Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-17, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Við soleiðis at brúka og endur­ brúka listarligar siðvenjur skapar Jóannes sær ikki bara sítt egna listarliga rúm at virka í. Tað skal eisini skiljast sum eitt mótspæl til føroyska listarliga siðvenju, sum eftir hansara tykki er vorðin eitt slag av rindalismu, sum er í ferð við at køva alla nýskapandi list. – Mítt ættarlið er vaksið upp við eini føroyskari listarligari siðvenju, sum eftir mínum tykki er fullkomiliga avsporað. Hon er úrslit av, at ein lítil eliterur kritikarahópur er sloppin at trútta niður í okkum, at skalt tú gera tær vónir um at skapa sanna list, mást tú helst hava Mikines sum fyrimynd ella mála landsløg. Í mínum eygum er onki meir syrgiligt enn at síggja eitt ungt listafólk sita og mála landsløg út frá eini sannføring um, at hetta er tað, man eigur at mála, sigur Jóannes, sum heldur stóra trupulleikan í Føroyum vera, at tað eru so fáir listakritikarar. – So leingi ongin mutar ímóti, fær hendan avmarkandi listafatanin ein einaráðandi leiklut sum stoypiskeiðin, øll onnur skulu skapast í, sigur Jóannes, sum við málninginum “Eklektikarin og sonurin” gev­ur sítt boð uppá, hvussu hesin parturin av føroyska mentanararvinum verður hand­ aður yngri ættaliðum. Á myndini stendur tann eldri og sker tann yngra á háls, meðan øll, bæði yngra og eldra ættarliðið umframt listin sjálv á vegginum, hava fingið bind fyri eyguni. Íblástur Ikki óvæntað, er lítil føroyskur íblástur at hóma í málningunum hjá Jóannes. Stóra drívmegin tykist fyrst og fremst vera ein hugur at pallseta menniskju á ein hátt, sum var listamaðurin leikstjóri í einum sjónleiki. Íblásturin frá danska málaranum Michael Kvium letur seg heldur ikki fjala í mátanum pallsettu myndirnar bæði hugtaka og vekja vaml í senn. Kvium verð­ur av mongum mettur at vera ein tann mest markanti og kompromisleysi danski málarin við einum serligum hegni at viðgera tabuevni uttan at gerast moraliserandi. Nakað av tí sama sæst í myndunum hjá Jóannes, har svarti humorin gevur áskoðaranum hug at flenna umberandi – ikki eftir hesum ússaligu lívunum men heldur teirra vegna. Inn ímillum fær listamaðurin eisini flættað óvæntaðar glottar av vakurleika, sum tá eklektikarin stendur og pissar í hondina, og droparnir næstan verða skínandi perlur sum smáar perur á einum jólatræ. Samstundis geva neyvu grafisku strokini myndunum ein nærum glansbílætakendan dám, sum fær einsligu kropparnar at síggja enn meir einsamallar og naknar út. Myndlistin við at doyggja út Grafiski stílurin minnir á, at Jóannes dagliga starvast sum grafiskur sniðgevi. Spurdur, hvønn veg hansara listarliga leið ætlandi gongur, sigur Jóannes, at viðvíkjandi tí myndlistaraliga verður tað ivaleyst okkurt innan grafiska sniðgeving. Í øllum førum dugir hann illa at ímynda sær, at hann fer at mála hetta slagið av málningum um eini 10 ár. – Eftir mínum tykki er tað lítil ivi um, at málningalistin, sum vit kenna hana, er í ferð við at doyggja út. Nútímans teldutøkni ger til dømis, at eg kann um­skapa eina fotomynd til ein “málning” eftir fáum minuttum. Tá sigur tað seg sjálvt, at ein málningur ikki longur verður nóg forkunnungur, til at fólk tíma at brúka tíð uppá hann. Tað sama hendi jú, tá fototólið gjørdist hvørs mans ogn – tá hildu fólk eisini uppat at mála neyvar eftirlíkningar, sigur Jóannes, sum sjálvur væntar, at tað verður innan tónleik, film og sjónleik, vit fara at síggja stóru listarligu frambrotini. – So skalt tú seta tíni spor innan málningalist, mást tú heldur skunda tær, sigur Jóannes og forklárar samstundis um­síðir, hví hann hevur stroytt gólvið í Smiðjuni við hvítum gásafjarðum. – Vit ávirkast jú allatíðina av tí, vit uppliva, og taka tað uppá onkran máta við okkum víðari í lívinum. Vit hava miðjan februar, og fjarðar hava jú tað við at klistra seg fastar í vátar vetrarskógvar. So vónandi hava fólk eitt lítið minni um tað, tey sóðu og upplivdu herinni, við sær, tá tey fara útaftur ... Alt, við uppliva, setir síni spor – eisini hvítu fjaðrarnir á framsýningini hjá Jóannes Lamhauge, sum høvdu hug at klistra á vátu vetrarklæðunum, sum smá minni um tað, tú sást ... Nr. 35 – 17. februar 2006