Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-17, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 – 17. februar 2006 32 List Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Mynd: Jens K. Vang Onkur hevur hug at flenna. Onnur eru líka við at venda útaftur, tá tey síggja myndirnar hjá Jóannes Lamhauge. Og reak­tiónirnar passa unga lista­ manninum fínt. – Slíkt eru jú verjumekanismur, vit brúka, tá vit kenna okkum pínliga rakt. Meiningini við myndunum er sjálvandi at raka okkurt í fólki, sigur Jóannes, sum við framsýningini “Fepur Liturgi” í Smiðjuni í Lítluvík herfyri hevði valt at ústilla tilveruna í øllum sínum absurda meiningsloysi. Eins og hjá savnandi ímyndini á framsýningini “Eklektikarin” er ikki so nógv annað hjá okkum at gera enn hvør í sínum lagi at skapa okkara egnu lítlu lív úr tí, sum nú einaferð bjóðar seg fram. Meiningsleys ringrás Stóra myndin “Eklektikarin og tannbustin” beint innan fyri hurðina leggur ikki fingrarnar ímíllum. Á myndini sæst ein væl vaksin murtur endurgivin niður í minasta smálut. Á einum borði við síðuna av stendur eitt glas við eini tannbust í reyðari vætu, ið líkist blóði. Nakni sannleikin er skorin inn á bein. Men hóast myndin er áleypandi, kennist hon ikki í nánd so órógvandi, sum eitt nú “Eklektikarin og konan”, har bæði sita nakin í somu song, men í hvør sínum heimi. Við rygginum til situr konan við eini kavakúlu í hondini, meðan eklektikarin situr og starir hugtikin niður í eina stikkdós, har útgangandi stikkið er sett í sjálva dósina. Tað tykist, sum er hann ikki sørt errin av hesum “avriki”, hóast tað illa fær verði meir meiningsleyst. Avdúkingin tykist næstan óneyðuga eirindaleys. – Eg kundi sjálvandi latið hann í klæðir ella latið leidingin farið inn í eina kontakt á vegginum. Men so hevði eg ikki sagt nakna sannleikan um, hvussu meiningsleyst lívið hjá teimum báðum í grundini er. Tey vita bara ikki av tí, í hasi løtuni, eg havi fryst tey føst, sigur Jóannes og hyggur grunandi at myndini – Beint nú eru tey í grundini rættiliga væl nøgd við støðuna ... Modernaða skríggið Tilsipingin til, at tey bæði bara royna at fáa sum frægast burtúr tí lítla, tey hava, verður enn meir klaustrofobisk í myndini “Eklektikarin”, har ein nakin maður stendur hugtikin og pissar í hondina á sær sjálvum. Tú byrjar at hoyra orðini “sum at pissa í buksirnar” fyri tær, men á myndini sleppur eklektikarin at missa seg sjálvan burtur í fjálgu løtuni, lukkuliga óvitandi um kuldan, sum bíðar. – Tú kanst síggja myndina sum eina modernaða útgávu av skrígginum hjá Munch, sum eitt útrykk fyri eini ekistentiellari angist fyri tí hypermodernaða samfelganum. Eitt stumt skríggj frá einum ættarliði, sum er hildið uppat at rópa hart, sigur Jóannes og sipar til sítt egna ættarlið av ungum í 20unum. Jóannes minnir á, at hetta er eitt ættarlið, sum langt síðani hevur góðtikið, at heimurin er absurdur, og at tey hava dripið gud. Men tey leggja ikki so nógv í tað, tí tey hava lært at liva við ringari samvitsku. Tey tíma ikki at gráta meir ella rópa og skrála øðina út. Slíkt hoyrdi 80ara ættarliðnum til, punkrørsluni við Michael Strunge á odda til dømis, har tað ráddi um at vendan ranguna út og útstilla sína vreiði so demonstrativt, sum gjørligt. – Handan tíðin er farin, og í staðin hava vit fingið eitt ótrúliga góðskutilvitað brúkaraættarlið, sum hevur valt at trína við í dansin um gullkálvin, men út frá egnum treytum eitt nú við at keypa sær upplivingar og kenslur. Vit vænta ikki, at nakar kemur og broytir heimin fyri okkum, men royna bara at fáa sum frægast burturúr tí, sum bjóðar seg fram, sigur Jóannes. Avsporað føroysk myndlist Á tann hátt er “Fepur Liturgi” eisini eitt dømi um, at Jóannes brúkar listarligar siðvenjur, sum tað passar honum. Her hevur nakni mannfólkakroppurin yvir­tikið siðvanda plássið hjá kvinnuni, meðan nakinleikin er sum blástur fyri alla erotiska atdráttarmegi. Samstundis hevur nógv brúkta bíbilska myndevnið, ið ímyndar bardagan hjá Jákupi við eingilin, fingið ávísar homoseksuellar undirtónar. Jóannes Lamhauge: Eitt stumt skríggj frá unga ættar­ liðinum – Mítt ættarlið hevur langt síðani góðtikið, at vit hava dripið Gud og lært okkum at liva við ringari samvitsku, sigur 20 ára gamli listamaðurin Jóannes Lamhauge. Í síni list avdúkar hann eirindaleyst, hvussu menniskju royna at skapa sær sína egnu lítlu meining úr meiningsleysa heiminum, teimum stendur í boði