mánadagur 20. februar 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 36 - 20. februar 2006
Stuðlafelagið hjá
Argja Bóltfelag skipar
fyri 80-ára dansi
í Ítróttarhøllini á
Hálsi leygarkvøldið 4.
mars, har hesir bólkar
luttaka: Hjarnar,
Black & Birds, og
Sámal & Ronnie.
Frásøgumaður verður
Jákup Magnussen
Tíðindaskriv
Stuðlafelagið hjá Argja
Bóltfelag bjóðar øllum at
vera vælkomin til 80 ára
dans í Ítróttarhøllini á Hálsi
leygarkvøldið 4. mars frá kl.
22 við bólkunum: Hjarnar,
Black & Birds, og Sámal &
Ronnie. Jákup Magnussen
verður frásøgumaður.
Hjarnar. Tónleikabólk
urin Hjarnar var settur á
stovn í 1974, og spældu teir
tá hvørt leygar- og sunnu
kvøld til dans í Atlantis,
sum avloysarar frá kl. 23.30
til 24.00.
Tað at fáa loyvi at nýta
ljóðførini hjá tí lokala húsa-
tónleikarabólkinum, sum tá
spældu til dansin, var start
skotið til eitt tónleikalív,
ið skuldi vísa seg, at geva
øllum Føroya fólki eina góða
uppliving upp ígjøgnum øll
70-80-90`ini og eisini ein
part av 2000.
Av egnum útgávum eru
tvær single-plátir, ein LP-
pláta og ein fløga, og minnast
vit serliga lagið “Breaking
My Heart”, sum í 1982
gjørdist nr. 2 í eini kapping,
sum fyritøkan 7-UP skipaði
fyri á stóru radiostøðini
“Radio Luxembourg”.
Teir sum fara at mannað
bólkin hettar kvøldið eru:
Karl Martin Samuelsen,
sangur, Eyðun Nolsøe,
bass, Hans Black, trummur,
Jógvan Olsen, tangentar /
kór, Ólavur H. Øster, guitar
/ kór, og Graham D. Stewart,
guitar / kór.
Í stuttari samrøðu við
bólkin siga teir seg verða
sera spentir at hittast aftur,
og lova at kvøldið skal verða
ein góð uppliving.
Black Birds. Tann góði
gamli
tónleikabólkurin
Black Birds trínur nú aftur
á pallin, eftir at bólkurin
tey seinastu árini hevur
verið heldur óvirkin og bert
spælt eina til tvær ferðir
um árið. Nú er líkt til at
”svartfuglarnir” enn einaferð
breiða veingirnar og lætta
sær á. Manningin í Black
Birds verður tann, sum vit
kenna frá 70-unum: Heini
Sivertsen, bass, Ronnie Niel
sen, guitar/sangur, Jóhan
Petur Andreasen, keyboard/
sangur, Oskar Eirikson,
trummur/sangur,
Árni
Andreasen, guitar/sangur,
og Marnar Andreasen, sang
ur/saxofon.
Sámal og Ronny byrjaðu
at spæla sum duo einaferð
seinast í 80-unum. Sámal
byrjaði at spæla til dans
seinast í 60unum vesturi í
Vágum og spældi í gjøgnum
70-ini í ymiskum bólkum har
. Í 1983 fór hann til Italia og
spældi tónleik út á gøtuni til
hann um árskifti 86-87 koma
aftur til Føroya, og spælur
her enn.
Kolbein Simonsen start
aði sum blaðungur at spæla
seinnu hálvu av 60-unum.
Síðan hevur hann spælt
við øllum møguligum,
útlendingum og føroyingum,
bæði á plátu og til konsertir
og dans. Saman við við
Ronny og Sámal hevur hann
nú spælt í eini 10 ár og er
still going strong.
Frásøgumaður verður
Jákup Magnussen. Hann
hevur altíð havt stóran áhuga
fyri tónleiki og byrjaði sum
16 ára gamal at leggja
plátur á. Frá 1982 gjørdi
hann tónleikasendingar í
útvarpinum. Seinni útbúgvin
journalistur og harvið hevur
hann eisini gjørt nógv
onnur sløg av sendingum.
Í 80unum var hann nógv
umbiðin frásøgumaður til
tónleikatiltøk, og hevur
hann mangan fyrr presentera
bólkarnar, sum fara at spæla
til hetta 80 ára tiltak.
Dagurin í morgin
21. februar. Sámuel. Dagurin hildin til minnis um dóm
aran Sámuel, sum valdi og salvaði kongarnar Saul og
Dávid (fyrra Sámuelsbók, kap. 1-25). Hebráiska navnið
merkir hoyrdur av Guði.
Tíðindaskriv
Hósdagin 16. februar 2006
fingu fýra OWD-kavarar
altjóða góðkend kavaraprógv
frá kavaraskúlanum Faroe
Dive í Klaksvík.
Næmingarnir hava síðan
3. februar fingið undirvísing
og staðið royndir í ástøði,
kaving í svimjihøll og
kaving í sjónum. Fleiri av
næmingunum hava verið so
væl nøgdir við kavingina,
at teir hava ætlanir um at
útbúgva seg meira innan
kaving.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Faroe Dive, Klaksvík:
Fýra kavarar
fingið prógv
Hesir hava fingið altjóða góðkend kavaraprógv frá kavaraskúlanum Faroe Dive í Klaksvík, f.v.: Egi G. Danielsen, Strendur, Bárður
Jacobsen, Klaksvík, Emil Biskupstø, Klaksvík, Ingimund A. Hansen, Fuglafjørður, og Janus Joensen instruktørur, Klaksvík
Stuðlafelagið hjá Argja Bóltfelag:
80 ára dansur í Ítróttarhøllini á Hálsi
Sámal og Ronnie
Gomul mynd av Blackbirds