Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 36 - 20. februar 2006 9 Fríggjadagin legði Hans Tausen Olsen kongin í SEV- málinum. Hann valdi at leggja frá sær sum umboðs­nevndar­for­ maður, men hóast tað sigur hann seg vera ein glaðan mann. Hans Tausen Olsen sigur seg tó stúra fyri sinum egna flokki, Tjóðveldisflokkinum, tí hann heldur parta­ politikk og ikki minst Fólkaflokkin vera orsøk til, at úrslitið bleiv, sum tað bleiv SEV Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Fríggjadagurin 17. februar var dagurin, tá øll mótstøðan ímóti Klæminti Weihe mátti lúta fyri, teimum, ið stuðla honum. Ikki minst vakti tað ans, at umboðsnevndarformað­ur­in Hans Tausen Olsen valdi at leggja frá sær, tá tað var greitt, at umboðsnevndin samtykti, at val skuldi verða um, hvør skuldi sita í formanssessinum tey næstu trý árini. Spurdur, um hetta kom óvart á hann, sigur hann: – Jú, tað var óvæntað, tí man vildi ikki viðgera tað, sum veruliga var problemið hjá mær og meirilutan­um. Har var ein fólkafloksalli­ ansa ímóti okkum, og Tjóð­veldisflokkurin og bý­ráðssamgongan í Havn fóru við, sigur Hans Tausen Olsen, sum ikki metir, at tað var sakligt av fundinum at viðgera hetta problemið, sum hann metir tann enn uppsagda SEV-stjóran, Klæmint Weihe, vera. Hans Tausen Olsen er lim­ ur í Tjóðveldisflokkinum og hevur umboðað Runa­vík­ar komm­unu í umboðsnevnd­ ini. Runavíkar kommuna hev­ur 4 limir í nevndini. Hann fýlist tó á sín egna borg­arstjóra, Rodmundur Niel­sen, sum hann segði noktaði fyri, at hann slapp at vísa býráðslimunum í Runavík eina frágreiðing frá advokatinum hjá sær um SEV-málið. – Teir fingu meg út og fingu Regin Olsen, sum er fólkafloksmaður, inn. Valdið yvir SEV hevur ligið hjá Fólkaflokkinum, síðani tað var stovnað, og nú eftir knøppum ári hava teir fingið tað aftur, og nú er »den hellige grav velbevaret«, sigur Hans Tausen Olsen, sum ikki leggur fingarnar ímillum við at kalla partapolitikk orsøkina til úrslitið av valinum fríggjadagin. Væntar ikki broytingar Hans Tausen Olsen sigur seg ikki trúgva upp á tað, sum nú verður sagt um, at bygnaðarbroytingar skulu fremjast. – Hatta varð eisini lovað fyri knapt tveimum árum síðani, men tað er ein persónur sum forðar hesum, sigur Hans Tausen Olsen, og sipar enn einaferð til Klæmint Weihe. – Hvørki stýrið ella fólk sum t.d. Bjarti Mohr (ið mælti til, at val av um­boðsnevndarfor­manni skuldi fara fram, blðm.) kenna til peningarenslið í SEV, sig­ur tann nú fyrrverandi um­boðsnevndarlimurin, sum sig­ur seg og sína fam­ ilju hava verið tjóðveldisfólk alt sítt lív, og sjálvur sigur hann seg eisini hava skaff­ að sama flokki nógvar atkvøður. Hann skilir kortini ikki, hvussu hansara flokkur kundi góðtaka at halda fram við verandi leiðslu í SEV. Sum dømi um vant­ andi gjøgnumskygni nevn­ir hann tríggjar sterk­ streymsverkfrøðingar, sum eru farnir frá SEV og av land­ inum, av tí teir ikki fingu nakað munagott arbeiði á SEV, og tí fóru fakliga