mánadagur 20. februar 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 36 - 20. februar 2006
5
- Eg havi sagt, at tað
er púra burtur við at
byggja ein tunnil eftir
sløttum niðri í Leir-
víkar bygd, sum
kanska fer at kosta
einar 100 miljónir
krónur meira, enn ein
vegur oman fyri
bygdina kostar, sigur
Bárður Nielsen,
landsstýrismaður í
fíggjarmálum
LEIRVÍK
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Landsstýrismaðurin í vinn-
umálum, Bjarni Djurholm,
hevur lagt fyri løgtingið
uppskot um at leingja
freistina til framløgu av
verklagslógini um vegafør-
ingina í Leirvík í sambandi
við Norðoyatunnilin. Or-
søkin til umbønina um út-
seting er, at uppskotið um
veg og lokrennu niðri í
bygdini í Leirvík skal kann-
ast nærri.
Á vælmøttum borgara-
fundi í Leirvík herfyri kom
fram, at stórur meiriluti er
millum bygdarfólkið fyri
vegaloysn við lokrennu
niðri í bygdini. Uppskotið
hjá Landsverki við vegi
oman fyri bygdina og niðan
fyri bygdarhúsið fekk lut-
falsliga lítla undirtøku.
Atkvøðugreiðslan millum
leirvíkingar á borgarafund-
inum vísti, at 165 fólk vóru
fyri vegi og lokrennu niðri í
bygdini, 17 fyri vegi oman
fyri bygdina – og 5 atkvøð-
ur vóru blankar.
Púra burtur við
Seinastu dagarnar hevur
ljóðað, at fíggjarmálaráð-
harrin, Bárður Nielsen,
slett ikki er fyri at brúka
nógv meira pening niðri í
bygdini í Leirvík, enn
loysnin oman fyri bygdina
og niðan fyri bygdarhúsið
hevði kostað.
- Eg havi sagt, at tað er
púra burtur við at byggja
ein tunnil eftir sløttum niðri
í Leirvíkar bygd, sum
kanska fer at kosta einar
100 miljónir krónur meira,
enn ein vegur oman fyri
bygdina kostar, sigur fíggj-
armálaráðharrin avgjørdur.
Hann vísir á, at Lands-
verk sigur seg kunna fremja
vegaloysnina oman fyri
Leirvíkar bygd fyri góðar
40 mljónir krónur, meðan
eingin við vissu veit, hvat
vegaloysnin við lokrennu
niðri í bygdini kemur at
kosta. Tøl millum slakar 90
miljónir krónur og heilt upp
í slakar 150 miljónir krónur
hava verið frammi.
- Hetta merkir, at vegur
og lokrenna niðri í bygdini
kunnu koma at kosta einar
tríggjar ferðir so nógv sum
vegurin oman fyri bygdina.
Bárður Nielsen vísir á, at
nú framløgan av verklags-
lógini um vegaføringina í
Leirvík verður útsett, verð-
ur uppskotið, sum NCC
saman við J & K Petersen
eru komin við, kannað
nærri.
Meira "átiligt"
- Vísir tað seg, tá ið kann-
ingarnar eru lidnar, at vega-
føring við lokrennu kann
fremjast fyri tað tvífalda av
tí, sum vegurin oman fyri
bygdina kostar, sær hetta
hóast alt eitt sindur meira
"átiligt" út, sum hann tekur
til.
Bárður Nielsen heldur tó,
at ein vegaføring oman fyri
bygdina er ein góð loysn
fyri leirvíkingar, og hann
heldur tað ikki vera skila-
gott landsbúskarliga at
brúka meira pening enn
neyðugt til loysn av hesi
vegaføring.
- Fáa leirvíkingar veg við
lokrennu á sløttum, sum í
minsta lagi verður tvífalt so
dýrt sum ein vegaloysn om-
an fyri bygdina, kunnu vit
vænta, at trýstið aðrastaðni
fer at veksa.
Hann vísir á, at nógva-
staðni kring landið er nógv
ferðsla, og tað er ikki alla-
staðni, at vegirnir eru út-
bygdir samsvarandi ferðsl-
uni.
- Hava vit fyrst givið eftir
og samtykt eina nógv dýr-
ari loysn enn hana, sum
annars kann loysa málið á
ein sømiligan og forsvarlig-
an hátt, kunnu vit vænta, at
aðrar kommunur fara at
seta somu krøv.
Órógvandi elementir
Bárður Nielsen heldur, at
verkætlanin við vegi og
lokrennu tykir honum held-
ur "vill", sum hann tekur
til.
- Eg havi einki ímóti, at
neyvari kanningar verða
gjørdar av uppskotinum hjá
NCC og J & K Petersen,
men sjálvt um henda verk-
ætlan sær út til at kunna
fremjast fyri "bert" 50 milj-
ónir krónur meira enn veg-
aføringing oman fyri bygd-
ina í Leirvík, haldi eg
avgjørt, at vit eiga at halda
okkum til bíligaru loysnina.
