Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-17, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2006síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Nr. 25 – 3. februar 2006 – so dóttirin tvøramaður og ein vágbingur eru saman, segði Jens. Teir settu so í gongd við fýra sangum. Millum hesar var gamli slagarin í útvarpinum ”Oyggjaland í sól”. Hetta lagið dámdi áhoyrar­ unum sera væl og tóku øll undir við niðurlagnum. Sig so ikki, at suðringar ikki kunnu samstarva ella samspæla tvørtur um kommunumørk! – Tað er eingin ivi um, at ogor eiga eitt fantastiskt land. Halda tit ikki eisini tað?, spurdi hann út í samtykkjandi salin. Og so endaðu teir henda fyrsta partin av framførsluni við sanginum ”Sól til viða gongur”. Men framførslan var ikki liðug fyri tað, og nú komu so tey eyð­ kendu Lisberg-løgini sum ein long røð av perlum. Sjáldsom rødd Eitt serligt point og ein serstøk uppliving á framførsluni var tann bert 17 ára gamla dóttir hansara, Kristel. Tá hon av álvara slapp at royna seg við hennara sangum, lyfti hetta líkasum framførsluna uppá eitt høgt støði: Er tað nakað sum Kristel dugir sum fá ella fáar, so er tað at syngja. Tað var neyvan nakar áhoyrari sum ivaðist í, at her er talan um eitt stórt talent, sum vónandi bara kann fáa høvið at menna seg enn meiri í framtíðini. Tað vóru tó ikki bert føroy­ ingar her á landi sum hava skilt hetta. Á framførsluni var eisini ein føroyingur, sum hevur búð handan hav í eini 20 ár. Eftir framførsluna var hann øgiliga spentur eftir at fáa orðið á Kristel. Og tað eydnaðist honum eisini backstage. – Hey, Kristel. Tú ert ein fantastiskur sangari, og tú hevur eina framúr góða rødd. – Eg skal siga tær sannleikan: Tað eru bara tvey fólk í Føroyum sum veruliga hava sangararøddir. Og ta einu røddina, hana eigur tú!, segði hann sera sannførdur á málinum. Einki varð kortini sagt um, hvør átti hina røddina. Millum aðrar áhoyrarar hetta kvøldið vóru eisini løgmaður, Jóannes Ejdesgaard og menta­ málaráðharrin, Jógvan á Lakjuni. Onkur Kristel-fjeppari var eisini áhugaður í at fáa ein autograf frá henni. Og soleiðis bar tað til at ein ungur danskur drongur fekk navn hennara skrivað á yvirarm sín! Errin Á framførsluni leygarkvøldið sang Jens einar 20 sangir, meðan dótturin sang fleiri. Tey endaðu við at syngja ein sang saman. Tað var ein týðiliga errin pápi sum sang saman við dóttir síni, og ikki minni lýddi á sangirnar, sum hon sjálv bar fram. – Ja, sum tíðin tó gongur. Ein trýr at alt bara stendur stilt, men her stendur hon so – Kristel. – Gevið henni eina hond, segði hann. Og tað gjørdu áhoyrararnir eisini, so tað rungaði eftir í. Kristel kom tvær ferðir á pallin, og sang fleiri krevjandi cover-løg – m.a. Crazy, Blue og House of rising sun. Hetta eru alt løg sum krevja sína rødd, og tí kunnu tey vera ein stórur biti at syngja slík løg, sum fólk kenna so væl. Her hevði framførslan kanska verðið betri um feedbackið hjá henni hoyrdist nóg væl. Hetta hevði tó minni at siga, tí fólk hugnaðu sær. Og tað gjørdi ikki kvøldið verri at kaffi og heimabakaðar køkur vóru at fáa í steðginum. Eitt positivt og gott innslag, so fólk kundu hittast og práta saman hesa løtuna. Vit gleða okkum longu til næstu – ella kanska seinastu – konsertina við teimum báðum! The grand old man innan tónleik, Ólavur Øster var somuleiðis við í bólkinum hjá Jensi. Hann slapp eisini at spæla fleiri solo’ir Bergur Godtfred hevur gott tak á guittaranum. Tað prógvaði hann, tá hann saman við Jensi spældi fýra løg fyri guittar-vinir Tað sæst at tey bæði eru von at standa á palli, faðirin Jens og dótturin Kristel. Nú er kortini ein spurningur um, hvussu ofta hetta verður aftrat, tí Kristel ætlar at ganga nýggjar leiðir innan tónleikin