av kós og rýmdu undan hesum »fólkafloksokinum«, sum hann orðar tað. Somuleiðis nevnir Hans Tausen Olsen ferða­ útreiðslurnar hjá SEV, sum hann kallar »himmalhøgar« og eitt tal upp á 17 milliónir krónur, ið allar skulu vera brúktar uttan fyri húsið. – Eg stúri fyri gongdini í Føroyum í dag, um hetta skal halda fram, og eg stúri fyri Tjóðveldisflokkinum, um hann góðtekur hetta, sigur Hans Tausen Olsen, sum heldur eina orsøk vera, at býráðssamgongan í Havn skuldi varðveitast. Glaður maður Hans Tausen Olsen sigur seg vera soleiðis av lyndi, at hann ikki kann vera við, tá tað, hann ikki kann góðtaka, fer fram, og at tað fer fram í duldum, sum hann tekur til. Tí sigur hann seg vera ein glaðan mann í dag og hava sovið væl tær næturnar, sum eru farnar, síðani hann slapp úr heita sessinum í SEV- umboðsráðnum. – Eg hevði gjørt meg kláran at fara, sigur Hans Tausen Olsen, hóast hann ikki hevi væntað, at umboðsráðið fór at fella meirilutan í stýrinum. Nú fegnast hann um at fáa meira tíð til familjuna og abbabørnini, sum hann tekur til, og hann vísir staðiliga aftur, at hann skal hava selt flisar til SEV, sum hann sigur søgur ganga um. Sjálvur heldur hann, at tað er ein søga, sum Fólkaflokkurin hevur bryggjað ímóti honum. Leivur Hansen vil enn ikki siga, um Klæmint Weihe verður stjóri aftur í SEV SEV Theodor E. D. Olsen Leivur Hansen varð fríggja­ dagin afturvaldur í SEV- stýrið sum umboð fyri Tórshavnar kommunu, og hann varð eisini afturvaldur til stýrisformann. Hóast Klæmint Weihe eftir fundin segði tað vera ein lætta, at samansetingin í nýggja stýrinum bleiv, sum tað bleiv, so sigur Leivur Hansen seg ikki kunnu siga, um Klæmint Weihe endar aftur í stjórasessinum í SEV. – Tað fái eg ikki sagt nakað um, tí nýggju limirnir í stýrinum skulu hava møguleika at seta seg inn í málið og viðgera tað, sigur Leivur Hansen, sum ikki hevði væntað at útskiftingin í stýrinum fór at verða so stór, sum hon varð. Leivur Hansen sigur, at ein av uppgávunum hjá nýggja stýrinum verður at kanna spurningin um at skipa felagið á ein øðrvísi hátt í dag. M.a. sigur hann, at tos­að hevur verið um at skip­ að SEV sum partafelag, og at hetta hevur verið viðgjørt í kommunalum høpi. Sjálvur heldur Leivur Hansen eisini, at eitt slíkt útspæl skal koma frá kommunum, sum eiga SEV. Hann sigur seg vera samdan við Hans Tau­sen Olsen í, at størri gjøgn­ umskygni eigur at vera á t.d. fíggjarøkinum há SEV. M.a. eigur flutningsparturin og framleiðsluparturin at sundurskildir, sigur Leivur Hansen og vísir á, at slíkt tekur tíð, men at fyrsti partur í hes gongd longu byrjaði, tá núverandi fíggjarlóg hjá SEV kom í gildi. – Eingin ivi um tað, segði Klæm­int Weihe, tá hann varð spurdur, um val­ið av nýggjum stýri er ein lætti fyri hann. Tað er ógvuliga sannlíkt, at hann eisini verð­ ur stjóri í SEV í framtíðini, hóast hann formelt er upp­sagdur SEV Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Eftir ein sera spennandi og hendingarríkan