Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 36 - 20. februar 2006 ÍSLAND Ring á telefon nr. 345960 ella 545970 ella skriva á teldupost cargo@sbwcargo.com ...Skjótasta flutningstænasta á Norðuratlantshavi ! FØROYAR HETLAND NOREG DANMARK Vit hava fingið veingir SBW Express bjóðar dygdargóða flogfrakt tænastu til ein kappingarføran prís. SBW Express bjóðar dygdargóða flogfrakt tænastu til ein kappingarføran prís. Dygdar skjótihurðar, við kúluleiðum - verða gjørdar eftir uppgivnum mátum á Hjalla - 188 Hoyvík Tlf 315415 - Fax 319001 Hóskvøldið kom nýggja skipið Bliki á Vág og varð móttikið av fólkamongd og fýrverki Skip Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Nýggja skipið hjá vágbingum, Bliki, kom á Vág hóskvøldið um 18:30 tíðina. Mongd av fólki tók ímóti og skipið varð heilsað við fýrverki, og Hans J. Joensen úr havnanevndini í Vágs Býráð helt røðu.. Tað er P/F Tvøran, ið hevur keypt skipið úr Ålesund, sum liður í endurnýggjanini av skipum felagsins. Í 2004 keypti felagið Brodd úr Noreg og fekk skipið navnið Nesborg I. Nú hevur Tvøran keypt Bliki, ið kemur í flotan fyri Nýborg og skulu hesir báðir nýggajru nú partrola. Bliki er 29,28 metrar langur og 8,75 metrar breiður. Bliki er bygt á Lunde Varv och Verkstad A/B í 1988. Røðan hjá Hans J. Joensen sæst á heimasíðuni HYPERLINK »http://www. sudurras.fo« www.sudurras. fo, har myndir av skipinum eisini eru at síggja. Bliki kom flaggskrýtt á Vág Brennistøðin á Hjalla stongd Nú Brennistøðin skal høvuðsumvælast verður eingin brenning í tíðarskeiðnum 20. februar til 24. apríl. Miðað verður ímóti, at ruskskipanin verður nervað sum minst í hesum tíðarskeiðið, sigur Tórshavnar Kommuna Rusk Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ruskinnsavningin heldur fram sum vanligt, og tikið verður ímóti burturkasti á Endurnýtsluni á Hjalla og í Kollafirði. Endurnýtsluni á Hjalla er í hesum tíðarskeiðið opin mánadag til fríggjadag kl. 9-16, leygardag er stongt. Borgarar og virkir verða biðin um at taka hesi atlit: 1. At avmarka burtur- kastnøgdirnar mest møgu- ligt 2. At skilja mest møguligt av pappíri og pappi frá til endurnýtslu og nýta grønu spannina til hetta endamálið ella lata tað í viðkomandi bingju á Endurnýtsluni. Størri nøgdir av pappi frá virkjum kunnu latast beinleiðis til IRF. Tikið verður ikki ímóti burturkasti, sum skal til beinleiðis brenning. 3. At burturkast, sum kann spillast, t.d. matrusk o.t., verður hildið atskilt frá øðrum burturkasti og koyrt í viðkomandi bingjur á Endurnýtsluni, meðan annað brennbart burturkast, sum ikki spillist, t.d. timbur o.t., verður koyrt í aðrar bingjur. 4. At brennbart burturkast í bingjum frá virkjum verður býtt sundur í tílíkt sum spillist, og tílíkt, sum ikki spillist, sigur Tórshavnar Kommuna í tíðindaskrivi.