Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-17, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 - 17. februar 2006 23 Tað er lætt hjá fólki at plasera ungu song- stjørnuna: Sigur hon hvør pápin er, so er alt sagt. Øll vita, hvør Jens Lisberg er. Í framtíðini fara tey eisini at vita meiri um, hvør Kristel Lisberg er! SANGFAMILJA Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Var hann høvuðspersónur- in, so var hon stjørnan á pallinum hetta kvøldið - tann bert 17 ára gamla Kristel. Við frálíku sangrødd síni bergtók hon allar áhoyrar- nar, og tað var ikki frítt, at faðir hennara sat so errin á pallinum og lýddi á sangir hennara. Hóast fullsettu høllina í Mentanarhúsinum, so tókt- ist hetta als ikki at rína við hetta unga sangtalentið. Týðiligt var at pallurin var ikki eitt fremmant stað fyri hana. Hann var - og verður vónandi eisini staðið hjá Kristel Lisberg í framtíðini. Koma langt Undan konsertini varð nevnt, at tey bæði helst ikki koma at syngja so øgiliga nógv saman aftrat. Hetta var kanska næst- seinastu ferð at tey bæði stóðu á palli saman á henda hátt. Orsøkin er hin ein- falda: Kristel ynskir at ganga egnar leiðir á tónlist- arliga økinum. Hóast hon fyri stuttum er farin um tey 17, og er ann- ars ein vanlig skulagenta í 10. flokki í Kommunuskúl- anum í Havn, so hevur hon longu lagt sær ætlanir fyri framtíðina: Uttanfyri 200 fjórðingar liggja tær stóru tónlistarligu avbjóðingar- nar og bíða. Enn er ov tíðliga at siga nakað um hetta, men við teirri sanggávuni hon hev- ur, er lítil ivi um at hon kann koma langt. Tað prógvaði hon so í øll- um førum fyri áhoyraru- num seinasta leygarkvøld. Besta røddin Sjálv ynskir Kristel ikki at gera so nógv burtur úr sær sjálvari. Umboðið fyri tíðinda- tænastuna hittu hana eftir konsertina, og tað var ikki frítt, at hon sjálv var sera fegin um framførsluna. Tað kundi kanska undra onkran, at teir flestu áhoyr- ararnir vóru fólk í góðum aldri. Lítið sást til tað unga fólkið, sum vildu hoyra eina unga føroyska song- kvinnu syngja nakrar av sínum sangum. Júst hetta við aldrinum á áhoyrarafjøldini er kortini ikki nakað, sum kemur ó- vart á hana. Hetta er ikki fyrstu ferð at hon hevur verið í líknandi støðu. - Nei, hetta eri eg so von við. Tað er altíð soleiðis, tá eg syngi saman við pápa mínum. - So hetta leggi eg ikki so nógv í, sigur Kristel. Hon verður avbrotin av einum manni, sum fegin vil siga henni, at hon er ein av bert tveimum føroyingum sum hava ta allar bestu røddina. Kristel takkar fyri, og so fer hesin maðurin víðari. Øll kenna pápan At Kristel hevur fingið á- huga fyri sangi kann ikki sigast at vera annað enn natúrligt. Í familjuni hevur sangur altíð verið á skránni - ikki bert sangurin sjálvur, men eisini skriving av sangum og løgum. Hetta hevur eisini havt sína stóru ávirkan á Kristel, og hevur hon longu nú - hó- ast sín unga aldur - verið við í nøkrum útgávum. Men, hvussu ávirkar tað hana, at vera dóttir til ein so kendan sangara sum pápi hennara í roynd og veru er. - Tað er lætt hjá fólki at vita hvør eg eri: Tá tey spyrja meg eftir familjuni, so sigi eg, at eg eri dóttir Jens Lisberg. - So siga tey: Åh, hann sum syngur! So vita tey beinanvegin, hvør eg eri, sigur Kristel. At tey aftur hesaferð stóðu á palli saman er bara nakað, sum Kristel er vorð- in so von við gjøgnum árini. Út um 200 fjórðingar Men sum skilst kemur ein broyting at henda í næstum. Eftir lokna skúlagongd í summar hevur hon sett sær eitt mál fyri: At royna seg í útlandinum. - Eg ætli mær at ganga egnar leiðir, og satsa uppá tónleikin, sigur hon. Hvørjar hesar leiðir eru og hvagar leiðin ber, er ov tíðliga at siga nakað um enn. Men tíðin fer at uttan iva at prógva at við slíkari rødd ber til at koma langt - eisini langt út um 200 fjórðingar! Kristel: Avbjóðingar bíða í útheimi Hon syngur sum ein eingil. Nú bíðar útheimurin eftir Kristel Lisberg Mynd: Jens Kr. Vang STÓRATJØRN Jan Müller jan@sosialurin.fo – Tað er sera hugaligt at hoyra, hvussu positivir før- oyingar eru og hvussu stór- an áhuga henda byggiætlan hevur millum fólk sigur ein vælnøgdur Jákup á Dul Jac- obsen, sum fór aftur til Ís- lands fríggjamorgunin eftir at hava lagt fram fyri al- menningin størstu bygg- iætlan í Føroya søgu. Jákup sigur, at telefonin hevur gingið heit síðani stóru løtuna, tá Stóratjørn byggiætlanin varð avdúkað á Hotel Føroyum hósmorg- unin. – Fólk spyrja um alt møguligt, um rennibreytir, íbúðir til brekað, shuttle- buss til hotellið osfr. Eg havi eini 10 SMS, sum eg skal svara, nú eg fari á flog- vøllin. Ótrúligt sum føroyingar eru positivir Jákup á Dul Jacobsen er sera fegin um ta positivu móttøku, sum ætlan hansara hevur fingið