Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 36 - 20. februar 2006 Sum gamalt havnar­ fólk við stórum alski til Havnina, má eg biða tykkum í Tórshavnar býráð: Vælsignað verið tykkum. Gjøgnumføri IKKI byggiætlanina hjá P/F Jákupi Á Dul »Stórutjørn« í Hoyvíkshaganum - ikki beint, sum hon er nú!!! Hetta má gerast nógv betri, sigur Elin Heinesen Góðu býráðslimir – leypið ikki framav, men gerið tað rætta, nú henda avgerð skal takast, sum fer at hava ómeta­liga stóran týdning fyri framtíðina í Havnini og í øllum meginøkinum. Og til tykkum í P/F Jákup á Dul – misskiljið meg ikki. Eg eri IKKI ímóti visión tykkara um framburð. Tvørt­urímóti. Eg eri púra samd í, at Havnin sjálvandi skal menna seg. Eg eri so avgjørt fyri, at Havnin skal byggjast út við fleiri bústøðum og hentleikum til borgararnar, og at vit skulu skapa møguleikar fyri øktum vinnulívi í Havn. Eg droymi eisini um eina størri, meira nýmótans Havn við bústøðum, sum fólk hava ráð til at búgva í. Eg droymi um eina livandi Havn, vit kunnu trívast væl í og vera erpin av at eiga og vísa fram fyri teimum, sum koma at vitja okkum. Fínasta slag! Og eg skilji væl eldhugan og fagnaðin, sum er millum havnarfólk í løtuni fyri hesi ambitiøsu ætlan. M. a. tí hon inniber lyfti um loysn upp á húsaneyðina og um nógvar hentleikar, fólk hava saknað í býnum. Nógv síggja hetta sum nakað jaligt og eitt kærkomið framstig fyri Havnina. Nú ber kanska endiliga til at taka tráðin upp aftur frá euforisku 80’unum, har visiónirnar eisini vóru stórar um at gera Havnina til ein metropol - um tær enn vóru ov stórar tá, til at veing­ irnar kundu bera. Herma eftir vána­ ligum útlendskum hugskotum Men, men....! Eg má ganga ímóti rákinum og rópa var­ skó, tí eg eri avgjørt ikki vís í, at júst HENDA byggiætlanin – í hesum haminum – veru­ liga fer at skapa framburð fyri Havnina...! Eg eri rætti­ liga vís í, at tit eru í ferð við at gera eitt risa mistak! Eg vildi so treyðugt dryppa malurt í bikarið, tí nú vóru øll akkurát so glað og ‘for­ blendað’, men onkur má og skal siga hetta: Tá vit hugsa um bústaðar­ økið í Stórutjørn fyrst og fremst – og hyggja at tí arki­­tektoniska og at møgu­ leik­anum fyri trivnað fyri íbúgv­­arnar – so er henda byggi­ætlan í mínum eygum avgjørt ikki nakað framstig, men – tíverri – eitt stórt aftur­ stig! Lat okkum ikki einaferð enn forfella til at gera somu mistøk, sum onnur longu hava gjørt uttanlands. Øll tosa um altjóðagering, men hví velja at herma eftir teim vánaligastu útlendsku hugskotunum? Í hesum førin­ um at byggja ein býling í betonghetto stíli – ein stílur, sum langt síðani er útspældur aðrastaðni í framkomnum londum! Nógvastaðni úti í heimi eru samanberiligar ætlanir settar í verk fyri fleiri ártígg­ indum síðani, men har hava fólk gjørt ta beisku sann­roynd, at hesin mátin at hugsa íbúðarbygging uppá roynist rættiliga illa í praksis! Á pappírinum tykist tað funktionelt og rationelt - og tí lokkandi - at byggja tílíkar býlingar, men sannroyndin er, at rationali­ tetur einsamallur ikki skapar trivnað, lív og virkni. So einfalt er tað tíverri ikki. Har skal annað og meira til! Nógvar ræðumyndir úti í heimi Nóg mikið er til av ræðu­ mynd­um: Tak nú bara íbúð­ar­blokkabyggingina í Godt­håb/Nuuk í Grønlandi, sum