Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 36 - 20. februar 2006 Marknaðarrák Aftur í farnu viku var friðarligt á fíggjarmarknaðunum. Týdningarmesta hendingin var hósdagin, tá Ben Bernanke helt røðu í amerikanska senatinum. Bernanke er nýggi formaðurin fyri amerikanska tjóðbankanum, Fed. Hann tekur við eftir navnframa Alan Greenspan. Sum fastir lesarar av Marknaðarráki uttan iva eru greið yvir, løgdu fíggjarmarknaðarnir sera stóran dent á alt, sum Greenspan segði. Sitið varð undir hvørjum orði. Tað sama verður uttan iva galdandi fyri Bernanke, og tí var hendan fyrsta røða hansara av stórum týdningi. Serliga høvdu marknaðirnir eyguni við, um hann mundi hava aðrar meiningar um peningapolitikkin enn Greenspan. Tað kom tó eingin nevnisverd broyting í orðingunum. Bernanke er uttan iva greiður yvir, hvussu stóran týdning hansara orð hava, og yvir hvussu viðkvæmir marknaðirnir eru fyri knappligum broytingum. Renturnar friðarligar Tað vóru ikki tær stóru rembingarnar á lánsbrævamarknaðinum. Danska 10-ára rentan hevur nú ligið um 3,5% síðan seinast í januar. Hesin friður er góður fyri realkredittlánsbrøv. Tá tað haraftrat verða fáar innloysingar til apríl- terminina, eru útlitini sum heild góð fyri realkredittlánsbrøv komandi vikurnar. Higartil hava 431 av teim 500 størstu fyritøkunum í USA kunngjørt roknskap fyri 2005. Av hesum kunngjørdu 65% betur úrslit enn væntað meðan 21% gjørdust verri ein væntað. Norðurlendsk partabrøv eru sum heild hækkað seinastu vikuna. Størstu hækkanina uppá 6,5% stóð Assa Abloy fyri, meðan Volvo lækkaði 2,27%. Íslendska felagið FL Group keypti 8,3% av B&O í farnu viku. Hetta fekk B&O at hækka 6%. Hendan vikan verður væntandi friðarlig. Eyguni verða vend móti prísvakstratølum úr USA og evropiskum vinnuálitistølum. Hesa vikuna kunngerða m.a. Carlsberg, GN Store Nord, Nordea umframt Nestlé sínar roknskapir. Hetta fer at merkja partabrøv hesa vikuna. Bernanke nýggjur tjóðbankastjóri Vika 8 2006 Donsk 10-ára renta Vísital fyri norrøn partabrøv Gjaldoyru Íløgufeløg Kursur +/- % Kursur +/- % USD 627,18 1,0% Lánsbrøv í DKK 102,70 0,3% JPY 5,32 1,9% Evru Lánsbrøv 171,95 0,1% GBP 1.094,11 0,0% Norrøn Partabrøv 111,89 -0,4% NOK 92,38 -0,6% Altjóða Vøkstur 74,51 0,0% Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar. 3,20% 3,40% 3,60% 13/11 14/12 14/01 1000 1040 1080 1120 13/11 14/12 14/01 Tá Føroya Sparikassi lat upp deild sína í Bøgøtu í Klaksvík í morgun, fingu Klaksvíkingar samstundis fyrstu ferð høvið at støkka inn á gólvið hjá húsa- meklarafyritøkuni p/f Inni at kunna seg um lokala húsamarknaðin Vinnulív Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Jónsvein Mortensen, stjóri á Inni, sigur, at fyritøkan leingi hevur havt ætlanir um at átaka sær sølu av húsum í Klaksvík, og at nú tóktist rætta løtan vera komin − Húsamarknaðurin í Klaksvík er bæði stórur og áhugaverdur, men tað skal ikki verða nøkur loyna, at túrurin um Leirvíksfjørð ofta hevur kenst sum ein forðing. Tað er lítið at ivast í, at fólk aðrastaðni í landinum fara at sýna áhuga fyri at keypa sær hús í Klaksvík, nú Norðoyatunnilin skjótt letur upp sigur Jónsvein, sigur Jónsvein og leggur afturat, at tey longu hava fingið hús at selja í Klaksvík. Tá hús verða seld gjøgnum p/f Inni, hevur seljarin møguleika fyri at lata ogn sína sýna av royndum byggifrøðingi, sum hevur fingið serliga útbúgving. Endamálið er, at møguligir keyparar skulu fáa eitt gott grundarlag at taka støðu út frá í sambandi við, at ognin verður víst fram. Jónsvein vísir samstundis á, at tað uttan iva fer at kennast sum ein stórur lætti hjá seljarum at kunna lata eini professionellari fyritøku taka sær av søluni. − Tað vil so vera, at í einum lítlum samfelag frættist tað skjótt, um onkur hevur ætlanir um at selja húsini. Og ofta kann tað hava við sær, at seljarin kann kenna seg eitt sindur kroystan av at skulu taka støðu til, hvør skal sleppa at keypa, sigur Jónsvein, sum avgjørt heldur tað vera ein stóran fyrimun hjá meklarafyritøkuni at vera á staðnum, har tey best kunnu hava ein fingur á pulsinum við tí, sum hendir á húsamarknaðinum. Tað verður klaksvíkingurin Jón Simonsen frá p/f Inni, sum fyri tað mesta fer at taka sær av virkseminum hjá húsameklarafyritøkuni í Klaksvík. P/F Inni latið upp deild í Klaksvík Fyribils fer P/F Inni at halda til í hølunum í Bøgøtu, har Føroya Sparikassi lat upp deild Í Klaksvík í morgun