Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 36 - 20. februar 2006 Framførslan hjá Eivør Pálsdóttir fríggja­ kvøldið í Aalborg fevndi rættiliga breitt. Umframt sítt egna tilfar, dittaði føroyski sangfuglurin at royna seg við klassikarum sum “Átjan” og “No Woman No Cry” hjá okkara egna Poul F. og Bob Marley Tónleikur Páll Holm Johannesen pallurin@hotmail.com Myndir: Símun J. Hansen Aalborg: Skråen fer neyv­an í søguna, sum tað hugnaligasta og mest idyll­ iska spælistaðið, Eivør hevur framført á. Men tað forðar ikki henni í, at enn einaferð at prógva, at í Eivør eiga vit føroyingar ein gimstein. Hølini líkjast ikki sørt einari gamlari verksmiðju og hava ein ósjarmerandi grønan lit. Hóast umstøðurnar hava heilt fitt av fólki leitað sær at lýða á í kavaveðrinum. Hetta eru ikki fólk, tú van­ liga ber eyga við um viku­ skiftini á tiltiknu Jomfruane gade í Aalborg. Her er ein samanrenning av nógvum ym­iskum fólki. Tú sært bæði eldri gráhærdar damur og fittar ungar diddur. Ein­ stakir mentanarpávar við long­um sleiktum hárið aft­ ur eftir, í síðum frakkum og smørtum brillum hava eisini leitað sær á Skråen at lurta. Meðan bæði ungu og eldru kvinnurnar hava lætt við smílast og murra stillisliga við forvitnisligu framførsluni hjá Eivør, sita mentanarpávarnir alvorligir og pinnastillir. Sum altíð, tá eitt tiltak før­oyskt tiltak er skránni, eru føroyingarnir í Aalborg møttir mannsterkir upp. Her er alt frá edrúum føroyskum superligaspælarum til fullar menn í svørtum leðurjakkum. Føroyingar eru kortini langt frá í meiriluta á Skråen í kvøld. Djørv Tað er singer/songwriter kvøld á Skråen, og høv­ uðs­­navnið er føroyska songkvinnan Eivør Pálsdótt­ ir. Gøtu­kvinnan hevur verið á Dan­markarferð hesa vikuna, og hetta fríggjakvøldið um miðjan februar framførir hon í kavaskrídda Norður­ jútlandi. Lat tað verða sagt enn eina­ ferð: Heldur ikki hesaferð skuffaði Eivør. Framførslan í Aalborg var, sum altíð, frálík og fjølbroytt. Einsa­ møll á palli skiftandi við kassagittara, trummum og elektriskum gittara sýndi hon gestunum, at føroyingar kunnu vera ernir av Eivør. Eivør leggur varisliga út, og langt er millum eyðkendu hvínini og skríggini frá evna­ ríku songkvinnuni úr Gøtu. Hæddarpunktið var óivað, tá hon við berum bibbum og trummuni undir hond spældi ótrúliga sterka lagið, Trøllaundin, fyri fullum út­blástri. Hetta var lagið er eisini heitislagið á fløguni, Eivør hevur givið út saman við DR BigBand. Tað munnu verða konu­ fólkini, ið eru í yvirluta í kvøld. Tað er ein hugnaligur stemningur, og á borðunum sæst alt frá øl til kaffikrúss, Irish Coffee gløs og pepsi­ fløskur. Og eisini tónleikurin hjá Eivør fevndi rættiliga breitt hetta kalda kvøldið. Vit fingu møguleika at hoyra cover­løg heilt úr Sumba til Jameika. Eivør var so mikið djørv at royna sína egnu útlegging av yrkingini hjá Poul F. “Átjan”, sum Hanus G. Johansen hev­ur gjørt til føroyska fólka­ogn fyri nógvum árum síðan. Eisini royndi hon seg við klassikaranum “No Woman No Cry” hjá Bob Marley. Hennara útleggingar eydnaðust so mikið væl, at hvørki Bob Marley ella okk­ ara egni Poul F hava neyvan nakað at finnast at. Umframt hetta, dittaði hon sær eisini at fara undir onnur coverløg sum frálíka lagið hjá Kim Larsen “Om lidt” frá fløguni “Forklædt som voksen” og jazzklassikarin “Summertime”. Framførslan var ein sam­an­renning av penum ballad­um so sum svenska lag­num “Fågeln” og um systrarnar báðar “Elinborg og Elisabeth Mariu” og meira rockkendum løgum sum “Trøllabundin” og “Nú brennir tú í mær”. Meðan friðarligu ballad­ urnar ljóma, sita øll pinnastill og lurta við andakt. Og tað er heldur ikki nakað nýtt, at við Eivør flýgur tíðin av­stað, so skjótt er hálvur annar tími av fagrastu tón­ um farin framvið, og áhoyr­ arnir í norðurjútska høvuðs­ staðnum kundu síðani leita sær út aftur í kavan. Nøkur vaggandi og onnur murr­andi. Og hvør veit, um Eivør ikki fer í tónleikasøguna, saman við øðrum góðum fólki sum Kim Larsen, Poul F. og Bob Marley. Eivør í Aalborg: Úr Sumba til Jameika Umframt sítt egna tilfar, dittaði føroyski sangfuglurin at royna seg við klassikarum sum “Átjan” og “No Woman No Cry” hjá okkara egna Poul F. , tá hon sang og spældi í Ålborg fríggjakvøldið. Myndin er tikin av framførsluni í Keypmannahavn mikukvøldið