mánadagur 20. februar 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 36 - 20. februar 2006
Fríggjadagin var sera áhugaverd ráðstevna fyriskipað av
Mentamálaráðnum í Norðurlandahúsinum, og evnið
var, sum vit greiddu frá her í vikuskiftisútgávu okkara,
gymnasialar miðnámsútbúgvingar. Orsøkin til ráðstevnuna
er tann, at vit her í Føroyum standa frammanfyri stórum
broytingum á útbúgvingarøkinum. Samfelagsbroytingarnar
eru skjótar og ógvusligar, og henda gongd setir stór krøv
til øll lið í útbúgvingarskipanini. Landsstýrismaðurin í
mentamálum hevur sett sær fyri at endurskoða føroysku
miðnamsútbúgvingarnar. Tað man vera almenn semja um,
at hetta er ein sera skilagóð avgerð í tøkum tíma. Tað má
tí metast eisini at vera skilagott, at øll áhugað fáa høvi at
ogna sær innlit í skipaninar í hinum norðurlondunum. Tað
var júst hetta, sum var ein týðandi partur av endamálinum
við ráðstevnuni.
Hvat kom so burturúr og hvat kunnu okkara skúlamyndug
leikar læra av royndunum hjá grannum okkara? Myndin var
tann, at broyttar samfelagsumstøður við broyttum vinnu
lívsbygnaði, globalisering og altjóðagerð krevja endurskoðan
og broytingar. Skipa vit ikki útbúgvingarnar, so tey ungu
kunnu fáa nógv betri miðnáms- og ungdómsútbúgvingar, so
megna vit ikki at takla ta broyttu heimsmyndina, har stórir
partar av arbeiðsplássunum fara at flyta til láglønarlond.
Danmark hevur megnað hetta. Hóast arbeiðspláss í tús
undatali verða flutt til Eystureuropa, Kina og nú eisini til
Latínamerika, so er vinnuloysið í Danmark tað lægsta í
áratíggjur. Hvussu ber hetta til? Jú, Danmark megnar at
tillaga útbúgvingarskipanina soleiðis, at hon lýkur krøvini,
ið fylgja við teimum ógvusligu broytingunum. Hjá dønum
trýtur hugflogið ikki – eitt nú kemur meistaralæran aftur.
Hetta er ikki fyri at skrúva tíðina aftur, men fyri at geva
teimum, sum ikki eru so bókliga sterk, ein nýggjan tjans.
Tey kunnu sum kunnugt vera sera hegnig og verður hetta
eins styrki fyri skipanina.
Annars vóru lyklaorðini samskipan, smidleiki, opinleiki,
nýskapan og nýhugsan. Áhugavert er, at tað gekk sum ein
reyður tráður, at myndugleikarnir í okkara grannalondum
kenna sera stóran tokka til og sýna stóra ábyrgd mótvegis
tí ættarliði av ungum, sum í hesum árum streyma til mið
náms- og ungdómsútbúgvingarnar. Tað ræður um at fáa
tey flestu við, at lofta teimum, sum fella frá og loyva øllum
innaftur, sum ynskja tað. Hesin sera jaligi og sera fordómsfríi
holdningur til tey ungu eyðkennir skúlamyndugleikarnar
í okkara grannalondum. Fleiri av fyrilestrarfólkunum
nevndu hetta, at tað snýr seg um tey ungu, um teirra val
og trivnað – teirra lív, ikki bert um samfelagstørvin! Her
hava lærarar, rektarar, embætisfolk og politikkarar okkara
nakað at læra.
Flestu lond vilja, at 95% hvørjum árgangi skal hava eitthvørt
slag av miðnams- ella ungdómsútbúgving eftir fólkaskúlan.
Hetta eru høg mál og okkara myndugleikar hava ivaleyst
fingið nakað at hugsa um her. Vónandi fer tann verkætlan
við endurskoðan og samskipan av miðnámsútbúgvingunum,
sum Mentamálarið nú fer í holt við, at føra til eina skipan,
har vit koma á hædd við grannarnar og helst eisini gerast enn
betur enn teir. Skulu Føroyar vera millum heimsins fremstu
tjóðir í 2015, so má allur skúlaskapurin sum skjótast mennast
til at vera millum tann besta í heiminum. Útbúgving er jú
fortreytin fyri menning og vælferð – fyri at vit skulu kunna
klára kappingina í eini altjóðagjørdari øld. Samantikið ein
frálík ráðstevna, ið gav bæði íblástur og evni til umhugsan
– eitt tiltak, sum tænir Mentamálaráðnum til æru.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Fokus á útbúgving
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
– tann 16. februar 2006 kl.
18:30 um trætuna millum
Fíggjarmálaráðið og Magist
arafelag Føroya um gjald
fyri vaktarhald.
Magistarafelagið ger
púra greitt, at tíðindini frá
fíggjarmálaráðharranum
í ÚF í kvøld mugu vera
tikin úr leysum lofti, og at
felagið púrt einki kennir
til tær upphæddir, ið lands
stýrismaðurin ber fram.
Støðan er hon, at Magist
arafelagið longu á fyrsta
fundinum við Lønardeildina
um málið, boðaði frá, at
felagið einans krevur at fáa
somu sømdir fyri vaktarhald,
sum Fíggjarmálaráðið longu
frammanundan letur til onn
ur feløg við samsvarandi fak
ligu bakgrund.
Faktum er, at Fíggjarmála
ráðið longu letur øðrum
feløgum omanfyri 30% av
teirra tímaløn í samsýning
fyri tilkallivakt, umframt
yvirtíðargjald fyri ta arbeiðs
tíð, fólk verða kallað til
arbeiðis.
