Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-17, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2006síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 67 - 9. apríl 2005 Frá Parkinsonfelagnum Ársaðalfundurin verður í MBF húsinum leygardagin 11.mars 2006 kl 1500 Skrá sambært lógum felagsins Nevndin Ørindadrongur/- genta Á Dómaraskrivstovuni er eitt starv sum ørinda- drongur/-genta leyst at søkja til setan skjótast gjørligt. Vit vænta: at tú ert fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni. Løn og setanarviðurskifti: • Starvið er tímalønt og verður roknað við 400 tímum árliga. • Løn og setanarviðurskifti sambært felagssáttmála millum Statsansattes kartel og Finansministeriet og sáttmála millum HK/STAT og Finansministeriet. Lønin er í løtuni 44,96 um tíman fyri 16 ára gomul. Starvið fevnir um vanlig ørindi so sum banka- og postavgreiðsla og at koyra flaggið upp/niður halgidagar og niður aftaná arbeiðstíð, teir dagar flaggað verður. Skrivlig umsókn skal vera Dómaraskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 24. februar 2006 kl. 12.00. Umsóknir verða at senda Dómaraskrivstovuni, C. Pløyensgøta 1, Box 28, FO-110 Tórshavn Domarin í Føroyum tann 6. februar 2006 Kunngerð frá útskiftingarnevndini á Strondum Eftir lóg nr. 147 frá 27. mars 1939, seinast broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995, § 9, verður boðað til útskiftingarfund týsdagin 30. mai kl. 10.00 í bygdarhúsinum. Til viðgerðar verður innangarðsútskifting av Stranda bygd. Nevndarlimir eru Súsanna í Búðini, Velbastaður og Sjúrður Guttesen, Sørvágur. N. v. Øssur Á. Midjord, útsk. form.