Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

12 Sosialurin Nr. 36 - 20. februar 2006 Vegagerðin í Leirvík — Ein samandráttur av faktisku viðurskiftunum BJARNI DJURHOLM Landsstýrismaður — | y Í seinastuni hevur mikið kjak verið um vegaforingina í Leirvík, har tað m.a. hevur ligið á ljóði, at politiski mynd- ugleikin ikki hevur gjort sítt arbeiði til lítar viðvíkjandi vegaloysnini í bygdini. Hetta er sjálvsagt ikki so. Vinnumálaráðið hevur sjálvsagt arbeitt eftir teimum samtyktum, sum logtingið hevur viðtikið. Til fyrrapart av 2005 varð arbeitt miðvíst eftir at gera tunnil omanfyri Leirvíkar bygd, tá tað kom undan kavi, at eingin vildi kennast við hesa vegaloysn. Síðani hava alternativar loysnir verið kannaðar, sum heldur ikki hava borið á mál. Nú er so aftur uppskot borið í lagtingið um at útseta endaligu stødutøkuna til vegaforingina í Leirvík. Higartil eru nýttar 1,7 mio kr til kanningar. Nú verður so biðið um eina mio. kr. afturat til nýggjar kanningar. Gongdin í hesum máli gagnar ongum og minst leirvíkingum. Fyri at lýsa málsviðgerðina farnu árini, hevur undirritaði sett upp gongdina síðani málið tók seg upp í 2001: Des 2001 A fundi millum Landsverk og Leirvíkar bygdarráð verð- ur spurningurin um vegagerð viðgjordur. Boðað verður frá, at bygdaráðið ynskir tunnil undir bygdini. Mars 2002 Logmaður leggur fram upp- skot til verklagslóg um fast samband um Leirvíksfjorð. Stoða er íkki tikin til veg- foringina við Leirvík. Ásett er tó í verklagslógini, at landsstýrismaðurin skal ráð- fora seg við kommunurnar, áðrenn staða verður tikin til atknýttar verkætlarnir. Ultimo 2002 Spurningurin um vegforing við Leirvík verður viðgjord- ur í landsstýrinum og í sam- gonguni. Avgjort verður at leggja uppskot fyri Løg- tingið, har tað verður ásett, at verklagslóg skal gerast fyri ein veg/tunnil omanfyri Leirvík. Landsverk mælir til veg omanfyri bygdina. Primo 2003 Logtingið samtykkir eina lógarbroyting, har tað verð- ur ásett, at tá neyðugar for- kanningar og prosjektering er gjørd, og i seinasta lagi í 2005, skal Landsstýris- maðurin leggja fram uppskot um tunnil undir Leirvík. Arbeitt verður síðani við neyðugu fyrireikingunum til hesa verkætlan. Mettur kostnaður um 65 mio kr. Leirvíkar kommuna fær at vita, at arbeiðið at gera tunnil í fyrsta lagi kann byrja í 2006. Verður vegur gjordur, kann hann gerast samstundis sum tunnilin verður skotin ígjagnum. Vegurin kostar um 30 mio kr. Juni 2004 Fundur við Leirvíkar bygd- arráð, har boðað verður frá, at játtanin til forkanningar er skorin í lagtinginum, um- framt at politisk signal eru komin um at finna eina aðra loysn enn tunnilsloysnina í erva. Tí verður heitt á Leirvíkar bygdarráð um at viðgera spurningin av nýggjum. Vinnumálaráðið og Landsverk arbeiða tó framvegis við neyðugu fyri- reikingunum til tunnil oman- fyri bygdina. Juli 2004 Leirvíkar kommuna staðfest- ir í skrivi til Vinnumálaráðið, at besta loysnin er ein tunnil undir bygdini. August 2004 Fundur við Leirvíkar bygd- arráð um vegforingina. Tað verður endurtikið, at útlitini fyri at fáa pening játtaðan til tunnil komandi árini sýnast vánalig. Leirvíkar kommuna ynskir framvegis ein tunnil. Fyrireikingarnar til tunnil omanfyri bygdina halda fram. Januar 2005 Leirvíkar bygdarráð sendir Landsverki uppskot um at gera tunnil (lokrennu) nið- arliga