Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-17, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 – 17. februar 2006 34 Tónleikur Snorri Brend Myndir: Jens Kr. Vang Fuglafjørður: Eg havi eitt stórt problem við hesum brillunum. Eg vil so fegin síggja tykkum øll, men samstundis má eg hyggja eftir tekstinum. – So tit skilja, at hetta er eitt problem, tá eg eri noyddur at gera bæði tingini. Haldi mær tí til góðar, um eg taki brillurnar av og á undir konsertini. Nú vita tit so hví! Jens Lisberg er í góðum lagi, og hann fangar áhoyrarnar beinanvegin. Og hví skuldi hann ikki tað, nú høllin í Mentanarhúsinum er fullsett av spentum áhoyrarum úr øllum landinum. Tað er ikki á hvørjum degi at ein fær høvið at hoyra Jens Lisberg á palli, og enntá saman við dóttur síni, Kristel. Leygarkvøldið í farnu viku varð so hetta forvitnisliga høvið. Og tá alt endaði hálvan triðja tíma seinni vóru fólk samd um, at hetta hevði verið eitt stak hugnaligt kvøld. Saman við góðum tónleikarum og røddum sang hann allar teir góðu og kendu sangirnar, sum fólkið tók væl undir við. Tað sama gjørdi dótturin, Kristel. Og tí var talan um eina konsert sum hevði nakað til allar aldursbólkar, hóast fá ung vóru at hóma í salinum. In the chapel Framførsluni hevur liðið nakað – í veruleikanum til sætta lagið. Beint frammanundan er Jens farin á pallin við tónleikabólki sínum. Og nú er hann klárur til eitt annað slag av tónleiki. Lagið Pop a top er liðugt, og nú er sjálvasti Elvis á skránni. Og lagið er tað ikki heilt ókenda ”Crying in the chapel”. – Hvat dámar tygor Elvis? Elvis, hann er fínor. Eg elski Elvis, serliga tá hann syngur gospel. – Lurtið, tí nú kemur ein av hesum fantastisku sangunum, sigur Jens. Sangurin byrjar við tónleiki og kórsangarum. Á sín dámliga hátt dugir Jens veruliga at frambera henda sangin. Høllin er fullsett av fólki, og Jens hevur eina kenslu av at hann fær samband við áhoyrararnar – at sangur og orð bergtaka. ”Take your troubles to the the chapel”, ljómar tað so yndisligt út yvir Mentanarhúsið. Lítið veit Jens um, at har niðri í salinum situr ein tilkomin maður úr Klaksvík, sum hevur eitt serstakt forhold til henda sangin. Aftur á slóðina Hesin maðurin situr tí og lýður á við undran, tøkk og gleði í sinni, nú sangurin er at hoyra enn einaferð. Hesin eldri, men kortini so fríski maðurin minnir seg aftur í tíðina, – tíðina, tá hann sjálvur var í bestu árum. Fyri eini fimmti árum síðani var hann miðskeiðis í 20’unum og íðin tónleikari. Hann er týðiliga fegin um kvøldið. – Hoyrdi tú, hvussu væl hann sang?! Handa sangin plagdu vit at spæla á sama staði her í Fuglafirði – í gomlu dansistovuni – tá eg var ungur. – Ótrúligt, sum hann ljóðaði væl í kvøld. Og so stuttligt tað er at hoyra at hann enn verður sungin, segði hesin maðurin í stórum takksemi til Jens, sum hevði henda sangin í sangskránni. Oyggjaland í sól Jens Lisberg legði annars fyri við teimum góðu gomlu sangunum – fyrst sum ein annar troubadourur saman við guittarfelaga sínum, Berguri Godtfred, hvørs røtur eru úr Vági. – Ja, hvat dámar tykkum at hava tveir suðringar á palli? Tað ljóðar ikki so galið, tá ein Sum faðirin Hon bregður ikki úr ætt, tann bert 17 ára gamla Kristel Lisberg. Leygarkvøldið høvdu faðirin og hon konsert í Fuglafirði. Bæði prógvaðu, at tey duga at samskifta við áhoyrarnar.