mánadagur 20. februar 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 36 - 20. februar 2006
7
Landsverk: Eingi jarð
frøðilig viðurskifti eru til
hindurs fyri, at ein tunnil
kann gerast millum Gomlu
rætt og Skopun.
Ein spurningur er kort
ini, hvørja ávirkan ein
umfatandi umskaring kann
fáa fyri ætlanina. Henda
umskaringin kann vera
knýtt at einum sterkum
rivulagi við knústum gróti,
sum kann liggja í Skop
unarfirði. Hetta skulu tær
neyvu jarðfrøðiligu og seis
misku kanningarnar í ár
verða við til at greina út.
Annars hevur vinnumála
ráðharrin, Bjarmi Djur
holm í vikuni upplýst, at
hesin undirsjóvartunnilin
er partur av eini størri sam
ferðsluætlan, sum eisini
fevnir um sambandið til
Suðuroyar.
Samlaða prosjektið við
tunlinum fer væntandi at
taka umleið 8 ár og fer at
kosta millum 600 og 800
mió. kr.
Í ár eru játtaðar 5. mió
kr., ið verða nýttar til for
kanningarnar. Fyribils met
ingar vísa at longdin av
tunlinum verður 12 km og
longdin á vegunum verða
einar 500 metrar.
sb.
Havn: Hóast gamla vaska
rí’ið í Tórsgøtu ikki hevur
verið brúkt sum slíkt í
mong ár, so hevur kortini
verið ymiskt virksemi í
húsinum, sum telist mill
um elstu bygningar í hesi
gøtuni.
Sum skilst á býráðnum
so eru størri ætlanir við
hesum húsinum: Tað kann
koma til at gerast eitt
mentanarhús í miðbýnum
í Havn.
Ætlanin er at gera hetta
húsið í stand, og tá komið er
út á summarið skuldu helst
fyrstu sjónligu teknini sæst
fyri hesum. Í fyrstu syftu
skal fasadan gerast.
sb.
Kristinlív: Kristni felags
skapurin ”Samverkamenn”
fer í apríl mánaði at skipa
fyri eini listaframsýning í
Havn.
Á framsýningini vera
málningar frá ymsum
listamálarum, ið hava
givið málningar til henda
felagsskapin. Peningurin,
ið inn kemur, fer til ”Læri
sveinaskúlan í Pakistan”,
ið er ein ætlan sum Sam
verkamenn stuðla.
Upplýst verður, at um
okkurt listafólk ynskir
at geva ein málning, ella
onkur eigur ein málning
og ynskir at geva hann
til framsýningina, so
eru tey vælkomin at seta
seg í samband við felags
skapin.
Listaframsýningin verð
ur í Smiðjuni í Lítluvík í
døgunum 6. til 12. apríl –
t.v.s. beint undan páskum.
sb.
Listaframsýning til
frama fyri skúla
Gamla vaskarí’ið
sum mentanarhús
Einki forðar undirsjóvar
tunli til Sandoynna
– Fólkið í Sandavági
er sera væl nøgt
við ta tænastuna,
sum posthúsið
veitir. Tað er ikki
væntandi, at vit fáa
so góða tænastu, um
posthúsið verður
afturlatið. Væntandi
verður tað eisini
dýrari at geva tænastu
úr aðrari bygd, sig
ur bygdarráðið í
Sandavági.
Tey eru ikki einsa
møll um hesa støðu
takanina, tí tey allar
flestu við valrætti í
bygdini hava sagt tað
sama
Tænastur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Sandavágur: Ein unga kvinna
er við diskin og heintar ein
pakka, sum hon hevur fingið
sendandi. Hon er liðug við
síni postørindi, og fer út
gjøgnum dyrnar.
Tað ganga ikki meiri
enn tríggir minuttir, nú er
næsti kundi inni. Hesin
hevur nakrar spurningar
til avgreiðslumannin um,
hvussu hann kann senda
eitthvørt av landinum.
Hann er ikki meiri enn
farin út úr posthúsinum, tá
ein bilur steðgar uttanfyri.
Ein maður kemur innar við
hondin fullari við ymiskum
pappírum, hann skal hava
avgreitt.
Ein vanligur mikudagur
á posthúsinum í Sandavági.
Hetta staðið til at avgreiða
síni postørindi eru fólk sera
fegin um, men spurningurin
er bara, hvussu leingi tað
verður opið aftrat.
Sjálvt ynskir hvørt ein
asta sandavágsfólk at hetta
posthúsið skal verða varð
veitt. Men rødd ir hava
verið og eru enn frammi
um, at hetta posthúsið má
lúta fyri fíggjarorkuni hjá
stovninum.
Hetta veit fólkið, men tey
ætla sær kortini ikki bara
at standa hendur í lumma,
meðan hetta fer fram. Tey
valdu at engagera fólkið í
einum mótmælisskrivi til
myndugleikarnar ímóti hesi
afturlating.
