Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-17, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2006síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 – 17. februar 2006 37 sin lovlige Ret og belovede det passerede beskreven meddeelt. – Under min Haand og Not: Segl. - . L. Olsen Sally og Polly var sostatt 74 komerce leistar stór. Tað er eitt rættuliga stórt skip – einar 150 BRT á nútíðar máli. Varð vrak Hon varð standandi á sandinum allan veturin og fórst, sum vera man illa. Ikki fyrr enn í mai mánað sama ár verða rovini av skrokkinum seld á uppboðssølu. Keyparar eru Nólsoyar Páll saman við ríkmonnunum Peri Larsen í Gjørdum í Porkeri og Jákupi Jacobsen (Rádna bónda) í Toftum suðuri í Vági. Úr hesum og kanska øðrum tilfari við – annað skip var um somu tíð farið á land í Froðba – varð Royndin Fríða smíða á Fløtuni Fríðu suðuri í Vági. Ein brigg sum hevur mált 74 leistar, hevur verið einar 100 føtur long, einar 25 føtur breið og einar 8 føtur djúp. Burðarorkan á skipi varð gjørd upp í kommerce-leistum. Til at fáa talið av leistum varð longdin á skipinum multipliserað við miðalbreidd og miðaldýpi dividerað við 242,5. Øll mát í enskum fótum. Til at rokna um til BRT verður faldað við tvey. Royndin Fríða Mátini á Royndini Fríðu vóru: longd 23 alin og 3 tummar, breidd á miðjuni omandekks 7 alin og dýpið undir dekkinum 3 alin og 9 tummar. Hesi mát svara til eitt skip, sum er nakað oman fyri 10 leistar stórt ella o. u. 25 BRT. Skjøl vísa, at á tí eina túrinum til Keypmannahavnar var Royndin Fríða lastað við 9 leistum av koli og 2000 skipstroyggjum, og gevur tað umleið 20 tons. Sjálvandi hevur hon tá verið fullfermd. So stórur er munurin í stødd á Sally og Polly, sum fór á land í Hvalba og gjørdist vrak, og Royndini Fríðu, at tað ógjørligt fær verið sama skipið, so sum onkur hevur hildið uppá. Sally og Polly var í hvussu so er 6 ferðir so stór sum Royndin Fríða. Sally og Polly var eitt skip, riggað sum brigg. Royndin Fríða var ein hampiliga stórur deksbátur riggaður sum skonnart. So víst var Royndin Fríða smíðað av nýggjum og var ikki nøkur brigg sum pjøssað var uppá. Sýnisbrævið Tað hevur verið borið fram, at sýnisskjalið hjá Royndini Fríðu er eitt falsað skjal. Onkur er farin so langt sum at siga, at Jákup Nolsøe, bróðir Nólsoyar Páls, er hann, ið falsað hevur. Hvørjum endamáli tað skal tæna at siga, at skjalið er falsað, dugi eg ikki at siga. Annað enn útspilling. Páll Nolsøe sigur í Siglingar­ søguni, at skjalið, sum ikki er undirskrivað, varð funnið sløðandi millum onnur skjøl og man vera ein kladda, og at sorinskrivarin man av misgávum hava gloymt at føra tað inn í notarialprotokollina, sum annars var vanlig mannagongd. Tað sæst týðiliga á skjalinum, at tann, sum pennin hevur ført, er Laurits Olsen, sorinskrivari og ikki Jákup Nolsøe. Undirskrivaða skjalið hevur Nólsoyar Páll helst sjálvur fingið, og er tað tá farið saman við Royndini Fríðu. Mátini í sýnisskjalinum samsvara væl við mátini á einum skipi, sum er umleið 10 leistir til støddar, og tað er í hesum sambandi tað, sum hevur áhuga. Tískil er eingin ivi um, at skjalið gevur eina rætta mynd av Royndini Fríðu. Bakbíta okkara egnu Spell er at eitt slíkt reystmenni sum Nólsoyar Páll skal verða fyri bakbiti av nútíðar vesalavættum. Heldur áttu vit at frøtt okkum um at hava fostrað slíkar hetjur og umrøtt tær við sóma. Tøkk til Landsskjalasavnið fyri hjálp at leita fram skjøl og til Annu Sofíu í Vági fyri at hava hjálpt mær at lisið skjølini. Sýnisbrævið hjá »Royndini fríðu« Skonnart Tað størsta reystmenni, Føroyar hava fostrað í nýggjari tíð, var Nólsoyar Páll, sigur Guttormur Mynd: Jens Kristian Vang