Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-17, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2006síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 - 17. februar 2006 41 Leiðari til Dagstovn í Sørvági Sørvágs Kommuna søkir eftir leiðara til Dagstovn í Sørvágs, sum letur upp ½ august 2006. Stovnurin er í 6 eindum, settur saman av vøggu-, barnagarðstovu og frítíðarskúla. Vit bjóða Eitt áhugavert starv í einum umhvørvi tætt við náttúru, har tú fært møguleika fyri at seta tín dám á stovnin. Seta starvsfólk og annars vera við í øllum tí, sum skal til fyri, at stovnurin skal virka eftir ætlan. Møguleiki er fyri ráðgeving og eftirútbúgving. Vit ynskja at umsøkjarin • er útbúgvin pedagogur • hevur leiðsluroyndir innan økið • kann arbeiða sjálvstøðugt, taka avgerðir og geva greið boð • er tilreiðar at fara virkin inn í, og sum ein partur av starvsfólkabólkinum • hevur hugsjónir, tá ið tað snýr seg um virksemi í einum barnagarði • saman við starvsfólkunum er við til at menna tað pedagogiska arbeiði • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag, merktan av virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum • kann virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur • er opin, positivur og duga væl at samskifta, bæði innan- og uttanhýsis • hevur teldukunnleika Setanarviðurskifti Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jákup Suna Lauritsen, borgarstjóra, tlf. 210504. Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og møguligum viðmælum skulu vera Sørvágs Kommunu, í hendi í seinasta lagi 20. februar 2006. Viðmerk á umsóknina »Leiðari«. Kommunan skilir sær rætt til, um ikki nógvar umsóknir eru at lýsa av nýggjum. Sørvágs kommuna Adressur í Eiðis kommunu Sambært § 7 í løgtingslóg nr. 17 frá 6. mars 2002 um adressur, er adressuskráin fyri Eiði, Ljósá og Svínáir í Eiðis kommunu góðkend. Skráin er almenn og tøk á www.matrikul.fo Landsadressuskráin Boks 327 · Tlf. 357900 · Fax 357901 FO-110 Tórshavn www.matrikul fo – post@matrikul.fo Frá S & K felagnum Aðalfundur felagsins verður í Havn á Hotel Tórshavn leygardagin 18. februar 2006 kl. 19.30. Dagsskrá sambært lógum felagsins. 1) Frásøgn formansins frá farna ári 2) Roknskapur til góðkenningar 3) Val av nevndarlimum og tveimum tiltakslimum 4) Val av formanni 5) Innkomin uppskot 6) Ymiskt 7) Lógarbroytingar. Uppskot er frá nevndini. S & K felagið Umsjónarfólk Vestmanna Kommuna søkir hervið eftir umsjónarfólki til at byrja 1. apríl 2006 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.: • at umsita ávís økir og ognir hjá kommununi • at leiða dagliga arbeiðið hjá kommununi • dagligt viðlíkahald av kommunalum vatn- og kloakkskipanum • rakstur av gøtuljósum • at skipa fyri kavagrevstri • viðlíkahald av vegum og gøtum • rakstur av vatreinsiverki Vit vænta at tú: • hevur leiðsluroyndir • dugir væl at samstarva við onnur • ert røkin og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt • hevur teldukunnleika á brúkarastøði • hevur koyrikort • hevur áhuga fyri tekniskum viðurskiftum Vit kunnu bjóða: • góða løn til rætta umsøkjaran • møguleika fyri skeiðum innan arbeiðsøkið • eitt fjlbroytt og spennandi starv við góðum møguleikum at menna seg. Setanarniðurskifti: Starvið er fulltíðarstarv og hevur tilvísing til Tekn- isku deild. Lønar- og setanarviðurskifti verða sam- bært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag ella eftir nærri avtalu. Skrivlig umsókn skal sendast til: Vestmanna kommuna Bakkavegur 16 FO-350 Vestmanna Umsóknirnar skulu merkjast »Umsjónarfólk«. Eru spurningar, fæst meira at vita við at ringja á tlf. 470110. Vestmanna kommuna skila sær rætt til at velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at seta. Umsóknarfreistin er 3. mars 2006 Ert tú áhugað/ur at verða partur av einum væl samansjóðaðum jaligum starvsfólkabólki? - So er tað tær vit hava tørv á. Okkum tørvar ein pedagog og 32 t. um vikuna fyri pedagog í barnsburðarfarloyvi frá uml. 1. apríl 2006 og fyribils í eitt ár, og einum vikari, ið heitast kann á eftir tørvi. Ljóðar hetta áhugavert? Send okkum eina skrivliga umsókn innan 20. mars 2006. Varðagøta 12, FO-100 Tórshavn Tlf. 31 28 54 · Fax. 31 69 90