Í september mánaði
2004 kundu tí umboð fyri
fólkið í Sandavági handa
340 undirskriftir til vinnu
málaráðið har heitt varð so
staðiliga á myndugleikarnar
um at varðveita posthúsið í
bygdini.
Í farna mánaði tóku bygda
ráðið og ein áhugabólkur
í Sandavági hetta málið
uppaftur, nú broytingar skulu
gerast í Postverkinum.
– Fyri ikki so langari tíð
síðani lótu peningastovnarnir
sínar deildir aftur her í bygd
ini. Og tí kunnu vit als ikki
góðtaka, at posthúsið nú eis
ini verður afturlatið, verður
sagt í hesum seinasta mót
mælinum.
Hetta mótmælisskrivið
varð eisini sent løgmans
skrivstovuni, flokkunum í
samgonguni og til løgtings
menninar í Vágum.
Stúra ella ikki stúra
At fólk í Sandavági nú
– í veruleikanum á øðrum
sinni! – hava sagt frá ynski
sínum at varðveita posthúsið
í bygdini kemur ikki av ong
um.
Í skrivinum vísa tey á,
at fyri meiri enn einum ári
síðani varð ein lóg samtykt
í tinginum um varðveitslu av
posthúsum kring landið.
Millum hesi støðini var
Sanda vágur, og sagt varð
eisini, at soleiðis kom at
verða í nógv ár aftrat: Sanda
vágsfólk høvdu onga orsøk
at stúra fyri posthúsinum í
bygdini.
Men fyri stuttum bórust
aftur tíðindi um eitt uppskot
at broyta løgtingslógina,
nú Postverkið sjálvt skal
umskipast. Her verður m.a.
skotið upp, at strika nakrar
av teimum bygdunum har
posthús framhaldandi skuldi
verða. Millum hesar var
Sanda vágur.
Men hetta hvørki kunnu
ella vilja sandavágsfólk
góðtaka, og hava tí tikið
stig til hesi bæði mótmæl
ini. Tað seinna varð handað
Bjarna Djurholm, vinnu
málaráðharra fyri sløkum
mánaði síðani.
Eingin almenn
tænasta
Í Sandavági er støðan hon,
at bygdarfólkið hevur havt
góðar umstøður at fáa
ørindi sínum avgreidd í
peningastovnunum.
Eitt skifti høvdu allir teir
størru peningastovnarnir
hvør sína deild í bygdini,
men í dag er eingin peninga
stovnur. Allar deildirnar eru
afturlætnar, og nú óttast
fólk fyri at lokala posthúsið
verður tað næsta – ella
kanska tað seinasta.
Soleiðis sum fólkið skilir
støðuna, er ætlanin, at tey í
framtíðini ikki skulu hava
nakað stað, har tey kunnu
fáa eina almenna tænastu.
– Eldri og gomul fólk
kunnu ikki fáa greitt síni
ørindi her. Ikki so frægt
sum tey kunnu fáa eitt glas
av heilivági ella greitt síni
pengamál, uttan at leiga sær
bil av bygdini.
– Tað eru ikki øll sum eiga
nútímans tøkni. Og tí er tað
ófatiligt fyri okkum, at eitt
so stórt afturstig skal henda
í 2006, sigur fólkið.
Dýr afturlating
Posthúsið í Sandavági held
ur í dag til í hølum, har ein
peningastovnur áður helt
til.
Fólkið í bygdini eru sera
væl nøgd við ta tænastu, sum
posthúsið veitir teimum.
Men tey óttast fyri, at henda
tænastan verður ikki eins
góð, um posthúsið verður
afturlatið.
– Væntandi verður eisini
dýrari at geva tænastu úr eini
aðrari bygd, verður sagt.
– Tómt í bygdini um
vit missa posthúsið
•
Í 1918 lat upp brævstøð í Sandavági
•
Í bygdini búgva nú 766 fólk. Bara í fjør vaks
íbúgvaratalið við 28 fólkum
•
21 nýggj hús eru bygd ella verða bygd í næstum. Ein
størri útstykking stendur fyri framman
•
13. september 2004 vórðu handaðar 340 undirskriftir
sum mótmæli móti eini afturlating av posthúsinum í
bygdini. At kalla hvørt mansbarn, sum hevði valrætt
og sum var heima, skrivaði undir.
•
23. januar 2006 sendir Sandavágs kommuna og ein
áhugabólkur enn eina áheitan til landsstýrismannin í
vinnumálum um at varðveita posthúsið í bygdini.
FAKTA
Posthúsið í Sandavági er opið nakrar tímar hvønn einasta dag. Tað verður nógv brúkt av bygdarfólkinum, og tey vóna tí at tað
verður varðveitt í framtíðini
Mynd: Snorri Brenx
Um nøkur ár verður kanska koyrandi undir Skopunarfjørð
Mynd: Jens Kr. Vang