mánadagur 20. februar 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 36 - 20. februar 2006
Í dag letur nýggja
deildin hjá Føroya
Sparikassa upp í
Bøgøtu í Klaksvík.
Føroya Sparikassi
hevur ongantíð
áður havt deild í
Norðoyggjum, men
sambært leiðaranum
á nýggju deildini eru
vónirnar sera góðar.
Í fyrstu atløgu fer nýggja
deildin at halda til í leigaðum
hølum í Bøgøtu 12, har fýra
fólk dagliga fara at starvast.
Men seinni í ár flytur Føroya
Sparikassi virksemi sítt inn
í húsaognina hjá handlinum
EL-IN, ið Sparikassin hevur
ognað sær.
Norðoyggjar ein part
ur av meginøkinum
Føroya Sparikassi hevur nógv
viðskiftafólk í Norðoyggj
um, og fleiri norðoyingar
eru eisini partaeigarar í
peningastovninum. Eyðun
Mørkøre, leiðari á nýggju
deildini í Klaksvík, er
sannførdur um, at tíðin nú
er búgvin til at lata nýggju
deildina upp:
– Vit hava nógv viðskifta
fólk her í Klaksvík, og
við nýggju deildini kunnu
vit veita teimum eina enn
betri tænastu enn áður. Nú
Norðoyggjar eisini í næstum
fara at verða ein partur av
meginøkinum, fer meira
ferð at vera á staðnum,
og hesum øki ynskja vit í
Føroya Sparikassa sjálvsagt
at verða ein partur av. Tað
er heldur ikki av tilvild, at
vit lata deildina hjá okkum
upp júst nú. Tað, at undir
sjóvartunnilin letur upp, ger
tað bara lættari hjá okkum.
Vónirnar góðar
Hóast Norðoyatunnilin gev
ur fyritøkum í Norðoyggjum
møguleikan at víðka um
virksemi sítt hinumegin
Leirvíksfjørð, ber tað tó
eisini til, sum hjá Føroya
Sparikassa, at fara norður um
fjørðin at vinna sær kundar
í norðoyggjum. Og sjálvt
um Føroya Sparikassi enn
er minsti bankin í Klaksvík,
eru framtíðarvónirnar hjá
leiðaranum sera góðar:
– Vit ætla at fáa nógv
burtur úr okkara virksemi í
Klaksvík. Í løtuni hava vit
størru helvtina av øllum
kundunum aðrastaðni í
landinum, og hetta ætla vit
eisini at stevna eftir her. Vit
fara at miða eftir at fáa øll
viðskiftafólk – bæði vinnu-
og privatkundar, og allar
verkætlanir eru vælkomnar
til okkara.
Somuleiðis væntar Eyðun
Mørkøre, at nýggja deildin
hjá peningastovninum fer at
koma øllum til gagns:
– Eg vóni, hinir bankarnir
í Klaksvík fara at taka væl
ímóti nýggju deildini. Tað er
gott, spennandi og stuttligt
við kapping. Og nú hon
gerst størri, mugu bankarnir
bara spenna seg enn meira
út – og hesum fáa serliga
viðskiftafólkini ágóðan av.
Deildin í Klaksvík
heldur øðrvísi
Deildin hjá Sparikassanum í
Klaksvík er heldur øðrvísi á
at líta enn flestu bankadeildir.
T.d. er eingin kassi, har
inn- og útgjaldingar verða
avgreiddar, men heldur tyk
ist hølið at bera á brá av eini
opnari skrivstovu:
– Ætlanin er, at henda
deildin heldur skal sýnast
at vera eitt ráðgevingarhøli,
har kundar kunnu koma í
frið og náðum og fáa ráð
geving. Men hóast hetta,
hevur deildin í Klaksvík
allar tænasturnar, ein vanlig
deild hjá Sparikassin hevur
at bjóða.
Føroya Sparikassi letur
upp í Klaksvík
Í sambandi við, at Føroya
Sparikassi letur deild
upp í Klaksvík í dag,
var hugnalig móttøka
fríggjadagin 17. februar í
KÍ-caféini. Á móttøkuni
var ymiskt á skránni, m.a.
tónleikur, røður og okkurt
gott undir tonnina. Heilt
fitt av fólki var til staðar,
og vit loddaðu dýpið
fyri at frætta, hvussu
noyðoyingar fara at taka
ímóti Føroya Sparikassa,
og hvørjar vánir
peningastovnurin hevur
til virksemið í Klaksvík.
