mánadagur 20. februar 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 36 - 20. februar 2006
15
Nógv fólk var sam
ankomið fríggjadagin,
tá Mentamálaráðið, á
fyrsta sinni, skipaði
fyri ráðstevnu um
miðnámsútbúgvingar
Útbúgving
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Á ráðstevnuni, sum var í
Norðurlandahúsinum vóru
fyrilestrarhaldarar úr Íslandi,
Noregi, Svøríki, Danmark
og úr Føroyum. Millum
gestirnir var danski danski
undirvísingarmálaráðharrin,
Bertel Haarder.
Menning til
framtíðina
Endamálið við ráðstevn
uni var at varpa ljós á tær
gymnasialu miðnámsút
búgvingarnar, og fokus
var sett á bygnað, fakliga
menning, dygd, altjóðagerð
og visjón 2015. Vónin hjá
fyrireikarunum í menta
málaráðnum var, at ráð
stevnan skuldi geva íblástur
til lærarar, politikarar og
nevndina, sum endurskoðar
útbúgvingarnar.
Í november í fjør setti
Jógvan á Lakjuni, landsstýris
maður í mentamálum, eina
nevnd og ein tilvísingarbólk
at endurskoða tær gymnasialu
miðnámsútbúgvingarnar í
Føroyum.
Sambært mentamálaráð
num er stórur tørvur á at
endurskoða og dagføra mið
námsútbúgvingarnar í Før
oyum, og mangar orsøkir
eru til tess. Samfelagið
broytist alla tíðina, og tann
tøkniliga menningin og ikki
minst samferðslukervið gera
møguleikarnar fyri samstarvi
og rationaliseringum sera
spennandi og áhugaverdar.
Londini kring okkum dagføra
støðugt sínar útbúgvingar, og
eitt nú er nýggj skipan sett
í verk í Danmark í august
2005. Mentamálaráðið sig
ur, at tað kennir tað sum
sína skyldu at gera útbúgv
ingarmøguleikarnar hjá
teimum ungu enn betri
– men eisini at gera alt fyri
at fáa sum mest burtur úr tí
tilfeingi, vit hava.
Enduskoðan neyðug
Vit hava í løtuni 5 gymnasial
ar miðnámsútbúgvingar
– tvær alment gymnasialar
(ST og HF) og tríggjar yrkis
gymnasialar (FHS/HH, SIT/
HT og SIF/HIF) – og sum er,
er lítil og eingin samskipan
millum útbúgvingarnar,
og er hetta eisini ein orsøk
til at fara undir endurskoð
anararbeiðið.
Nevndin, sum víst varð
til omanfyri, er biðin um
at viðgera verandi skipan
og gera tilmæli til eitt ítøki
ligt uppskot um, hvussu
allar tær gymnasialu mið
námsútbúgvingarnar í Før
oyum skulu skipast í fram
tíðini. Tann nýggja skip
anin skal leggja upp til, at
útbúgvingarnar í nógv størri
mun enn higartil kunnu sam
starva.
Mentamálaráðið sigur, at
tað leggur sera stóran dent
á, at okkara útbúgvingar
altíð mugu vera góðkendar
uttanlands og á hædd við
samsvarandi útbúgvingar
í grannalondunum, og at
lestrarmøguleikarnir hjá
ungdóminum verða varð
veittir bæði í Danmark, í
hinum Norðurlondunum og
í altjóða høpi.
Ráðstevna
Miðnámsútbúgvingar
á breddanum
Millum gestarøðar
arnar á ráðstevnuni í
Norðurlandahúsinum
var Sten Ljungdal,
kansliråd í Utbild
nings- og kultur
departementet í
Svøríki. Hann prát
aði um framtíðar
avbjóðingar fyri
tær gymnasialu
útbúgvingarnar sæð í
alheims høpi
Útbúgving
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Sten Ljungdal legði fyri
við at staðfesta, at í mun til
fyrr, kunnu vit ikki vænta, at
næmingarnir verða endaliga
skúlaðir í grundskúlanum,
og at teir síðani eru lidnir at
mennast fakliga.
– Í dag gerst vitanin og
kunnleikin ótíðarhóskandi
og óbrúkilig áðrenn næm
ingarnir koma út á arbeiðs
marknaðin. Tí eiga vit í stað
in at miðja ímóti at stimbra
næmingarnar til at nema sær
sjálvum kunnleika, segði
hann og greiddi víðari frá, at
fólk í framtíðini í størri mun
fara at skifta starv ofta og
at royna seg innan ymiskar
yrkisleiðir.
