17. februar 2006 Mentamálaráðið Vinnu- og Miðnámsskúladeildin UNITED WORLD COLLEGE Red Cross Nordic United World College Foundation bjóðar einum føroyskum skúlanæmingi, ið er liðugur í 1. flokki í eini gymnasialari miðnámsútbúgving á sumri 2006, at taka IB (International Baccalaureate) eftir 2 árum á einum altjóða studentaskúla í Dale í Noregi. Dale liggur umleið 100 km norðan fyri Bergen. IB (International Baccalaureate) er eitt altjóða studentsprógv, ið gevur somu rættindi innan hægri framhaldslestur sum eitt føroyskt studentsprógv. Endamálið hjá skúlanum er at fremja altjóða sátt og semju í verki, og verður hetta m.a. gjørt við, at næmingar úr umleið 70 ymiskum londum búgva og lesa saman á skúlanum. Stuðulsstovnurin rindar – eftir umsókn – skúlagjaldið, og næmingurin, ið fer á United World College, fær útbúgvingarstuðul frá Stuðulsstovninum eftir somu treytum sum miðnámsskúlanæmingar í Føroyum. Nærri upplýsingar um skúlan fáast við at venda sær til Mentamálaráðið ella til lestrarvegleiðingina á skúlanum, har tú gongur. Tú kanst eisini finna fleiri upplýsingar um skúlan á hesi heimasíðuni: http://www.rcnuwc.uwc.org Umsókn um upptøku á Red Cross Nordic United World College, ljóstak av støðumetan saman við eini stuttari frágreiðing um teg sjálva/n skulu vera Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 10. mars 2006. Umsóknarblað er at finna á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum á adressuni: http://www.mmr.fo/Default.asp?sida=480 14. februar 2006 Mentamálaráðið