Sólrun
Olsen,
hárfríð-
kanar-
kvinna:
Eg haldi, tað
er frálíkt, at
nýggjur peningastovnur kemur
til Klaksvíkar. Tað ger einki, at
vit hava eitt sindur meira at velja
ímillum. Ikki tí, eg haldi bankarnir,
ið longu eru her, røkja starvið
væl, men tað ger einki, at teir fáa
kapping – tað er bara stuttligt.
Í løtuni nýti eg Føroya Banka,
men av teirri orsøk, at sonur mín
arbeiðir í Føroya Sparikassa, fari
eg møguliga at flyta peningastovn,
hvør veit.
Steinbjørn
Jacobsen,
borgarstjóri
í Klaksvík:
Eg fari við vissu
at ynskja teimum
hjartaliga
til
lukku við deildini í Klaksvík.
Tað, at nýggjur Sparikassi
kemur til Klaksvíkar, boðar frá
eini nýggjari tíð. Vit eru nú ein
partur av meginøkinum, og at teir
koma til Klaksvíkar til okkara,
er ógvuliga jaligt. Vit hava í
seinastuni lagt stóra orku í at
verja teir almennu stovnarnar, ið
vit hava her, so sjálvur haldi eg,
landsmyndugleikarnir hava okkurt
at læra av hesum. Tað hevur eisini
alstóran týdning fyri kappingina í
Klaksvík, at nýggjur banki kemur,
og eg vænti, at hetta kemur bæði
borgarunum og vinnulívinum
til góðar. Eg rokni eisini við, at
nógvir norðoyingar fara at nýta
nýggja bankan. Øll fara sjálvsagt
har, tey fáa mest burturúr.
Karsten
Hansen,
fyrrverandi
lands-
stýrismaður
í fíggjar-
málum:
Eg haldi, tað bæði er jaligt og
gagnligt fyri nærsamfelagið og
fyri samlaða føroyska samfelagið,
at Føroya Sparikassi kemur til
Klaksvíkar. Kappingin fevnir jú
so víða, og um norðoyingar ikki
eru við í hesi kapping, verða vit
eftirbátar, so tað er gott, at nýggjur
peningastovnur kemur afturat í
virkið øki. Eisini er hugburðurin
hjá fólki broyttur ógvuliga
nógv seinastu 2-3 árini – t.d.
eru føroyingar farnir at keypa
partabrøv o.t. sum ongantíð áður,
og tað fer helst bara at vinda meir
og meir upp á seg.
Tíðirnar eru nógv broyttar
– undirsjóvartunnilin kemur og
alheimssamfelagið er komið
á kroppin á okkum, so hóast
norðoyingar flest eru ógvuliga
‘lokalir’, ivist eg onga løtu í, at
teir fara at taka væl ímóti nýggja
peningastovninum.
Eyðfinn
Reyðberg,
stjóri í
Norðoya
Sparikassa:
Eg
fari
at
bjóða Føroya
Sparikassa
vælkomnan
til
Klaksvíkar. Tað er altíð sunt og gott
við kapping, og slíkari kapping eru
vit í Norðoya Sparikassa heldur
ikki bangin fyri. Og um nýggi
Sparikassin kann føra við sær, at
fleiri verkætlanir koma í gongd
her í Klaksvík, er tað jú eisini ein
vinningur fyri ‘lokalsamfelagið’.
So alt í alt er tað bara hugaligt,
at vit gerast fleiri, ið kappast
um kundarnar, og vit eru heldur
ikki bangin fyri at missa okkara
viðskiftafólk. Vit hava jú eisini
boðað frá, at vit lata deild upp
í Havn og Runavík í septembur
mánaði, og tá meti eg, at vit megna
at røkka um 75% av føroya fólki.
So tað, at peningastovnarnir um
alt landið økjast, er bert ein ein
natúrlig menning.
Hvat halda norðoyingar um nýggju deildina hjá Føroya Sparikassa?
Samstundis, sum Sparikassin letur upp nýggju deildina í Klaksvík, fáa klaksvíkingar gleði av, at
húsameklarafyritøkan INNI, ið er dóttirfelag hjá Sparikassanum, letur upp nýggja deild í sama
bygningi. Tað verður Jón Simonsen, ið fyri tað mesta fer at taka sær av virkseminum hjá INNI í
Klaksvík.