var ein vanlukka fyri býin... Ella hugsa um Avedøre Stationsby ella Ishøj í Keypmannahavn, Gellerup Parken í Århus og Volls­mose í Odense, Vapna­gaard í Helsingør o.m.fl., har íbúgvarnir hava góðar íbúðir og atgongd til allar hentleikar í økjunum. Ja, hugsa um næstan allar býlingar ella forstaðir av líknandi slag – ikki bara í Danmark, men í øllum heiminum – við røðum av høgum húsum við stórum opnum víddum inn ímillum – ofta í tilknýti til handils- , vinnu- og stuttleikaøki. Alt samalt býlingar, sum so nógvar góðar ætlanir og vónir blivu lagdar í serliga tá í 50’unum, 60’unum og 70’unum, tá vælmeintir arkitektar úttonktu hesar – eftir tátíðarinnar málistokki – genialu og funktionellu býlingar. Men hvat endaði tað við, tá býlingarnir vóru tiknir í brúk? Í øllum førum ikki tí, sum fólkini aftanfyri droymdu um. Einki bleiv heilt sum væntað. Tað gekk mikið gott í fyrstani. Familjur fluttu inn í stórum tali. Tey vóru glað fyri tær góðu, rímiliga bíligu og rúmligu íbúðirnar við góðum útsýni – og ikki minst fyri, at alt, sum tey høvdu brúk fyri, var tætt hjá. Men tíverri vardi gleðin stutt. Spøkilsisbýir og heim­ staðir fyri kriminalitet Býlingarnir gjørdust ghetto’ir fyri tey ressursuveiku og eru í dag allir meira ella minni kveikjandi heimstaðir fyri kriminalitet, harðskap, mis­ brúk, ótta og mistrivnað hjá íbúgvunum... Ikki tí tað upprunaliga eru annanfloks borgarar, ið búgva har (sum summi hava lyndi til at tulka tað), men heilt einfalt tí, at búhátturin í sær sjálvum fram­­elskar ótta og asosiala atferð – og við tíðini ger íbúgv­arnar til tað, onnur síggja sum annanfloks borg­ arar! Tað hevur m.a. nakað við vantandi trivnaðin at gera. Ferð eftir ferð hevur tað víst seg í royndum, at fólk ikki trívast í longdini í trappuuppgongdum í betonbygningum við nógv­ um hæddum. Hesin mátin at búgva uppá fremmandager fólk – av nógvum ymiskum orsøkum, sum onnur helst kunnu lýsa betri. (Sí fakta­ boks). Hvør hevur ikki eisini hoyrt um, hvussu fólk, ið búgva tílík støð, klaga um, at tey ikki ein gang kenna sín egna granna, hóast tey hava búð síð um síð í eitt langt áratal. Hesin búháttur elvir einsemi, ótta og illgiting millum fólk, sum aftur hevur við sær, at fólk taka seg enn longur burtur frá hvørjum øðrum. Soleiðis byrjar óndi spiralurin. Alt hetta til samans fær fólk til helst at vilja halda seg innanfyri í íbúðunum. Tær opnu vídd­ irnar millum húsini og stóru parkeringskjallararnir standa tí fólkatóm og eru tí eisini við til at skapa enn meira ótrygd hjá teimum, sum hava sína gongd har, og býlingarnir enda sum reinir spøkilsisbýir. Umhvørvið fremmandager og skapar stættarmun Fyri at taka tráðin uppaft­ ur um, hvat hendi í beton­ ghetto’unum, áðrenn tað kom so langt: Jú, spaku­ liga byrjaðu tær meira ressursusterku familjurnar at flyta út úr íbúðunum fyri at finna betri og tryggari støð at búgva. Íbúðir stóu tómar, hóast húsaneyð var aðrastaðni í býnum. Húsa­ leigurnar máttu læðkað, og tað bar við sær, at bert tey ressursuveiku vóru eftir. Og at bert ressursuveik søktu inn at búgva - tey, sum ikki høvdu ráð at búgva aðrastaðni, og sum tí máttu lata sær lynda. So við og við sóu onnur býlingarnar sum støð, eingin annar enn fólk við fíggjarligum og sosialum avbjóðingum kundu