í bygdini. Samstund- is boðar bygdarráðið frá, at tey ikki longur ynskja tunnilsloysnina oman fyri bygdina. Mai 2005 Leirvíkar bygdarráð hevur kunnandi fund um nýggja tunnilsuppskotið. Mett verð- ur, at kostnaðurin er uml. 80 mió kr. Landsverk metir hinvegin kostnaðin til uml. 120-150 mió kr. Mai 2005 Privatur ráðgevi metir við fyrivarni, at uppskotið kann koma at kosta uml. 130 mió kr. August 2006 Málið viðgjort í landsstýr- inum og samgonguflokkarnir taka stødu til vegaloysnina í Leirvík. Niðurstoðan er, at um tunnil niðarlaga í bygdini fæst fyri á leið somu upphædd sum tunnilin oman fyri bygdina, so er undirtoka fyri hesi loysn. September 2005 Fundur við Leirvíkar bygd- arráð. Semja á fundinum um, at tunnil niðarlaga í bygdini skal kannast. Alternativt vegur omanfyri bygdina. Eisini skal LV samstarva við Leirvíkar bygdarráð um at gera vegaforingina i bygdini trygga til endaliga ferðsluloysnin er framd. A ft- aná fundin sendir Leirvíkar bygdarráð einaraðfesting, har tunnil (lokrenna) niðarlaga í bygdini verður raðfest fremst, og síðani vegur fram við sjóvarmálan við brúgv yvir á Kráartanga. September 2005 Landsstýrismaðurin boðar Landsverki frá, at eingin í latuni ynskir tunnilin oman fyri bygdina. Landsverk boð- ar frá, at fyrireikingarnar av verklagslógini til tunn- ilsverkætlanina oman fyri bygdina at leggja fyri log- tingið á heysti 2005, sum lagtingið samtykti í 2003, verða steðgaðar. September 2005 Eykajáttanarlóg verður logd fyri Logtingið, har biðið verður um fígging til forkanningar og partvísa pro- sjektering av tunnilsuppskoti niðarliga í bygdini. November 2005 Eykajáttanarlógin verður samtykt. Desember 2005 Privat ráðgevandi felag (tvs. ikki LV) gera kanningar av tunnilsuppskotinum undir verandi vegi niðarlaga í bygdini. Samlaði kostnað- urin av verkætlanini verður mettur til 147 mió kr, tó at óvissan framvegis er stór. Kunnandi fundur við Leir- víkar bygdarráð. Desember 2005 Freistin at leggja fram upp- skot um tunnil undir bygdini undir ella vegaforing framvið Leirvík verður í logtinginum longd til 15. februar 2006. Januar 2006 Vegaloysnirnar oman fyri bygdina og niðri við sjóv- armálan verða betri lýstar. Kunnandi fundur er við Leir- víkar bygdarráð um vegafor- ingarnar. Leirvíkar bygdar- ráð viðger vegforingina á bygdarráðsfundi og boðar frá, at bygdarráðið framvegis ynskir tunnilsloysnina niðar- laga gjognum bygdina. Januar 2006 Landsstýrismaðurin leggur uppskot fyri landsstýrið um at gera veg omanfyri bygd- ina fyri uml. 40 mio kr. Januar 2006 J&K Petersen og NCC senda Vinnumálaráðnum kostnaðarmeting av einum nýggjum uppskoti um tunn- il, sum felogini eru sinnaði at samráðast út frá. Felogini meta, at tunnil og vegur kunnu gerast fyri uml. 87 mió kr. Utreiðslur til ognar- toku og eftirlit eru ikki við í kostnaðarmetingini. Februar 2006 Samgongan ger av, at nýggja uppskotið frá JK og NCC skal kannast nærri, áðrenn avgerð verður tikin um veg- foringina við Leirvík. Februar 2006 Landsstýrismaðurin leggur uppskot fyri lagtingið um at leingja freistina fyri fram- laguni av verklagslógini. Samstundis verður biðið um I mio kr til kanningar- arbeiðið av nýggja tunnils- uppskotinum. Hvussu leikur nú fer, kunnu vit bert gita um. Tað er at harmast um, at vegaforingin í Leirvík íkki fyri langari tíð síðani er avgreidd. Tí er at vóna, at