mánadagur 20. februar 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 36 - 20. februar 2006
11
Vinnupolitikkur í fokus:
Endamálið við vinnu
politikki Tjóðveldis
floksins er at tryggja eitt
sjálvberandi og fjøltáttað
vinnulív, sum verður
grundarlagið undir
einum sjálvstøðugum,
samhaldsføstum,
framkomnum og kapp
ingarførum samfelag á
altjóðastigi, har menn
iskjað og mentan er í
sentrum, sigur Heidi
Petersen, løgtingskvinna
Tjóðveldisfloksins
Tað vil siga, at alt vit gera
og arbeiða fram ímóti, er
við tí fyri eyga at skapa eitt
samfelag, har allir borgarar
hava møguleika at skapa sær
eitt innihaldsríkt og virðiligt
lív í samspæli við onnur
menniskju.
Málini eru:
At vit gerast sjálvstøðug
tjóð
At vit eru fíggjarliga óheft
At vit hava eitt blómandi
mentunar og andslív
At vit hava høgt útbúgvið
fólk
At árlig íløga á 3% av BTÚ
verður gjørd í gransking og
menning
At øll hava
arbeiðsmøguleikar
At øll hava møguleika fyri
egnum bústaði.
At øll sum tørva røkt og
hjálp í dagligdegnum fáa
tað
At øll sum hava tørv á
sjúkrahúsviðgerð fáa tað
At stættarmunurin minkar
Hetta eru nøkur mál eg haldi
vit skuldu sett okkum fyri
hvussu Føroyar skulu síggja
út í framtíðini. Tí uttan at
definera málini, koma vit
onga leið.
Bara tá málini eru greitt
sett upp, kunnu vit fara til
verka og finna út av hvussu
vit náa málunum.
Hvussu náa vit málum
okkara?
Grundsjónarmið Tjóðveldis
floksins er at privata vinnu
lívið verður rikið uttan stuð
ul úr landskassanum, meðan
leikluturin hjá tí almenna
hinvegin er at skapa góðar
og støðugar karmar at virka
undir, at skapa tað grund
støði ella undirstøðukervi
sum skal til fyri at hava eina
vælvirkandi vinnu, at tryggja
vælferðina hjá borgarunum,(
almanna- og heilsuverk) at
nýta orku uppá útbúgving og
gransking, at nýta orku uppá
skapanarevni og mentan.
Eisini eiga vit at nýta
orku uppá at útvega markn
aðaratgongd og skapa vinnu
møguleikar og samstarv úti
í heimi. At samstarva um at
fáa nýggjar vinnur á føtur,
og menna vinnur ið hava
góðar vakstrarmøguleikar,
er ein týðandi táttur í vinnu
politikkinum.
Hvussu vit náa hesum
málum vil eg royna at geva
nøkur boð uppá her.
Útbúgvingarlig innsats
økir innan: matvørufram
leiðslu, biotøkni, leiðslu
menning, framleiðslutøkni
til sjóð- og flakavinnu,
kunningar- og samskiftis
tøkni, eisini er íløga í vitan
ein týðandi táttur (og eg
taki undir við at útbúgv
ingarstøðið sum heild
verður hækka, eisini innan
eftirútbúgving og menning
av arbeiðsførleikanum hjá
ófaklærdum, sum frágreið
ingin frá landsstýrismann
inum eisini leggur upp til)
Útbúgvingartilboð innan
allar listagreinir har skap
anarevni hjá fólki mennast
og gerast vinnuvegur (sangur
og tónleikur, dansur og
sjónleikur, málningalist og
sniðgeving, softverdesign
o.a.) er eisini eitt øki sum
orka skal nýtast uppá
Granskingin má mennast
og samskipast og hava mið
víst sikti, og munandi meira
fíggjarorka, bæði almenn
og privat má satsast uppá
øki (taki als ikki undir við
upplegginum um gransk
arapark hjá landsstýris
manninum, tí vit eiga at
nýta og útbyggja verandi
granskingarstøð og stovnar,
eftir hansara leisti fer alt ov
nógv fíggjarorka í betong og
bygningar) útflutnings- og
marknaðarføringsgrunn sum
stuðlar marknaðarføring
og útflutningi av vørðum
og tænastum, harundir list,
eigur at verða settur á stovn,
heldur í dag enn í morgin,
so átrokandi meti eg hetta at
vera, tí hetta er eitt øki sum
liggur fullkomiliga ódyrkað
í dag , og tað kann onki land
ella vinnulív liva við
At íløgur framhaldandi
verða gjørdar í at útbyggja
undirstøðukervini innan
kunningar og samskiftis
tøkni, orku og samferðslu
(harundir at gera altjóða
flogvøll á best egnaða stað
og undirsjóvartunnil til Sand
oynna)
Íløgur í mál og mentan
soleiðis at søga og samleikin
fáa góðan gróðrarbotn og
kunnu verða við at skapa
eina sterka tjóð
Menna Føroyar sum
ferðamannaland, harundir
útbúgving í tænastum til
ferðavinnuna
Útvegan av veiði-, vinnu-
og samstarvsmøguleikum
úti í heimi.