Landsstýrismaðurin end-
urtekur, at tað eru ov nógv
órógvandi "elementir" í
fjøruloysnini við lokrennu,
og í hesum sambandi hugs-
ar hann serliga um "kava-
bóltin", sum hann heldur
rættiliga kann fara á rull
við eini slíkari verkætlan.
- Tað er løgtingið, sum
tekur endaligu avgerðina –
og alt eftir, hvørji tøl verða
á borðinum til ta tíð, vóni
eg, at løgtingið tekur eina
ábyrgdarfulla avgerð, bæði
búskaparliga og samferðsl-
uliga.
Landsstýrismaðurin
í
fíggjarmálum
sigur,
at
landsstýrið hevur til upp-
gávu at arbeiða eftir ynskj-
unum hjá løgtinginum, og tí
dugir hann ikki í løtuni at
siga, hvat endaliga úrslitið
verður.
- Eg eri í hvussu er ikki
fyri at byggja veg og lok-
rennu á sløttum niðri í
bygdini í Leirvík, sum
kanska kemur at kosta tvær
ella tríggjar ferðir so nógv
sum ein vegur oman fyri
bygdina,
sigur
Bárður
Nielsen, fíggjarmálaráð-
harri.
Kortanei til tríggjar
ferðir so dýran tunnil
Bæði Andreas Peter-
sen, javnaðarting-
maður og Alfred
Olsen, sambandsting-
maður, søgdu seg á
borgarafundinum
vilja stuðla leirvíking-
um í málinum um
vegagerð og lokrennu
LEIRVÍK
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sum kunnugt mælir eitt
samt bygdarráð í Leirvík
til, at vegagerð við lok-
rennu verður loysnin upp á
vegaføringina í sambandi
við Norðoyatunnilin.
Á
borgarafundinum
søgdu fleiri politikarar,
bæði í samgongu og í and-
støðu, seg taka undir við
loysnini, sum Leirvíkar
bygdarráð og stórur partur
av leirvíkingum mæla til.
Flestu vóru fyri
Úr andstøðuni søgdu bæði
sjálvstýrismaðurin, Kári P.
Højgaard, miðflokkamað-
urin, Bill Justinussen og
tjóðveldismenninir, Karst-
en Hansen og Tórbjørn Jac-
obsen, seg taka undir við
vegaloysnini við lokrennu.
Á hinari síðuni hildu
fólkafloksmenninir, Kjart-
an Joensen og Jógvan á
Lakjuni, at loysnin oman
fyri bygdina og niðanfyri
bygdarhúsið
er
meira
ábyrgdarfull búskaparliga,
tí hon eftir tølunum hjá
Landsverki er nógv bíligari
og eisini er forsvarlig
ferðslutrygdarliga.
Eitt tað mest áhugaverda,
var tað, sum samgongupol-
itikararnir, Andreas Peter-
sen úr Javnaðarflokkinum
og Alfred Olsen úr Sam-
bandsflokkinum, søgdu.
Teir
vóru
nevniliga
samdir um, at leirvíkingar
eiga at fáa ta loysn, sum teir
halda vera ta bestu – treyt-
að av, at hendan ikki verður
alt ov dýr at fremja í verki.
Andreas Petersen, løg-
tingsmaður, helt loysnina
við vegaføring við lok-
rennu vera nógv ta skila-
bestu, og hann segði seg
vilja arbeiða fyri, at Javn-
aðarflokkurin tekur undir
við henni, um uppskotið
hjá NCC og J & K Petersen
upp á 87 miljónir krónur
heldur.
Alfred Olsen segði eisini,
at hann og Sambandsflokk-
urin taka undir við vega-
loysnini við lokrennu, um
verkætlanin kann fremjast
fyri einar 80-90 miljónir
krónur.
Løgtingið avger
Vísandi til samrøðuna á
hesi síðuni við Bárð Niel-
sen, er ikki vist, at tað verð-
ur so lætt hjá fíggjarmála-
ráðharranum og samgong-
uni at ganga uttan um ein-
mæltu samtyktina hjá Leir-
víkar bygdarráð - og breiða
fólkaviljanum
millum
borgararnar í Leirvík.
Skulu vit taka javnaðar-
og sambandstingmenninar,
Andreas Petersen og Alfred
Olsen, fyri tað, teir søgdu á
borgarafundinum, fara teir
at gera sítt til, at leirvíking-
ar fáa ta loysn, teir ynskja
sær.
Og ynskið hjá leirvíking-
um er klokkuklárt; tað er
vegagerð niðri í bygdini við
lokrennu oman fyri havna-
lagið í Leirvík.
Samgongumenn fyri fjøruloysn við lokrennu
- Fáa leirvíkingar veg við lokrennu á sløttum, sum í minsta
lagi verður tvær ella tríggjar ferðir so kostnaðarmikið sum ein
forsvarlig vegaloysn oman fyri bygdina, kunnu vit vænta, at
trýstið aðrastaðni fer at veksa, sigur Bárður Nielsen,
landsstýrismaður í fíggjarmálum
Kut úr uppskotinum
um lokrennu hjá
Teknistovuni í Gøtu