Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 36 • mánadagur • 20. februar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Óli Holm skuldi hava 12 atkvøður ímóti sær, skuldi hann fella á aðalfundinum - tað hevði hann ikki, og tí er hann framvegis formaður FSF-val Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tosið eftir formansvalið í FSF-húsinum leygardagin var nógv. Millum tað, sum ofta varð havt á munni var atkvøðan, sum Óli Holm at enda gav sær sjálvum. Fleiri vóru ónøgd við, at for­ maðurin á henda hátt hevur ein eyka møguleika, men í veruleikanum var henda »eyka« atkvøðan óneyð­ug. Meirilluti skal fella Grein 7 í reglunum hjá FSF staðfestir nevnliga, at skuldi Birgir Enghamar verið vald­ ur til formann, so »skal meira enn helmingurin av teimum møttu, sum hava atkvøðurætt, atkvøða fyri.« Tí er næsta reglan í somu grein » Stendur á jøvnum, er atkvøða formansins av­ger­andi« bara galdandi, tá talan er um tvey nýggj uppskot. Tað vil siga, at var sama javnstøða galdandi fyri tveimum árum síðani, tá tvey valevni dystaðust um sessin, sum stóð leysur eftir Dánjal Andreasen, so var tað tá follið Dánjali í lut at peika á avlosyara sín. Er talan um javnstøðu, og annað av evnunum er sitandi limurin, so ber tað ikki til matematiskt, at tað stendur á jøvnum, samstundis sum ein meiriluti er fyri nýggja evninum. Tað er eisini ein av grund­ reglunum í modernaðum demokrati’i, at fyri at fremja eina broyting, so krevst, at ein meiriluti av møttu at­kvøðunum er fyri at fremja broytingina. Eitt ímyndað dømi kundi verið, um t.d. FSF-nevndin hevði atkvøtt blankt á aðalfundinum. Tá kundi støðan verið, at Birg­ir Enghamar hevði 11 atkvøður, meðan Óli Holm hevði havt 10 atkvøður. Tá vildi Birgir havt fleiri at­kvøður enn sitandi for­ mað­urin. Men formaðurin vildi framvegis ikki havt ein parlamentariskan meiriluta ímóti sær. Og tí vildi hann ikki follið. Talan er í so máta um eina beinleiðis paralell til stjórnarskipanarreglur, sum staðfesta rættindini til minni­ lutastýri, og tey í sjálvum sær hava jú ofta havt sera hepnar fylgjur fyri fólkaræðið. Ikki minst, tí meirilutin tá eisini í størri mun má lurta eftir tí, sum minnilutin førir fram. Eitt fordømi innan ÍSF Tað er bara komið fyri eina­ ferð, at reglan um avgerandi formansatkvøðuna er tikin í nýtslu innan ÍSF. Hetta var, tá nýggjur skriv­ ari skuldi veljast í felagsskap­ in í 1979. Lógarteksturin um formansatkvøðuna var júst samtyktur, tá atkvøðast skuldi um skrivaran. Tvey val­evni høvdu tá fingið eins nógvar atkvøður, og tí mátti nýggja reglan takast i nýtslu mest sum alt fyri eitt. Til stuttleikar kann nevn­ ast, at ÍSF-formaðurin ta ferð­­ina var Jógvan Arge, sum leyg­ardagin var orðstýrari hjá FSF. Skrivarin, sum hann tá setti í sessin, var Heðin Mort­ensen, sum stutt eftir hetta gjørdist ÍSF-forseti. Ein sessur, sum hann hevur røkt síðan. Og sum eyka krúlla kann nevnast, at teir báðir í dag sita á teimum báð­ um hægstu sessunum í Tórs­ havnar Kommunu. Tó at tað nú er Heðin, sum er omanfyri Jógvan í hierarki’num. – Mítt mál