mánadagur 20. februar 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 36 - 20. februar 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Petra Næs Joensen, Tórs
havn, andaðist í heiminum
leygardagin, 18. februar,
97 ára gomul. Jarðarferðin
verður úr Havnar kirkju
mikudagin, 22. februar,
kl. 13.
Jona Lenvig, ættað úr
Skúvoy, búsitandi í Tórs
havn, andaðist á Lands
sjúkrahúsinum fríggjadagin
17. februar, 87 ára gomul.
Bønarhald verður á Lands
sjúkrahúskapellinum í dag
kl. 18.00. Jarðarferðin verð
ur úr Vesturkirkjuni týs
dagin 21. februar kl. 13.
Boe Hansen, ættaður av
Amager, búðsitandi í Sør
vági, andaðist sunnudagin
19. februar, 78 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr
Sørvágs kirkju mikudagin
kl. 14. Sálmabókin verður
nýtt. Tey, ið vilja minnast
Boe, kunnu lata eina pen
ingagávu til Sørvágs Kirkju;
konta í Føroya Sparikassa.
Kistan við Sannu Herdal
ur, Hov, fer úr Kirkju
garðskapellinum í Havn
mánadagin 20. februar kl
13. Tey, ið vilja minnast
Sannu, kunnu lata eina
peningagávu til Suðuroyar
Ellis- og Røktarheim; konta
í Føroya Sparikassa.
Jakob Oluf Jakobsen,
Fuglafjørður,
andaðist
á Landssjúkrahúsinum
17. februar 88 ára gamal.
Kistan fer úr Landssjúkra
húskapellinum sunnu
dagin 19. februar kl. 15.
Jarðarferðin verður úr Fugla
fjarðar kirkju mánadagin
20. feb. kl. 14. Tey, ið vilja
minnast Jakob Oluf kunnu
lata eina peningagávu til
Parkinsonsfelagið, konta í
Føroya Banka.
Olga Bærentsen, Olga í
Ruba, andaðist fríggjadagin
17. februar, 88 ára gomul.
Jarðarferðin verður mána
dagin 20. februar kl. 14. Tey,
ið vilja minnast Olgu, kunnu
lata eina peningagávu
til: Porto til útbering av
Sunnudagsblaðnum; konta
í Føroya Sparikassa.
Andlát og jarðarferðir
Fríggjadagin 17. februar var prógvhandan hjá húsasmiðum á timburdeildini á Tekniska Skúlanum í Smiðjugerði í Havn.
Teir sum fingu prógv vóru, f.v.: Benjamin Lydersen, Skálavík, Elibert Kirke, Saltnes, Gunnar Hansen, Hósvík, Jón Sólsker, Eiði,
Karl Robert Vang, Tórshavn, Kjartan Magnussen, Argir, Mads Emil Johansen, Leynar, Óli Olsen, Skáli, Páll Sjúrður Jacobsen,
Saltangará, Símun Pauli Hansen, Tórshavn, og Sune Strøm, Tórshavn
Hósdagin
23. februar fer
gentukórið »Kassia«
í Ebenezer í Havn til
Danmarkar
Talan er um gentur í aldrinum
10-13 ár, sum vanliga venja
hvønn mikudag. Tó hava tær
vant meira nú í sambandi við
túrin. Navnið Kassia verður
umtalað nakrar ferðir í
Bíbliuni og merkir ”Angandi
børkur”. Kassia verður nýtt
til salvu og smyrsl.
Kassia skal syngja í
Kristnastovu í Keypmanna
havn fríggjakvøldið 24.
februar kl. 20.00. Leyg
arkvøldið 25. februar kl.
20.00 syngja tær á eini
musikkcafé í Glostrup Fri
kirke. Sunnumorgunin 26.
februar kl. 10.30 verður
sungið í Kristent Fællesskab
í Rødovre, har tær eisini
búgva, og sunnukvøldið 26.
februar kl. 20.00 syngja tær
á Hotel Tórshavn.
22 gentur eru við í ferða
lagnum. Kórleiðarar eru:
Charlotta á Váli Olsen,
Brita á Váli Smith, Poula
Sørensen, og Anna Maria
E. Anthoniussen. Kári við
Rættará er klaverspælari
hjá kórinum, Ólavur á Váli
Olsen spælir bassgittar og
Anna á Váli Smith spælir
cello. Sungið verður á før
oyskum, donskum og ensk
um.
Saman við kórleiðarum
og hjálparfólki verða tey
umleið 30 í tali.
Kórið verður aftur í Føroy
um mánadagin 27. februar.
Kunngjørt verður fyir ætt og vinum, at góði maður,
pápi, verfaðir, abbi og langabbi
Jacob (Jakku) Hansen
vanliga nevndur skómakarin við Gøtugjógv
andaðist í heiminum sunnudagin 19. februar,
90 ára gamal.
Kistan fer úr heiminum, í Filadelfia í Gøtu,
týsdagin kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Filadelfia hósdagin kl. 13.00.
Fyri tey avvarðandi
Klara, Kári, Anna, Jóannes og Líggjas
Tey ið ynskja at lata blómur ella krans, kunnu lata Zarepta eina gávu.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
elskaði maður, pápi og abbi okkara
Ove Anstrup
andaðist 17. februar, 64 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Brønshøj Kirke 24. februar
kl. 12.00.
Familjunnar vegna
Amalia
Tekniski Skúlan í Tórshavn:
Húsasmiðir fingið prógv
Gentukórið »Kassia« til Damarkar
Frá 23. til 27. februar verður gentukórið Kassia á sangferð í Danmark