fríggjadagur 17. februar 2006síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Kendi norski professarin í
heimspeki, Arne Johan Vetlesen,
hevur meir at kalla gjørt tað til
sítt serøki at skriva bøkur um
alment menniskjalig evni út frá
einum filosofiskum sjónarhorni.
Herfyri gav hann út bókina
Evil and Human Agency, har
hann við støði í jødatýningini
undir 2. heimsbardaga og etnisku
útreinsingini í Bosnien gevur
sítt boð uppá, hvussu vit kunnu
royna at fata kollektivar óndar
gerðir.
Vandamikla samansetingin
Vetlesen skilir óndskap sum
“Við vilja at valda einum øðrum
menniskja pínu og líðing
ímóti hansara ella hennara
vilja og harvið verða orsøk til
álvarsaman og ætlaðan skaða”.
Vetlesen tekur sostatt ikki
undir við sjónarmiðnum, sum
ofta er frammi, at óndskapur í
sær sjálvum ikki er til, men er
úrslit av skaðiligum sosialum
umstøðum. Sambært Vetlesen, er
óndskapur tengdur at valinum og
ábyrgdini hjá tí einstaka, meðan
mest vandamikla samansetingin
hendir, tá einstaklingar og heilir
bólkar finna ein felags áhuga í
at fremja tað skaðiliga. Tá kann
úrslitið gerast ein vanlukka,
eins og tað hendi í Bosinen,
tá menniskju framdu størstu
illgerðirnar móti mannaættini
síðani 2. heimsbardaga.
Í bókini vísir Vetlesen á, at her,
sum so ofta fyrr, vísti tað seg,
at ein triði partur var við, sum
var samsekur við ikki at gera
nakað fyri at forða illgerðunum.
Í hesum sambandi setir Vetlesen
sær fyri at kanna, hvussu altjóða
samfelagið kundi svíkja so
dyggiliga, at tað førdi eitt heilt
land í avgrundina, og hvussu
slíkt kann forðast. Tað vóru
nevniliga ikki óndar ætlanir
hjá altjóða samfelagnum, sum
førdu til vanlukkuna, men heldur
tað, sum ikki varð gjørt, sigur
Vetlesen.
Nærleiki ongin forðan
Í fleiri førum mótprógva kann
ingarnar hjá Vetlesen páhaldið
um, at óndskapur verður mest
effektivur, um ein ávís sálarlig
frástøða er millum offur og bøðil.
Hetta verður annars hildið at
hava verið mátin, sum Heinrich
Himmler nýtti, fyri at gera
týningina av jødum so effektiva,
sum gjørligt. Í bókini vísir
Vetlesen á, at í týningarlegunum
í Bosnien og Rwanda vóru offur
og bøðil ofta nær í ætt við hvønn
annan ella gamlir skúlafelagar,
og at júst hesin nærleikin ofta var
við til at herða píningina.
Vetlesen er ein av virknastu
norsku heimspekingunum
og er ein av mest brúktu fyri
lestrahaldarnum á heilsustovnum.
Hann hevur fyri tað mesta
arbeitt við evnum innan etik
og sosialfilosofi og millum
bøkurnar hann hevur skrivað
kunnu nevnast Følelser og moral,
Moralens sjanser i markedets
tidsalder og Smerte. Evil and
the Human Agency er útgivin
á universitetsforlagnum í
Cambridge.
Óndskapaninar filosofi
Metseljarar í
Bókasøluni í 2005
Bókasølan í SMS gjørdi herfyri
upp, hvørjar bøkur vóru tær mest
seldu í 2005, og sær endaliga
úrslitið soleiðis út:
Mest seldar føroyskar
bøkur – Vaksin
1. Krossmessa
2. Glansbílætasamlararnir
3. Dávur í Tjørnuvík
4. Søren Kierkegaard. Antin
ella.