skilagóð loysn verður funnin í næstum. SEV sjónleikur SONNI JOHANSEN Umbodsnevndarlimur — Hava vit nakað at gera i umboðsráðnum, eg meini við okkum, sum ikki eru innarlaga í onkrari sekt, t. d. broðrasamkomuni ella eru virknir í onkr- um ávísum politiskum flokki? Hetta er spurn- ingurin, eg seti mær eftir farsuna í SEV. Leingi livið demokratiðið, sigur Sonni Johansen, umboðsneyndarlimur í SEV SEV-fundurin á Hotel For- oyum fríggjadagin, 17. februar 2006 var ein stórur sjónleikur, allur sum hann var. Hovuðsleikararnir hovdu fleiri instruktorar ella sonevndar »advokatar« at hjálpa sær at gera hurluvasan fullkomnan, ja, sjálvt onkrir áskoðarar hovdu eisini instruktorar við sína lið. Leikararnir í Grímu høvdu neyvan klárað tað betur, og kanska átti Tjóðpallur For- oya at biðið um leikritið frá hesum leikmonnum. At vit miðalklóku sita og verða stýrd sum robottar, har alt er programmerað áðrenn fundin, sigur mær, at skipanin ikki er tann rætta. Her er okkurt, sum ikki ruggar rætt. Sjálvt um undirritaði legði fleiri feilir inn í skránna, stýrdu robottarnir ósvitaliga síkkurt uttan um allar forðingar á vegnum. Kanska áttu vit heldur at farið aftur til aldargomlu skipanina við hólmgongu. So kundi eg fyrr enn ikki gjørt mótstaðu. Hvat gjørdu eigararnir av Lítlu Dímun, tá vargur í gomlum døgum var komin í allan seyðin? Teir tóku alt av, og tað sum ikki fekst við góðum, ja, eg tori ikki at nevna hvat so var gjort... Nú nýtt fólk er valt í stýr- ið fyri SEV og umboðsnevn- darformaðurin er skiftur, seti eg mær henda spurning. Hví Júst hesir menn? Eg kenni ongan av teimum og hvorjar forleikar teir hava, eg veit bert, at ein heilt ávísur bólk- ur hevur valt teir. Eru hetta fólk, sum eru latt at programmera, ella eru hetta fólk við forleikum, sum ger tey skikkaði til at taka á seg hesa sera týdningarmiklu uppgávu sum SEV er? Nú má og skal friður fáast, og tað má henda nevnd fáa skil uppá. Hvorki Klæmint Weihe ella Leivur Hansen fingu nakra álitisváttan á hesum umboðsnevndarfundi (ella sjónleiki), tí Leivur datt akkurát inn um gáttina. Hvat hetta stríð snýr seg um, veit eg ikki rættiliga. Eg havi fingið tilfar sendandi, tað sama sum er sent fjol- miðlunum, men okkurt er so tyngjandi, at tað átti at verið kannað betur. Tó má tryggjast, at Klæmint fær eina virðiliga viðferð. Hann hevur ikki verið nakar vána- ligur stjóri fyri SEV, tað tala tal og tann menning, sum SEV hevur verið fyri hesa longu tíð, hann hevur sitið. Moguliga kundi menning- in verið storri. Um stjórin stýrir felagnum á sama hátt, sum fyri 26 árum síð- an, er kanska tíð til at fáa nýggjar visjónir og nýggjan leiðslubygnað inn í stovnin. Tað er í ollum forum greitt, at tað tænir ongum, at SEV heldur fram sum ein afturlatin klubbi. Tað forir bara til undirgang. Og skal friður fáast í SEV, so veit Klæmint Weihe uttan iva best sjálvur, hvat hann skal gera. Maðurin er ikki heilt so hopleysur, sum onkur heldur. Eg vil heita á Arnstein Niclasen um at gera eina kvalifikastiónslýsing av nýggja stýrinum. Tygum hovdu eina av undanfarna stýri, og hon vísti rættiliga væl hvorjum stigi tygum eru á. At enda: Tá religión, politikkur og lagfraði vera blandað saman spyrst bara tramansskapur burtur úr og einki gott. Men hvat í allari víðu verð hava hesi fyribrigdi við SEV at gera?? Sig tína meining í Sosialinum