Vinnuráð- ella hugskots
banka, sum veita vegleið
ing og ráðgeving til íverk
setarar
Lóggáva sum tryggjar
ræðisrættin á tilfeinginum á
føroyskum hondum
Ígongdsetara stuðul til
nýhugsan og menning av
nýggjum vinnum
Einskiljing av almennum
ognum, har skipað verð
ur fyri at almennar fram
leiðslufyritøkur gerast pri
vatar vinnufyritøkur. Hetta
skal gerast á tann hátt at
tær verða lýstar alment til
sølu og seldar um almenna
partabrævamarknaðin
Skattapolitikkurin skipast
so breiðastu herðarnar
bera tyngstu byrðarnar og
harvið er við at minka um
stættarmunin
Endurskoða allar vinnu
lógir og gera tær smidligari at
umsita og bøta um samskifti
við vinnuna
Laga almennu umsiting
ina til føroyska samfelagið
Nú er nóg mikið tosað
Samanumtikið vil eg siga
at nú er nóg mikið tosað
um vinnupolitikk, tíðin er
komin har meira skal til
enn orðavavstur, nú má og
skal nakað ítøkiligt henda.
Líka síðani 1999 hevur man
í Vinnumálaráðnum tosa um
vinnupolitikk, men ongi
ítøkilig úrslit fyriliggja.
Á fíggjarlógunum síggja
vit bara almenna umsiting
og framskriving av lønum.
Nakrar íløgur verða eisini
gjørdar, men haldi ikki tær
stiga uppundir at bøta um
karmarnar hjá føroyskum
vinnulívi. Tey gyltu orð
ini um visión 2015 eru
slettis ikki at finna aftur á
nakrari raðfesting hjá lands
stýrinum.
Heldur hinvegin eru prógv
fyri tí beint øvugta, teir smáu
spíranir sum hómaðust und
ir seinastu samgongu, er sit
andi samgonga í ferð við at
køva.
Vit kunnu nevna gransk
ingina sum er skerd, vit
kunnu nevna mentanina sum
er skerd, vit kunnu nevna
skattalættan, sum er vit til
at økja um stættarmunin, har
tey ríkastu fáa mesta lættan,
vit kunnu nevna avgjøld
sum raka sosialt skeivt (veg
skatturin), vit kunnu nevna
barnaverndarøki sum er lagt
út til kommunurnar, sum tá
landið fíggjaði var yvir ein
progressivan skattastiga, har
tey ríku rindaðu mest, til nú
at verða fíggja við einum
proportionalum skattastiga
hjá kommununum, har øll
rinda líka, líka mikið um tú
vinnur eina arbeiðaraløn ella
eina stjórðaløn.
Fult tjóðarfrælsi og
sjálvberandi búskap
Endamálið við øllum hesum
er at fáa bygt upp ein sjálv
berandi búskap, har eitt
fjølbroytt føroyskt vinnulív,
sum kann virkar heima hjá
okkum og um allan heim, er
við til at vinna útlendskan
kapital til landið, og á tann
hátt økja um vælferðina hjá
einstaka borgaranum.
Hetta hevur sum tað enda
liga málið at vinna Føroysku
tjóðini fult tjóðarfrælsi og at
hava møguleika at handla og
virka á altjóða pallinum, í
samstarvið og á jøvnum
føti við aðrar tjóðir, í einum
altjóða gjørdum heimi.