– Tí er so týdningarmikið,
at vit skapa grundarlag fyri,
at fólk sleppa at menna per
sónligar eginleikar og før
leikar, sum ger tey dugnalig
á arbeiðsmarknaðinum sum
heild. Í hesum sambandi er
umráðandi við eini grund
útbúgving, ið stimbrar og
mennir kreativitet og fleksi
bilitet, samstundis sum at
framtíðar útbúgvingar eiga at
vera grundaðar á áhaldandi
og framhaldandi læring,
segði sviin Sten Ljungdal.
Broytingartíðir
Annars kom hann inn á,
at kunnleikastøðið, bæði
í og uttanfyri arbeiðslívið,
broytist alsamt. Ikki minst
kunnleiki, sum er tengdur
at ávísa starvinum, so sum
nýggj tøkni og skipanir,
sum í heilum broyta fram
leiðslugongdina. Og hann
nevndi tøkniligu menningina
innan kunningartøkni sum
seinastu árini hevur kollvelt
vinnu, framleiðslu og sam
felagið annars. Og Sten
Ljungdal segði, at:
– Almennir førleikar eru
grundarlagið og neyðugi
plattformurin fyri framhald
andi og áhaldandi læring og
førleikamenning. Í hesum
sambandi er ikki nóg mik
ið, at fleiri fólk nema sær
eina útbúgving, men at
góðskan á útbúgvingunum
eisini verður hækkað á øll
um útbúgvingarstigum og
lærustovnum. Ikki minst í
grundskúlanum og á gym
nasialu útbúgvingunum.
Kunning og fólkaræði
Annað sum Sten Ljungdal
hugleiddi um var leiklutin
hjá framtíðar borgarum í
mun til fólkaræði og luttøku
í samfelagnum.
– Kunningarsamfelagið
gevur møguleikar fyri økt
um fólkaræði, men eisini
fyri størri spjaðing millum
fólk. Skúlin og útbúgving
arskipanin hevur eina lykla
støðu í mun til at skapa
javnbjóðis møguleikar fyri at
taka lut í samfelagslívinum.
Opna fólkaræðisliga sam
felagið er viðbrekið, og
fólkaræðið eigur ongantíð
at takast fyri givið, men at
verða vunnið av hvørjum
nýggjum ættarliði, segði
hann.
Livlang læring
At útbúgvingarskipanin og
endamálið við læringini er
broytt, ger at lívlong lær
ing eigur at vera ein rættur
hjá øllum borgarum, úr
forskúla, grundskúla, mið
námsskúla, til hægri lesnað
og eftirútbúgvingar, greiddi
Sten Ljungdal frá.
– Útbúgving er ein íløga
í framtíðina. Menningin
og førleikarnar hjá arbeiðs
styrkini hevur avgerandi týdn
ing fyri allari framleiðslu
menning og búskaparligum
vøkstri. Tí er eisini so
umráðandi, at lond okkara
fylgja við í menningini í
umheiminum
umframt,
segði Sten Ljungdal.
Batar hómast
Og hann vísti á, at sambært
OECD er parturin av fólki
við einari lidnari miðnáms
útbúgving øktur í næstan
øllum OECD londum. Í
22 av hesum liggur luturin
millum 71 til 97 prosent
fyri yngsta ættarliðið og
nógv lond, sum vanliga eru
illa útbúgvin, eru um at
koma seg. Hetta samstundis
sum, at útbúgving verður
raðfest høgt í Evropeiska
Samveldinum, sum hevur
sett sær sum mál, at vera
best kappingaføra og vitan
argrundaða búskaparliga
økið í heiminum.
Í løtuni eru miðnámsút
búgvingarnar á breddanum
og metir Sten Ljungdal, at
tríggjar stórar avbjóðingar
eru fyri hesar útbúgvingar:
at kunna liva upp til krøvini
í modernaða samfelagnum,
at økja um partin av ung
dóminum, sum lýkur eina
miðnámsútbúgving og sam
stundis at hækka støðið á
øllum útbúgvingum.
Framtíðar útbúgvingar í alheims høpi
Jógvan á Lakjuni setti ráðstevnuna um miðnámsútbúgvingar
Nógv fólk úr útbúgvingar- og politiska umhvørvinum høvdu leitað sær niðan í Norðurlandahúsið fríggjadagin