mánadagur 20. februar 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 36 - 20. februar 2006
17
vera serliga deiligt at búgva
har. Nei, eingin trívist í ‘øje
bæ’ í longdini.
Vit fara at angra tað
Tað er møguligt, at tað á
pappírinum sær hugtakandi
og spennandi út við stórum,
høgum bygningum á rað og
víðum parkeringsfløtum
ímillum. Í forholdinum
1:25.000 tekur tað seg væl
út, men hyggur tú bara
eitt sindur nærri eftir - og
ímyndar tær evt. at tú fert
niður í umhvørvið og sær tað
í forholdinum 1:1, er søgan
ein onnur. Vit vilja so fegin
vera sum hini í londunum
rundanum okkum, men
gloyma bara at hyggja at
royndunum hjá teimum -
ja, enntá okkara egnu. Tey,
sum eru komin eitt sindur
uppí árini, minnast kanska,
hvussu hugtikin fólk vóru av
Landssjúkrahúsbyggingini,
tá bústaðarblokkarnir vóru
bygdir. Kenslan var, at nú
fingu vit í Føroyum endiliga
okkurt, sum luktaði eitt sind
ur av av altjóðagering, og
sum gjørdi Havnina meira
nútíðarhóskandi – og fólk
vóru erpin av tí. Men bert
eitt ártíggjund aftaná var
fólkastemningurin
helt
vendur við.
Um byggiætlanin í Hoy
víkshaganum verður sett
í verk, eri eg púra vís í, at
helst bara eitt ártíggjundi
fer eisini, til at havnarfólk
fara at angra, at tey ikki
hugsaðu seg betur um, tá tað
nú endiliga skuldi vera - tá
størsta byggiætlan nakrantíð
í Føroyum varð sett í verk.
So eg krossi fingrarnar
og vóni so innarliga, at tit
í býráðnum í Havn nú ikki
fara at blaka okkum út í at
gera somu arkitektonisku
mistøk, sum býir aðrastaðni
úti í heimi hava (angrað,
tey hava) gjørt. Jú, visiónir
eru neyðugar. Framburður
skal til. Men hetta ber brá
av ‘stórheitsvanvidinum’
frá 80’unum. Hava vit
einki lært? Lat tað ikki vera
hetta, sum stendur eftir
tykkum, tí hetta verður ikki
nakar varði at vera erpin av.
Um byggiætlanin verður
gjøgnumførd soleiðis, sum
hon sær út nú, verður tað
eftir míni meting einki
minni enn ein vanlukka fyri
Havnina!
Rík mentan gevur
ríkt vinnulív
Heldur skulu vit læra av
mistøkunum og gera nakað
annað, sum er nógv skilabetri
– og líka ambitiøst. Ja, meira
kanska. Vísa heiminum, at
vit – ístaðin fyri drepandi
betonforstaðarbygging –
kunnu byggja hugnalig og
inspirerandi býarumhvørvi,
sum eru nógv betri fyri virkn
ið og trivnaðin hjá borgarun
um – við somu hentleikum
fyri borgararnar, sum henda
byggiætlan hevur – bara enn
fleiri.
T. d. havi eg lagt til merkis,
at tað mentanarliga glógvar
við síni fráveru í P/F Jákupi
á Duls byggiætlan...! Fáast
Havnafólk nú á døgum
veruliga ikki við annað enn
at íðka ítrótt og at shoppa í
frítíðini? Eg spyrji bara....
Hví skal leikluturin hjá
mentan og list enn einaferð
undirmetast?
Óteljandi kanningar uttan
lands vísa, at bara býir, sum
hava eitt breitt mentanarligt
útboð, megna at tiltrekkja nóg
stórt tal av ressursusterkum
og produktivum fólki, sum
kunnu skapa meirvirði fyri
býirnar. Skilagóð fólk seta
høg góðskukrøv, tey krevja
andaliga føði - tey tíma ikki
at búgva í býum, har tey
ikki fáa bjóðað nóg mikið
av andaligari føði (– og
her hugsi eg ikki bara um
Várharra). Tí er tað prógvað
ferð aftan á ferð, at tað er ein
ósvikaligur samanhangur
millum eitt ríkt mentanarlív
og eitt ríkt vinnulív! Hetta
hevur loysnin hjá P/F Jákupi
á Dul eftir míni meting slettis
ikki tikið hædd fyri.
Setið ein arbeiðsbólk
at umhugsa
ætlanina umaftur
Og so aftur til P/F Jákup
á Dul og býráðið: Góðu
tit. Um áhugi er til tess,
eri eg fús at bjóða meg
fram til at luttaka í einum
arbeiðsbólki, sum kann
koma við konstruktivum
hugskotum til, hvussu vit
loysa vandamálini í býnum -
og ístaðin skapa eina nýggja
byggiætlan, sum tryggjar,
at Havnin fær ein vakran,
hugnaligan, virknan og ikki
minst veðurgóðan býling,
sum hóskar nógv betur til
føroyska lands- og veðurlagið
og til føroyska fólkið – m. a.
við loysnum til húsaneyðina
og møguleikum fyri alskyns
aktivitetum fyri borgararnar,
sum eru Havnini verdugir,
og sum draga produktiv
góðskutilvitandi virkin fólk
til býin, heldur enn bara tey
ressursuveiku.
Stutt sagt: Ein livandi og
tryggan býling við ein virk
num vinnu- og mentanarlívi,
har fólk av øllum stættum
fara at stórtrívast hvørt um
annað.
elinhein@mail.dk
ÍSLAND
Ring á telefon nr. 345960 ella 545970
ella skriva á teldupost cargo@sbwcargo.com
...Skjótasta flutningstænasta á Norðuratlantshavi !
FØROYAR
HETLAND
NOREG
DANMARK
Vit hava fingið veingir
SBW Express bjóðar dygdargóða flogfrakt
tænastu til ein kappingarføran prís.
SBW Express bjóðar dygdargóða flogfrakt
tænastu til ein kappingarføran prís.
Fyri at fáa meira at vita um ghettoisering, lesið:
“Regeringens strategi mod ghettoisering” her:
HYPERLINK ”http://www.inm.dk/publikationer/
regpub_ghettoisering/index.htm” http://www.inm.dk/
publikationer/regpub_ghettoisering/index.htm
FAKTA