hev­ ur ongan tíð ver­ið at syndrað felagsskapin, sigur Birgir Enghamar, sum ikki vil hoyra nak­að tos um møguliga nýtt val­ umfar á eyka­aðal­ fundi Formansvalið Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Var tað rætt, at onnur at­kvøðan hjá EB/Streyumi varð ógyldag? Er tað rætt­ víst, at FSF-nevndin sjálv hevur eina avgerandi at­kvøðu, tá ein meiriluti av feløgunum hevur eina aðra áskoðan? Og hví skal atkvøðan hjá formanninum kunna teljast tvær ferðir? Hetta vóru nakrir av spurn­ingunum, sum vórðu reistir í krókunum, tá menn eftir FSF-aðalfundin skuldu fyrihalda seg til útfallið av formansvalinum. Møguligt nýval Seinasti spurningurin – um formansatkvøðuna – ver­ður svaraður aðra staðni á hesum síðum sum órelevantur. Men teir báðir fyrst nevndu kunnu væl verða nakað, sum fleiri persónar hava hug at ilsk­ ast um. Longu leygarkvøldið hoyrd­ust menn innan før­ oyskan fótbólt eisini tosa um møguleikan at seta for­mansvalið á skránna, tá eykaaðalfundur verður á skránni – í seinasta lagi tann 31. mars í ár. Reglurnar hjá FSF inni­ halda ikki nakrar greið­ar reglur fyri, hvussu for­mans­ valið kann ganga umaftur. Men tað er tó staðfest, at mál kunnu takast upp á eykaaðalfundi, um 2/3 av møttu atkvøðunum taka undir við hesum. So møgu­ leikin kundi í øllum førum staðið sína roynd. Vil ikki skapa split Men sambært Birgiri Eng­ hamar, so verður ikki talan um nakað nýtt valstríð. Hann viðgongur, at tos­ að hevur verið um hetta. Og hann sigur seg eisini hava fingið bein­leiðis fyri­ spurning um møgu­leikan. Ein møgu­leika, sum hann tó avgjørt hevur takkað nei til. – Mítt mál hevur ong­an tíð verið at syndra fe­lags­ skapin innan FSF. Sjálvandi eru nøkur mál, sum eg havi sagt mína hugsan um. Og eg haldi eisini, at hetta hevur gjørt mun. Í øllum førum átti tað at skapt nakað av eftirtanka, at feløgini í veru­leikanum ynsktu leiðslu­skifti í FSF. Tekur tú at­kvøðuna hjá FSF- nevndini frá, so peikaðu 11 av 21 atkvøðum á meg. Tað vísir, at stórur partur av feløgunum tekur undir við teimum sjónarmiðjum, sum eg havi ført fram. Og skalt tú meta eftir for­ mansfrágreiðingini, so eru fleiri av hesum punktum eisini tikin til eftirtektar. – Og verða tey tað, so haldi eg avgjørt ikki, at eg havi stillað upp til fánýtis. Heldur hava vit umvegis fólkaræðið skapt bent hug­burðin til ávísar lutir á rættari kós. Og vitanin um tað haldi eg hevur størri týdning, enn at gera enn eina roynd at koppa formanninum. Ein roynd, sum eg haldi bara kundi skapt split og ósemjur mill­um feløg, tí tað er ikki nakað, sum vit hava tørv á, sigur Birgir Enghamar. Formansvalið stendur við Formansatkvøðan taldi einki Tá 22. atkvøðan var lisin upp, visti formaðurin ikki, hvørt hann var keyptur ella seldur. Hann fekk tó høvi at staðfesta sín egna post. Men tann atkvøðan var í veruleikanum púrasta óneyðug Mynd: Hilmar Jan Hansen Hóast hann var nær við, so hevur Birgir Enghamar ongar ætlanir um ikki at virða úrslitið leygardagin. Hann heldur, at tað kann bara skapa split, um arbeiðast skal fyri enn einum valumfari Mynd: Álvur