Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-17, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 35 - 17. februar 2006 Eysturoyar Røktar- og Ellisheim 620 Runavík Søkt verður eftir skrivstovufólki 0,75 tíð at seta skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu og fyribils 1ár. Uppgávan verður m.a. at taka sær av »vekslaranum« og annars fyrifallandi skrivara uppgávum. Viðkomandi skal verða fyrikomandi og kunna arbeiða sjálvstøðugt. Hollur kunnleiki til føroyskt og royndir við teldu er ein fortreyt og kunnleiki til bókhald (Lundin) ein fyrimunur. Løn- og setanarviðurskifti verða sambært avtalu við Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri starvinum viðvíkjandi fæst at vita frá fyristøðumanninum á tlf. 448185. Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvi, viðmælum v.m. skulu sendast til: Eysturoyar Røktar- og Ellisheim Att: Fyristøðumaðurin Friðartún 620 Runavík Umsóknarfreist 3. mars 2006. Eysturoyar Røktar- og Ellisheim 620 Runavík Í samband við at nýggj deild verður tikin í nýtslu, verður søkt eftir deildarleiðara, at byrja 15. apríl 2006 ella eftir nærri avtalu. Stórur dentur verður lagdur á, at trivnaður bæði fyri búfólk og starvsfólk framvegis eyðkennir heim- ið og vænta vit tí av tær, at tú hevur áhuga og gleði við, at samskifta við eldri fólk og at tú somuleiðis hevur vilja og eginleikar at samskifta við starvsfólk og avvarðandi. Uppgáva tín verður, saman við leiðslu og starvs- fólki at skipa eina deild, har miðað verður eftir at skapa eitt heimligt umhvørvi og við umsorgan at stuðla undir virkisførleika og vælveru hjá tí einkulta búfólkinum. Vit vænta av tær, at tú: • Hevur útbúgving og autorisatión sum sjúkra- røktarfrøðingur • Hevur hollar royndir innan eldraøkið • Hevur leiðsluroyndir og helst eftirútbúgving innan leiðslu • Torir at ganga nýggjar leiðir, er fleksibul og opin fyri nýggjum avbjóðingum • Hevur góð samstarvsevnir • Hevur hug og hegni at undirvísa og vegleiða starvsfólkið • Hevur telduførleika Sum deildarleiðari hevur tú ábyrgdina av: • Dagligu leiðsluni og fakligu ábyrgdina av umsorganararbeiðinum á deildini • Dagligu leiðsluni av starvsfólkunum á deildini • Fyriskipanini av virkseminum hjá lesandi og praktiknæmingum • At deildin virkar í samsvar við málið fyri heimið • At virkað verður innan givna fíggjarkarm Vit kunnu bjóða: • Eitt sjálvstøðugt, mennandi og áhugavert starv • Eitt starv við nógvum avbjóðingum • Góða innleiðslu saman við starvsfólkinum á heiminum Setunar-og lønarviðurskifti sambært sáttmála við Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir sjúkra- røktarfrøðingar. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til fyristøðumannin á tlf. 448185 Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvi, viðmælum v.m. skulu sendast til: Eysturoyar Røktar-og ellisheim Att: fyristøðumaðurin Friðartún 620 Runavík Umsóknarfreist 03. mars 2006 Eysturoyar Røktar- og Ellisheim 620 Runavík Í samband við at nýggj deild verður tikin í nýtslu, verður søkt eftir • sjúkrarøktarfrøðingum, • heilsurøktarum/sjúkrahjálparum • heilsuhjálparum • ergoterapeuti • fysioterapeuti • reingerðingsfólki • hjálparfólki til køkin • køksassistenti at byrja 01 mei 2006 ella eftir nærri avtalu. Stórur dentur verður lagdur á, at trivnaður bæði fyri búfólk og starvsfólk framvegis eyðkennir heimið og vænta vit tí av tær, at tú hevur áhuga og gleði við, at samskifta við eldri fólk og at tú somuleiðis hevur vilja og eginleikar at samskifta við starvsfólk og avvarðandi. Vit kunna bjóða tær eitt arbeiðsumhvørvi, har virðing fyri tí einstaka er í hásæti og har møguleikin í stóran mun er fyri, at fáa tillagað tíni arbeiðsynski. Lønar og setanarviðurskifti eru sambært galdandi sáttmálar. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til fyristøðumannin á tlf. 448185 ella 448201 Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvi, við- mælum v.m. skulu sendast til: Eysturoyar Røktar-og ellisheim Att: fyristøðumaðurin Friðartún 620 Runavík Umsóknarfreist 03. mars 2006 Eysturoyar Røktar- og Ellisheim 620 Runavík Frítíðaravloysarar fyri sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar/ sjúkrahjálparar og heilsuhjálparar í tíðarskeiðn- um 1. juni til 31. august 2006. Umsóknarfreist: 16. mars 2006. Nærri størvunum viðvíkjandi fæst at vita frá fyristøðumanninum á tlf. 448185 ella 448201. Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvi, viðmælum v.m. skulu sendast til: Eysturoyar Røktar- og Ellisheim Att.: Fyristøðumaðurin Friðartún 620 Runavík Lesið -so eru tit við!