fríggjadagur 17. februar 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 • fríggjadagur • 17. februar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Bygdarlív
Snorri Brend
Myndir: Jens Kr. Vang
Skálavík: Hetta er ein vanligur
dagur inni í Dalabúðini í Skála
vík. Seinnapartur týsdagin hin 24.
januar 2006.
Ein eldri maður úr Skálavík
er farin til handils. Hann setur
prutlið frá sær og fer so innar í
handilin eftir tí, sum hann hevur
tørv á henda dagin.
Í dag er tað ikki tað stóra inn
keypið – ein pakki av mjólk, ein
posi av eplum og okkurt afturvið
einum drekkamunni.
Hann rindar fyri vøruna, og
ger seg til at fara. Tá kemur ein
annar maður inn – ein maður í
Skálavík, men sum kortini má
metast sum havnarmaður.
Talan er um Áslakkur Jakobsen
ella Áslakkur á Kamarinum, sum
mong helst betri munnu kennast
við. Er hann bara komin ein túr
higar henda góðveðursdagin?
– Nei, eg búgvi her. Beint nú
eri eg farin til handils at keypa
eitt vikublað til okkum bæði,
meg og konuna.
– Ikki sannheit – hon fær rom
anirnar, og eg fáa krossorðini!
Soleiðis skal tað vera, sigur
Áslakkur, og rindar fyri danska
vikublaðið.
Hann og konan hava búð her
síðani seinasta summar. Og her
trívast tey bæði væl.
Áslakkur hevur arbeiddi
sum portørur fram til 1997 og
hevur eftir hetta siglt við einum
vaktarskipi í samband við olju
leiting á havinum út fyri Afrika.
Gomul ætlan
At Áslakkur og konan seinasta
summar fluttu til Skálavíkar er
ikki ein hugsan, sum tey komu
fram til eftir stuttari løtu.
– Nei, eg havi ætlað hetta í
mong ár. Og so bleiv tað bara til
tað nú.
– Vit keyptu eini hús her, og so
var bara at sleppa sær suður og
fara í tey, sigur Áslakkur.
Hugurin at fara júst til Skála
víkar kemur ikki av ongum.
Sjálvur er Áslakkur ættaður
higani í faðirætt.
Familjan kemur úr Innaradali,
og tað er júst á sama staði, har
hann og konan nú eru komin at
búgva.
Hetta er eisini eitt gott øki, tí
tað var júst úr hesum økinum at
gitni rithøvundurin Heðin Brú
kom.
Avstressandi
Tey bæði fluttu higar á sumri
í fjør, og Áslakkur kann bara
staðfesta at tað er sera gott at
búgva her suðuri.
– Her er gott og friðarligt, og
eitt sera gott stað at búgva hjá
okkum sum eru komin nakað til
árs.
– Skal eg siga akkurát sum tað
er, so er tað sera avstressandi at
búgva her, sigur 69 ára gamli
havnarmaðurin í Skálavík.
Ein faktorur í tí at trívast á
einum staði er, at ein hevur
okkurt at takast við. Og tað hevur
Áslakkur eisini.
– Eg arbeiði fyri tað mesta
uppá húsini. Hetta eru eini
gomul hús, og tað er altíð okkurt
at gera við tey, sigur hann.
Besti dagurin
Tað eru tó undantøk í gerand
isdegnum hjá Áslakki. Tað eru
ikki allir dagar, har hann júst
fæst við at hampa um húsini.
Eitt dømi um hetta var hesin
týsdagurin, tá vit vitjaðu í
Skálavík. Henda dagin var
nevniliga av allar allar fagrasta
veðri.
– Ja, hvat havi eg gjørt í dag?
Faktiskt einki. Men tað hevur
eisini sína orsøk.
– Hetta er tann fyrsti ordiliga
góði dagurin í ár, kann man siga.
So hesin dagurin er bara farin
til einki. Eg havi simpelthen
bara notið tað góða veðrið, sigur
Áslakkur og brosar.
Nú er Sandoyggin ikki av
størstu oyggjum. Tað er kortini
mest einfalt at hava ein bil fyri at
koma fram og aftur um ein skal
onkustaðni.
Bil hevur Áslakkur ikki, men
eitt lítið prutl, sum hann brúkar
til at gerast ymisk ørindi í
bygdini.
– Hetta prutlið er gamalt,
næstan líka so gamalt sum eg!,
sigur hann.
Onkur annar dukkar upp
At taka eitt so stórt stig sum at
flyta úr stórbýnum, tað fær ein
sjálvandi nakrar viðmerkingar til.
Tá tey avgjørdu at flyta til
Skálavíkar, so kom tað kanska
óvart á onkran. Men fyri
familjuna hjá Áslakki var tað
ikki eitt so stórt stig.
– Vit hava eini onnur hús her í
grannalagnum. So tað kundi so
væl hent, at onkur annar teirra
dukkaði upp her eisini, áðrenn
man visti av nøkrum, sigur hann.
Vinirnir og starvsfelagarnir
hildu í øllum førum, at hetta
var ein frísk og røtt avgerð hjá
teimum at taka, nú tey fluttu
suður.
Áslakkur heldur sjálvur, at
hetta er ikki nakar trupulleiki. Tí,
sum hann sigur:
– Hvør tosar um avstand í dag?
Tað tekur bara sindur meiri enn
ein tíma, frá tí tú fert higani og
til tú ert í Havn.
– Tað er einki. Og so sleppur
ein einar 10 ferðir um Skopunar
fjørð um dagin, sigur hann.
– Tað er so avstressandi
her í Skálavík
– Her er sera gott at vera. Eg havi tað gott og trívist avbera væl
her, sigur havnarmaðurin, Áslakkur Jakobsen, sum seinasta
summar flutti til Skálavíkar at búgva saman við konuni.
– Hetta er tann fyrsti góði dagurin á árinum. So í dag havi eg bara slappað av, sigur Áslakkur Jakobsen
– havnarmaður, búsitandi í Skálavík, her avmyndaður framman fyri húsini
Mynd: Jens Kr. Vang