um­boðsnevndarfund hjá SEV á Hotel Føroyum fríggjadagin, sum eina mest minti um eina Robinson-sending, har luttakarar vórðu valdir og vrakaðir, kundi Klæmint Weihe fegnast og Hans Tausen Olsen leggja kongin. Fyrsta mál á skránni var avgerðin um at velja nýggjan stýrisformann. Tað fall við 37 atkvøðum ímóti 31. Síðani varð atkvøtt, um nýtt stýri skuldi veljast. Hetta uppskotið varð góðtikið við 58 fyri og 11 ímóti. Í stýrið komu Eli Frederiksen, Suðuroy, Bødvar Poul­ sen, Sandoy, Poul Arne Jacobsen, Vágoy, Jógvan Emil Nielsen, Norðstreymoy, Torleif Sigurðsson, Norð­ oyggjar, Regin Olsen, Eysturoy, og Leivur Hansen, Tórshavn. Eftir at nýtt stýri varð valt, bleiv spurt, um nýggj­ur umboðs­­­nevnd­ ar­formaður skuldi veljast. Ein kontantur Bjarti Mohr úr Tórs­ havnar bý­ráð tók og orð­ið og segði bart út, at eftir at allir stýrislimir nú vóru vigaðir og stjór- in við, so átti Hans Tausen Olsen eisini at víst seg sum eitt mannfólk og lat­ið seg vigað. Atkvøtt varð tí fyrst, um nýggjur umboðsnevndar­for­ maður skuldi veljast, og hesum atkvøddu 45 fyri og 24 ímóti. Ivi um valbærið Avleiðingin av hesum var, at Hans Tausen Olsen valdi ikki at stilla upp til valið og takkaði fyri seg. Fýra mans stillaðu til valið sum um­boðs­ nevndar­for­maður. Teir vóru Kristian Fríðrik Olsen, Sonni Johansen, Sigurd Syderbø og Øssur Christiansen. Eitt sindur av orðadrátti stóðst tó av valbærinum hjá Øssuri Christiansen, av tí at hann framman undan var valdur sum eykalimur í stýrið, ið umboðsnevndin skal hava eftirlit við. Nøkur greið løg­ frøðilig staðfesting av hesum fekst ikki, men eftir kjak millum luttakararnar og ikki minst metingar frá Halgiri Winther Poulsen, advokati, ið ikki helt hetta vera so heppið, varð atkvøtt fyri, at Øssur Christiansen ikki skuldi sleppa at stilla upp. Úrslitið varð sostatt, at Kristian Fríðrik Olsen fekk 36 atkvøður, meðan Sonni Johansen og Sigurd Syderbø fingu ávikavist 17 og 16 atkvøður. Sostatt fall heitasti talsmaður fyri at fáa Klæmint Weihe úr stjórasessinum, nevni­ liga Hans Tausen Olsen, á fundinum í dag, meðan stuðlarnir hjá honum, t.d. Leivur Hansen, halda fram í stýrinum. Spurdur, um hetta var ein lætti, sigur Klæmint Weihe: – Eingin ivi um tað! – Hetta merkir, at tað, sum meirilutin í stýr­inum hevur hildið, tók umboðsráðið ikki undir við! Klæmint Weihe var tó skjótur at leggja afturat, at enn er hann uppsagdur sum stjóri í SEV, og at hetta má tað nýggja stýrið taka støðu til. Spurdur um hann ikki er formellur í sínum útsøgnum, nú hann kann vænta at verða settur aftur, svarar hann játtandi: – Jú, tað skal eg vera! Partapolitikkur orsøkin til SEV-valið – Eg stúri fyri gongdini í Føroyum í dag, um hetta skal halda fram, og eg stúri fyri Tjóðveldisflokkinum, um hann góðtekur hetta, sigur Hans Tausen Olsen, sum heldur eina orsøk til valið í SEV vera, at býráðssamgongan í Havn skuldi varðveitast. SEV møguliga partafelag Klæmint Weihe sigraði Klæmint Weihe fegnaðist um valið