búgva í. Hetta fremm­ andagjørdi og isoleraði beton­ ghettoíbugvarnar enn meira í mun til tey, sum búðu uttan fyri býlingin. Betonghetto- íbúgvarnir kendu seg meir og meir sum minni ment enn onnur – fangað í ghetto’ini og stigmatiserað sum annanfloks borgarar - og fóru eisini at bera seg at hareftir. Soleiðis hava býlingarnir í sær sjálvum verið við til at skapa ein týðiligan stættar­ mun, sum kanska slettis ikki var so eyðsýndur áðrenn. Og heldur ikki er tað í Havn... enn! Stættarmunurin er við til at skapa og herða trupulleikar í umhvørvinum, m. a. við at tey ungu, sum búgva slík støð, ofta hava lyndi til at gera harðrendari uppreistur, enn ung van­ liga gera aðrastaðni – móti foreldrunum, móti sam­ felag­num, sum tey kenna seg minni virðismett av enn onnur ung. Óhóskandi til før­ oyska lands- og veðurlagið Eg veit ikki, um tit, ið standa aftan fyri Stóru­ tjørn-ætl­anirnar hava um­hugs­að, hvussu vind- og veðurlíkindini ávirkast av bygningunum. Tey flestu, sum hava búð ella bara ging­ið millum tílíkar meir ella minni høgar bygningar við opnum plássum ímillum úti í forstøðum kring flestu størri donsku býir t. d., hava upplivað, at sjálvt í góðveðri er altíð ein rættiliga ófýsin gjóstur har – ofta eisini knappar hvirlur, sum tykjast at koma allastaðni frá. Tað hevur sjálvandi nakað at gera við aerodynamikk - og fyribrygdi vil altíð vera, har sum høg hús standa við opnum plássum ímillum. Nógvir føroyingar, sum hava verið í Keypmannahavn, hava kanska lagt til merkis hetta fyribrigdi, um tey hava gingið undir SAS-hotellinum mitt í býnum beint við Høv­ uðsjarnbreytastøðina. Sjálvt í allarfagrasta veðrið, tá tað er logn alla aðrastaðni, merkist hesin ófýsni gjóst­ urin har allatíðina. Lotar tað bara eitt lítið sindur, koma hesar knøppu hvirl­ urnar beinanvegin. Tað ber t. d. slettis ikki til at hava ‘fortovscafé’ir’ eitt so­vorðið stað, tí eingin kann sita har fyri gjóstrinum og hvirlunum. Tí er eitt av teimum mest sentralu støðunum í Keypmannahavn, sum kundi verið eitt sera hugna­ ligt umhvørvi við fínasta sólargangi og lív og levnað, næstan altíð fólkatómt! Fólk skunda sær framvið sum skjótast fyri at koma burtur frá hesum ófýsna stað. Stórar víddir ræða fólk burtur Tað er tíverri eisini ein sann­ roynd, at víddirnar millum høgu húsini í forstøðunum rundan um størri býir, sum arkitektarnir ímyndaðu sær skuldu yðja av lívið og fólkum, sum hugnaðu sær og spældu saman, oft­ ast liggja gapandi tómar, tí eingin kennir seg væl í hesum gjóstrinum. Nógva­ staðni hava tey roynt at planta runnar og trø sum vernd, men tað hjálpir lítið. Og teir frammanundan so óttafullu íbúgvarnir brýggja seg kortini heldur ikki um at ganga millum runnarnar burturfrá húsunum. Tá vindur er ein trupulleiki í slíkum býlingum, sum liggja nógv veðurbetri støð enn í Føroyum, kann ein bara gita sær til, hvussu stórur trupulleikin so ikki man fara at vera við høghúsum eitt so veðurhart stað sum í Hoyvíkshaganum...! Tað er jú ein orsøk til, at gomlu føroyingarnir ikki valdu at fara niðan í hagan at byggja langt frá hvørjum øðrum, men hava savnað seg í bygdum niðri við fjøruna, har teir bygdu smáu húsini tætt saman, so tey kundu verja fyri hvørjum øðrum. À tann hátt skaptu teir gomlu veðurgóð og gróðrarmikil