Magistarafelagið boðaði
á sama fundi frá, at felagið
er sinnað at góðtaka eina
aðra og lægri upphædd
fyri sokallaða telefonvakt.
Á næsta fundinum kom
Lønardeildin við einum so
fullkomiliga órealistiskum
útspæli, at her reelt onki var
at tosa seriøst saman um.
Páhaldi hjá ráðharran
um byggir vónandi á mis
skiljingar og ikki á vill
leiðingar. Magistarafelag
ið fer tí at nýta høvið at
biðja landsstýrismannin í
fíggjarmálum um sjálvan at
koma á fund við felagið at
umrøða málið, soleiðis at vit
har vónandi fáa tosað okkum
til rættis um trupulleikan.
Magistarafelagið hevur undir
øllum samráðingunum víst
góðan samráðingarvilja og
vil ógvuliga fegið finna eina
skilagóða og sømiliga loysn
á hesum óhepna málið.
Rættleiðing til tíðindini í ÚF
Magistara
felag Føroya
– Spurningurin er ikki
um antin stutt- ella
langsiktaður hugs
unarháttur. Her fer
løgmaður aftur upp um
dagsins veruleikar, tí
talan er sjálvsagt um
bæði at hugsa stutt- og
langsiktað, skrivar
Jógvan við Keldu
Eg eri vendur aftur til røðu,
sum løgmaður helt á leið
aradegnum á Hotel Føroyum,
prentað í Sosialinum 1.
februar í ár. Kundi hugsa
mær at gjørt onkrar smávegis
fyribilsviðmerkingar.
Eitt kann av sonnum
sigast um løgmann; hann
dugir væl at orða seg, hevur
sera hugtakandi taliorgan
og er engageraður í sínum
røðum.
»Frá filétfabrik til idé
fabrik« kennist sum ein
titul til eina skaldsøgu, har
høvuðspersónurin kemur
úr ongum til og gerst vit
skapsmaður, og undir
hesi yvirskrivt sigur hann
m.a.: »Tú kanst velja at
brúka mandatið til at stýra
stuttsiktað t. v. s. í fýra ár,
ella tú kanst velja at stýra
langsiktað í kanska 10 ár
ella longur.« – »Vit hava valt
seinnu loysnina ..... vit hava
ásannað, at tað er nú nýggjar
leiðir mugu gangast«.
Onnur lond flyta seg
skjótt
Lat meg gera greitt, at talan
kann ongantíð vera um »ant
in – ella« í hesum føri. Tað
er altíð vandamikið at leypa
um veruleikan, tú í dag ert
í, tí at framtíðin – um 10 ár
– verður lættari. Tað land, ið
trýr, at tað er komið longur
um 10 ár og ikki tekur nútíð
ina grundiga í álvara og
handlar skjótt, er komið ov
stutt.
Sum nevndarformaðurin
á General Electric, Jack
Welch sigur: »Evnini hjá
einum virki til skjótt at læra
og umskipa tað lærda til
avgerð, er ultimativi kapp
ingarfyrimunurin«.
Tað er í dag avgerðir skulu
takast, og at tað lærda í einum
nú verður umskipað til
avgerðir. – Tað gevur úrslit.
Man løgmaður eiga
tekstin
Víðari sigur løgmaður: »Vit
mugu flyta okkum. Vit mugu
spæla ímóti teimum stóru.
Vit mugu taka dystin upp.
Vit mugu tryggja okkum,
at vit duga snildir og tann
taktikkin, ið gevur okkum
fult stigatal hvørja ferð.«
Tað kann undra, um løg
maður sjálvur eigur hesi
orð.
Eitt land hevur verið á
fremsta plássi í eini hálvt
annaðhundrað ár, nevniliga
USA. Er tað nakar politiskur
flokkur, sum hevur ákært
hetta land fyri at brúka
snildir og taktikk, og hvussu
hetta land hevur gjørt seg inn
á mannaættina, er tað júst
flokkurin hjá løgmanni og
løgmaður sjálvur.
Eisini kann dømið takast,
um skjóta og gløgga avgerð,
sum løgmaður kílaði niður,
nevniliga einskiljingina av
JFK, sum hann skírdi gjørda
á nátt og tað sum grovari var,
men sum eg ikki skal nema
við í fyrstu syftu.
Tað kennist eitt sindur
løgið, og fjáltur kemur á ein,
tá løgmaður nú brádliga fer
at tosa um snildir og taktikk
fyri at skapa samfelagnum
meiri kapital, tí verður hes
in kapitalur ikki skaptur av
ávísum persónum kemur
hann ikki, og kapitalur skapt
ur av fáum ávísum persón
um, er ikki nakar moralur,
Javnaðarflokkurin kann
standa inni fyri.
Um ikki nýtt so øðrvísi
Skulu vit yvirhøvur koma
longur á leið sammett við
londini uttan um okkum,
skal annað huglag til. Tá
skal politiska systemið ikki
ræðast um onkur vinnur
meiri pening enn ein annar.
Til seinast í hesum umfari
fari eg at heita á løgmann
og landsstýrissamgonguna,
um at fara í eitt meiri veru
leikakent og tættari samstarv
við vinnulívið, fakfeløgini og
aðrar partar út frá núverandi
veruleika, og ikki at hesin
verður umlopin. – Um ikki
endiliga verður hugsað nýtt,
so í øllum førum øðrvísi, tí
tað kann eisini verða nýtt!
Løgmaður og flosklarnir
Løgtingsmaður
Jógvan
Keldu