Nú er nóg mikið tosað
Løgtingskvinna
Heidi
Petersen
Fakta er, at krevja 975
fastbúgvandi útlendingar
í Føroyum familjusaman
føring, kunna teir gerast til
4875. 2% útlendingar kunna
gerast til 10% innflytarar.
Her eru ikki norðurlendingar
tiknir við. Løgmaður tosar
um eina jaliga viðferð. Hvar
eru fjølmiðlarnir og politik
ararnir og hvar eru vit sjálvi
stødd í hesum álvarsmáli.
Vit eiga hetta landið tí
vit fingu tað frá okkara for
eldrum. Tað er politikkurin
nú, ið avger samfelagið ið
børn okkara skula liva í.
Arbeiðsloyvi er ikki
tað sama sum ríkis
borgaraskapur
Tað er neyðugt at minnast,
at tá ein útlendingur kemur
inn uppá eitt eitt ára arbeiðs
loyvi, so er tað tað ið avtalan
snýr seg um. Um tað verður
longt eitt ár afturat, so er tað
tað ið avtalað er. Føroyska
samfelagið er ikki bundið
longur enn hetta. Sjálvandi
eigur ein umsøkjari at fáa
svar skjótast tilber, men eitt
seinkað svar kann ikki geva
framíhjárættindi, tað er heilt
burturvið. At løgmaður fyrst
og fremst tosar um at geva
eina jaliga viðferð bert tí ein
útlendingur er komin inn í
landið, er ábyrgdarleyst um
tað ikki verður viðgjørt útfrá
hvat ið best tænir okkara landi
og fólkinum ið her býr. Løg
maður skal umboða áhuga
málini hjá tí fólki ið hevur
valt løgtingið. Útlendingar
eru gestir í landi okkara og
eiga at fáa eina góða viðferð.
Men tað hevur einki við
borgararætt at gera. Føroyar
skulu hava ein skilagóðan
útlendingapolitik,
sum
umframt fyrst og fremst
at verja okkara land, eis
ini eigur at tryggja teim
um útlendingum ið gerast
fastbúgvandi trygg og góð
kor. Skyldan hjá politikar
unum er at síggja til at vit
ikki gera somu mistøkini
ið hini norðurlondini hava
gjørt á útlendingaøkinum.
Tað at gerast fastbúgvandi í
Føroyum eigur at viðgerast
undir okkara fortreytum.
Hvat samfelag er tað ið
vit ynskja at liva í og hvat
samfelag er tað ið vit ynskja
at geva okkara børnum at
liva í.
Eitt trygt samfelag
Tað er neyðugt at fáa ein
útlendingapolitikk, ið varð
veitir børnum okkara eina
frælsa og bjarta framtíð.
Tað er eitt framíhjárættindi
at vit hava eitt gott og trygt
samfelag bæði fyri børn og
vaksin. Eitt samfelag har
tað ber til at vera samdur
og ósamdur og at tað tó er
rímuliga rúmligt fyri hvønn
tann sum vil. Tað verður
ongantíð lýtaleyst. Til tað
eru vit ov ófullkomin, men
vit hava eitt gott land at liva
í.
Varsemi má til um
um
støðurnar skulu
varðveitast
Tað er ein sannroynd at
um vit fáa ein útlending ið
inniheldur áleið ta mentan
ið vit hava herheima, um
tað so er protostantur, kato
likkur ella gudloysingur,
so vil hetta ikki broyta
okkara samfelag nevnivert.
Hinvegin, um vit, eins og í
eitt nú Danmmark, fáa eitt ov
høgt tal av muslimum, so fáa
vit ovurhonds trupulleikar.
Hetta er ikki nakað ið vit
kunna ávirka. Ávirkanin er
fastløgd í islamsku læruni
og vit kunna bara hyggja
uttan um okkum fyri at
síggja trupulleikarnar, ið
nú eru veruleiki hjá flestu
grannatjóðum okkara.