støð nógvastaðni í Føroy­ um. Fólk, sum búgva í hes­um eyðkenda føroyska hugnaliga umhvørvinum eru eisini tryggari, meira sosial og trívast nógv betri enn tey, sum búgva i spøkilsisforstøðum uttanfyri flestu býir í heiminum. Og tað hevur einki við tað at gera, at føroyingar bara av nátúr eru meira sosialir enn onnur! Uttanlands vera betonghetttoir rivnar niður Hví skulu vit herma eftir miseydnaðum búformum hjá øðrum, tá vit sjálvi hava funnið ein máta at búgva uppá, sum í royndum hevur víst seg nógv meira lívføran fyri trivnaðin? Óføroyski byggistílurin við høgum húsum, sum standa spjadd við stórum plássum millum húsini, er í roynd og veru eisini ein sera ring gagnnýting av plássi, tí opnu víddirnar enda við at tæna einum einasta endamáli – at hýsa endaleysum røðum av bilum, sum fólk skunda sær úr og í fyri sum skjótast at koma burtur frá hesum kalda, ófýsna og troystasleysa landslagi! Nei, betonghetto’ir er einki fyri ein bý at vera erpin av. Líka mikið hvussu nógvir góðir hentleikar eru savnaðir nærhendis fyri borgararnar - eru tílíkir býlingar í royndum ikki attraktiv støð at búgva kortini. Hetta hava fólk utt­ an fyri Føroyar sannað so dyggiliga. Í USA, sum er enn meira ‘framkomið’ enn vit her í Evropa, og sum vit plaga at fylgja í útviklingi – bara forskotið við einum 10-20 árum – hava tey leingi upplivað, hvussu trupulleikar sýnast at klína seg uppat betonghetto’um. Tey hava so við og við sannað, at menniskju heilt einfalt ikki eru egnað til at liva í slíkum umhvørvi, og hava tí valt at niðurríva ein býling fyri og annan eftir, sum er bygdur í hesum stíli - fyri síðan at byggja aftur á sama stað á annan hátt: Lægri bygningar við blandaðum stíli og funk­ tión, sum standa tættari sam­ an og við møguleika t.d. fyri smáidnað og handils- og cafélívið í gøtunum. Fleiri staðni í Evropu eru tey eisini byrjað at ríva betonghetto’irnar niður – av tí einfaldu orsøk, at sami neiligi útviklingur ger seg galdandi eisini har. Og nú vilja fólk, at vit skulu seta tað sama í verk her í Før­ oyum...??!! Hví skulu vit detta í ‘øjebæ’-felluna? Bara við fyrsta eygnakast, tá eg sá tekningarnar av Stórutjørn-byggiætlanini í bløðunum, hugsaði eg: Áh nei, hví skulu vit adoptera hvørja einastu miseydnaðu verkætlan, modernaða sivilisatiónin framleiðir – í altjóðagerarinnar ‘heilaga’ navni? Hví SKULU vit ígjøgnum tey somu mistøk­ ini, áðrenn vit sanna, at vit eisini detta í somu fellu? Tað er ov býttisligt, so eg reyk í ‘blekkhúsið’ at skriva hetta í vónini um, at geva íblástur til betri umhugsni. Eg hugsaði eisini straks um tað danska hugtakið, Ekstra Blaðið kom við fyri skjótt mongum árum síðani, tá tað hevði eina kampagnu ímóti illa úr hondum greiddum, ja, nærmast katastrofalt vánaligt tonktum arkitekturi í Danmark - teir róptu tað: »Øjebæ!«. Vit hava enntá okkara egna heimliga dømi um ‘øjebæ’, nemliga betonbygningarnir á Landsjúkrahúsøkinum B71-B74, sum nú nøkur ártíggjundi eftir, teir blivu bygdir, ikki bara eru ljótari enn nakrantíð, men eisini í vandamikla ringum standi, m. a. tí bygningarnir í sær sjálvum ávirka vindin á stað­num, sum gerst harðari og tí slítur meir upp á bygn­ ingarnar. Eingin heldur tað blaðstjóri Elin Heinesen Ávaring!: Stóratjørn – ein vanlukka fyri Havnina