fríggjadagur 17. februar 2006síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 – 17. februar 2006
38
Lýs teg sjálvan við trimum
orðum:
Takksamur fyri lívið.
Hvat orð ella hvønn setning
nýtir tú oftast?
– Góða/góði! Kanska serliga
um konuna.
Hvørjum hyggur tú at hjá
hinum kyninum?
Eg hyggi altíð eftir heildini.
Hvussu langa tíð nýtir tú at
gera teg kláran um morgunin?
Eg fari altíð tíðliga upp – um
kl. 5.15. – og nýti í mesta lagi
30 min. til at gera meg kláran.
Síðan beri eg konuni kaffi á
song hvønn morgun.
Hvat stressar teg?
Eg veit ikki um nakað, ið
stressar meg. Eg tveiti altíð
tað frá mær, ið møguliga kann
stressa meg.
Hvat gleðir teg?
Tá tað gongst familjuni væl.
Ella yvirhøvur tá onnur hava
tað gott.
Nær feldi tú seinast eitt tár?
Í november mánaði, tá
beiggi mín doyði í einum
ferðsluóhappi, tá feldi eg fleiri
tár.
Nær smakkaði tú tær seinast
á?
Fyri tveimum vikum síðani
tá eg var í silvurbrúdleypi hjá
systkinabarninum og manni
hennara. Tað var ein rimmar
veitsla – haldi eg dansaði út í
eitt til kl. 4 á morgni
Hvat var tað seinasta ynski, tú
fekst uppfylt?
Tá alt eydnaðist væl hjá dóttur
míni eftir sjey ára langa
sjúkralegu.
Hvar arbeiðir tú?
Í Útvarpinum.
Hvørji ráð hevur tú til fólk, ið
ætla sær at fáast við útvarp?
At vera tann tú ert.
Hvat er besta uppfinningin?
Lekjandi heilivágur.
Hvat hevur tú í lummunum
beint nú?
Um tað var konan, ið skuldi
svarað, hevði hon sagt:
”leysar pengar”. Men júst nú
havi eg bert eina kvittan fyri
døgurðamatin, eg júst havi
etið á Sjónmansheiminum, og
mínar lyklar.
Hvat er títt besta heimaráð?
At skapa hugna og trivna
heima. Annars at loysa
trupulleikar beinanvegin
– áðrenn teir koma ov nær og
mennast.
Hvør er stuttligast í Føroyum?
Tað eru ómetaliga nógv
stuttlig fólk í Føroyum, men
tá eg flenni mest, eri eg saman
við vinmonnunum Harry og
Martin. – Vit kunnu sita uppi
eina heila nátt og flenna, og tá
er eingin húsfriður
Hvør er keðiligast í Føroyum
og hví?
Áðrenn nakar so keðiligur
kemur mær nær, eri eg langt
síðan farin frá tí persóninum.
Hvussu ofta speglar tú tær?
Eg noyðist at spegla mær, tá eg
raki mær, og tað er av neyð.
Hvussu ofta ert tú til frisør?
Eina ferð um mánaðin.
Hvør er tín stuttligasta
uppliving í útvarpinum?
Tað hevur verið ógvuliga
stuttligt, tá Øssur, Kári og
eg hava verið uttanlands
saman. Eitt tað stuttligasta
var helst, tá Finnur Olsen
og eg gjørdu eina sending
saman ,’Av grøna báti yvir
á Crown of Skandinavia’.
Og brádliga misti Finnur
ljóðbandið, ið fór rullandi
eftir gongini – bert ein
minutt áðrenn vit skuldu í
luftina. Og hvat skuldu vit
nú gera? Vit máttu bara byrja
at senda sendingina og rulla
ljóðbandið upp so við og við.
Tá vit so loksins fingu spolan
á bandavspælaran, lógu vit
flatir á gólvinum og flentu.
Hvør er tín keðiligasta
uppliving í útvarpinum?
Tá sendingin ’Hvat nú?’ varð
tikin av skránni.
Elis Poulsen,
útvarpsvertur,
53 ár
»Eg fari upp uml. kl. 5.15«