5. Við úthavsins strendur 2
6. Teir tóku kjansin
7. Navnabókin
8. Kaj 2
9. Ó – søgur um djevilskap
10. Merkið
Mest seldar føroyskar
bøkur – Børn
1. Harry Potter og Hálvblóðs-
prinsurin
2. Vinir mínir
3. Flekk spælir
4. Flekk á bóndagarðinum
5. Rok í veltuni
6. Ein hundur, ein ketta og ein
mús
7. Ringanna Harri III –
Kongurin kemur aftur
8. Tá eg var sjórænari
9. Ævintýr
Mest seldar danskar bøkur:
1. Su doku
2. Da Vinci Mysteriet
3. Hvorfor mænd ikke hører
efter og kvinder ikke kan
4. Harry Potter og
halvblodsprinsen
5. Den lille bog om katte
6. Engle og dæmoner
7. Slave
8. Sjove sjaler
9. Da Vinci Mysteriet Illustreret
10. De uanstændige
Mest seldar enskar bøkur:
1. Angels and Demons
2. Harry Potter and the Half-
blood Prince
3. Digital Fortress
4. Deception Points
5. Erotica Universalis
6. The Da Vinci Code
7. Pompeii
8. Oxford Advanced Learners’
Dictionary
9. The Hitchhiker’s Guide to the
Galaxy
10. Bono on Bono
Samiska bygdin
á eggini
Jovnna Ánde Vest, Árbbola – at III
Týdd: Arvingerne III,
Samisk Forfatterlag, SGS, 2005
Samiska uppskotið til Norður
landa Bókmentavirðislønina
2006, Arvingerne eftir Jovnna
Ánde Vest, man uttan iva geva
afturljóð í huganum hjá nógvum
føroyingum í lýsingini av
einum lítlum bygdasamfelag á
eggini til modernaðar tíðir ella
bygdadeyðan.
Í lítlu bygdini Mattesby koma
og fara árstíðirnar, bóndin sáar og
heystar, traktorurin verður í ólagi
og má gerast aftur og alt gongur
sína vanligu gongd. Onki tykist
at gerast betri hendan veturin,
har minkandi talið av íbúgvum
stríðist við at halda lív í bygdini.
Tunglyndi ger vart við seg hjá
onkrum, meðan ein annar má fáa
fyritíðarpensón, tí kroppurin ikki
orkar longur.
Ein glotti er at hóma, tá eitt
ungt par, sum upprunaliga er
úr bygdini, velur at búseta seg
har aftur. Mestur kenna tey seg
noydd til tað, tí hini í bygdini
síggja tey sum arvingar til
siðbundna lívið og bygdina
sjálva. Eisini máttu tey ásanna,
at teirra samiski uppruni ikki
júst var rætta atgongumerkið til
nakað í Svøríki, har tey royndu
eydnuna. Við teimum hendir
okkurt nýtt, men ongin torir
rættiliga at taka stigið inn í
modernaðar tíðir, sum tey ræðast
verður stigið út av eggini.
Spennandi verður at síggja,
hvussu tað fer at gangast hesi
poetisku og blídliga speiksu
søguni um tey stillu lívini, tá
virðislønin verður handað næsta
fríggjadag.
Fyri fjóðru ferð á rað verður ein
bók eftir amerikanska høvundan
Paul Auster nú frumútgivin á
donskum. Avtalan millum danska
forlagið Kofoed og væl umtókta
høvundan er úrslit av áralanga
vinarlagnum millum stjóran á
forlagnum Per Kofoed og Paul
Auster. Per Kofoed er í løtuni
í ferð við at lesa handritið, ið
hevur enska heitið Travels in the
scriptorium, og kann avdúka, at
fleiri av persónunum í øðrum
bókum eftir Auster ganga aftur
nýggju bókini. Travels in the
Scriptorium fær danska heitið
Rejser i skrivestuen og kemur út
1. juni
Paul Auster
Norski heimspekingurin og
høvundurin Arne Johan Vetlesen
ivast ikki í, at fyrilagaður óndskapur
er til og ofta er verst millum
menniskju, sum kenna hvørt annað
Bókanýtt:
Enn ein donsk
frumútgáva av Auster
Jovnna Ánde Vest
Nr. 35 – 17. februar 2006