Allar mentanir rúmast
ikki undir somu lon
Mistakið varð, at eins og
fleiri onnur lond, hildu eis
ini danir at islam kundi
integrerast í danska sam
felagið. Tað ber einfalt ikki
til. Tað er sum at royna at
upphevja tyngdalógina. Tað
er ógjørligt. Islam kann
ikki integrerast í eitt vestur
lendskt demokratiskt sam
felag. Tann sum vil hava
tað at bera til, vil støðugt
royna at finna nýggjar hætt
ir at greiða frá, hví tað ikki
enn hevur eydnast. Tað
skal viðmerkjast at ein lítil
islamskur minnilutabólkur
í einum landi er eingin sjón
ligur trupulleiki. Trupulleikin
sæst fyrst tá tað er ein ávís
nøgd av muslimum í einum
landi í mun til fólkatalið.
Hetta er ein partur av islam,
ið er einfaldur at skilja um
ein setur seg inn í tí islamsku
læruna. Tað er bert við
at doyggja í bardaga fyri
islam at ein muslimur kann
vera heilt vissur í at ogna
sær paradís. Annars er tað
knýtt at hansara lívsverki
og tí endaliga dóminum ið
Allah velur at fremja. 60
% av versunum í koranuni
snúgva seg um jihad/heilagt
kríggj. Fyri at fremja jihad/
heilagt kríggj, er loyvt mus
limum at nýta svørð, lygn
og svik. Islam merkir at
geva seg undir. Muslimur,
merkir ein ið gevur seg
undir Allah. Málið er at
leggja allan heimin undir
islam. Allah áleggur øllum
teimum ið geva seg undir
hann at fremja jihad/heilagt
kríggj. Tí er tað ómøguligt
at integrera islam í eitt
vesturlendskt demokratiskt
samfelag. Annað má lúta,
demokrati og islam rúmast
ikki saman. Hetta mást tú
vita fyri at kunna skilja
hvussu hugsunarhátturin
er hjá einum rætttrúgvandi
muslimi.
Vit hava onga søguliga
umbering
Útlendingamálið er eitt
meira, og tað rættuliga nógv
meira álvarsligt mál, enn
bert at viðgera eitt fokus á
innlendismálaráðið, á lands
stýrismannin, á tann einstaka
útlendingin, á ítróttin, ella á
hetta og á hatta. Hvussu ber
tað til, at tit, fjølmiðlafólk
okkara, ið skulu eitast og
ætlast at vera objektiv og
tæna okkara samfelag,
kunna vera so einsporað,
subjektiv og tískil beinleiðis
samfelagsskaðilig.
Hví
kanna tit ikki ístaðin fyrst
hvørjar avleiðingar útlend
ingapolitikkurin hjá Noregi,
Svøríki ella Danmark hevur
havt og viðgera sakligt
útfrá tí. Og tit politikarar
ið hava latið tykkum valt
inn á føroya løgting at tæna
Føroyum og áhugamálum
okkara, hvat hugsa tit fyri
tykkum. Hvat siga danir nú.
Hvønn útlendingapolitikk
vildi tann vanligi danin valt
nú um tað bar honum til.
Men, hansara fjølmiðlafólk
og politikkarar valdu fyri
hann í sjeytiárunum. Ein
kann siga at teir vistu ikki
betur, men tað umberingina
hava vit ikki. Vit eru tredivu
ár aftanfyri á hesum økinum
og eru í ferð við at endurtaka
søgunnar mistøk, hóast vit
skilliga síggja avleiðingar
nar.
Hvat samfelag vilja vit
geva okkara børnum at
liva í
Hvat samfelag ynskja
vit at okkara børn skula
vaksa upp í. Hvat samfelag
ynskja vit at okkara børn
skulu geva okkara ommu-
og abbabørnum at liva í.
Útlendingapolitikkur er eitt
rættuliga álvarsligt mál ið
kann fáa størri ávirkan á
okkum øll, enn vit beint her
og nú geva okkum far um.
Um vit ivast so kunna vit jú
spyrja tey lond ið nú hava
gjørt royndirnar og tískil
hava fingið avleiðingarnar av
teirra útlendingapolitikki.
Keldutilfar: Islam og
terrorisme av Mark Gabriel
2002
Útlendingar, fjølmiðlar, hvat heldur tú sjálv/ur?
Jaspur
Johannesen