Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 36 - 20. februar 2006 Luftin var tjúkk av spenningi, tá tær 22 atkvøðurnar til formansvalið vórðu taldar upp. Tá var valstríðið av. Eitt valstíð, sum eisini setti sín dám á størsta partin av aðalfundinum FSF-valið Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teir sóu væl upplagdir út. Valevnini til formansvalið í FSF stóðu báðir úti í góð­ veðrinum í Gundadali, tá klokkan var farin at nærkast 10 leygarmorgunin. Eitt góð­ an dag – og hvussu gong­ ur, varð givið ymsu fund­ arluttakarunum, so hvørt sum hesir komu móti FSF- húsunum, og eyðsæð var, hvør vónin var. Tað mundi standa teimum flestu greitt, at talan fór at gerast um ein óvanliga tættan dyst, og tí var umráðandi at viga hvørt lógvatak og hvørt eygnabrá. Lótir, sum kanska kundu av­dúka, hvørt atkvøðan longu var sett – ella um hon kanska kundi flytast við eini seinastu skilagóðari við­­merkingar. Verju- og valrøða Sjálvur aðalfundurin snúi seg sum so um nógv annað enn bara formansvalið. Men tað stóð skjótt klokkuklárt, at sjálvt valið var reyði tráð­ urin, sum fundurin at kalla varð drigin eftir. Longu í formansfrá­greið­ ingini varð linjan løgd. Orð sum samansjóðing, trivnað­ur, gjøgnumskygni, opinleiki, leggja stríðsmál aftur­um, stabilitetur, kontuitetur og neyv fíggjarstýring vóru tesur, sum vórðu tiknar í nýtslu, longu fyrstu reglurnar av formansfrágreiðingini. Eini formansfrágreiðing, sum eisini í sera stóran mun virkaði sum aftursvar upp á tey spurnartekin, sum avbjóðarin hevði sett. Eitt nú við at vísa á, hvussu neyðugt tað var við sterkari umsiting, týdningin av al­tjóða arbeiðinum, truplu støð­una, har FSF skal útvega fíggjarligar midlar og ikki minst, hvørjar inntøkur FSF hevur latið feløgunum í mun til tað, sum tey fingu undan 2004. Skipað skjóting Formansfrágreiðingin fekk ikki stórvegis viðmerkingar, men tað var tó eisini greitt, at viðhaldsskarðin hjá av­bjóð­ aranum fegin vildi sleppa at seta nøkur spurn­artekin. Hesi komu eisini greitt til sjóndar, tá Óli Holm eftirfylgjandi legði formansfrágreiðingina fram. Tað tóktist í øllum førum meira ella minni motiverað – og beint eftir linjuni, sum varð løgd – tá ávíkavist GÍ, AB og HB høvdu hug at seta fleiri spurnartekin við roknskapin. Eitt nú við atliti til vaksandi lønirnar innan umsitingina og um býtið av altjóða inntøkunum, sum FSF fær. Meðan aðrir spurn­­ing­ar mest hoyrdu heima í smálutadeildini – ja, summir vóru enntá spurn­ingar, sum bara høvdu roknskapartekniskan týdn­ ing, og sum tí bara tóktust verða settir, tí onkur spurn­ artekin skuldu setast. Skjøldurið hjá Óla tókt­ ist tó at standa ímóti. Ikki minst tí hann í síni framløgu av roknskapinum hevði mest sum garderað seg ímóti hesum álopum. Eitt nú við litføgrum power- point framløgum, sum klárt undirstrikaðu orð forman­ sins. Formansspurningurin slapp tó at hvíla eina tíð, tá fe­løg­ini eitt skifti fóru und­ir at viðgera ymsu lóg­ ar­­uppskotini, sum vóru løgd fyri aðalfundin. Ikki minst, tí spurningurin um upp- og niðurflyting, sum er viðgjørdur aðra staðni á hesum síðum, gjørdi nýtslu av sjálvssøknum motivum mest sum sjálvsagda. Hvørt nakrar atkvøður vórðu fluttar hesar báðar sein­astu tímarnar undan for­ mansvalinum, ber sjálvandi illa til at siga. Men tað stóð greitt, at okkurt felag hevði trupult við at seta krossin, tá atkvøðuseðlar vórðu býttir út. Fyrrverandi formaðurin, Dánjal Andreasen, hevði fing­ið álitið at ganga runt við pappkassanum at savna atkvøður, men onkra staðni mátti bíðast eftir seðlinum. Eitt nú hjá tvøramonnum, sum snøgt sagt bóðu Dánjal fara víðari, meðan teir sína­ millum greiddu seinastu inn­an­hýsis spurningarnar, áðrenn krossurin varð sett­ ur. Væl upplagdi orðstýrarin, Jógvan Arge, fekk tó at enda tær 22 atkvøðurnar litnar í hendi. Hann teir báðar skyld­ menninar úr Gøtu - Janus Rasmussen (GÍ) og Atla Greg­ersen (SÍF) – at virka sum kontrollantar, Og so kundi uppteljingin byrjað. Formaðurin á nálum Menn sótu sum á nálum. Fyri hvørja atkvøðu, sum varð lisin upp, vórðu strikur settar á blokkin, og ein greiður ten­densur tóktist at vísa seg. Eftir at formansevnini býttu fyrstu fýra seðlarnar millum sín, tóktist Birgir renna undan. Skjótt stóð 6- 2, síðani 9-5 – og tá 19 av seðlunum vóru taldir, stóð 11-8 á blokkunum. Sitandi formaðurin sat sum runnin í stein – við penninum kláran at seta strikuna, sum í veruleikanum var mønu­ stingurin. Avbjóðarin, sum allan fundin hevði sit­ið kúrr­ur á aftasta rað, mundi brád­liga anda nakað djúp­ari og rólig­ ari. Kanska við tonk­un­um kvik­liga snar­­andi um spurn­ ingin, hvussu inngangurin til fyrstu formansrøðuna skuldi verða. Alt meðan lins­an á upptøkutølinum frá Sjón­bandi stillaði nærri og nærri í fokus. Klár at fanga andlitsbráðið, tá navnið á Birgiri fyri tólvtu ferð skuldi lesast av atkvøðulepanum. Sveittutar hendur 20. seðilin segði Óli. 21. seðil­in tað sama. Og so kundi djúpi bassurin hjá fund­ar­stjóranum staðfesta, at nú var bert tann eina at­kvøðan eftir. Og tá hann róliga skoytti uppí, at navnið á hesari var Óli Holm, var púr­asta kvirt eina løtu. Ein støða, sum eingin av fundar­ luttakarunum hevði hugsað um, var nú íkomin Men fundarstjórin var tó fyrireikaður. Hann vísti alt fyri eitt til grein 7, har mannagongdirnar fyri at­ kvøðugreiðslu eru at finna – og tó at hann kanska var dekan ov útgreinandi, tá hann síðani bað um formansins at­kvøðu, so broytti hetta einki. Sum siðvenja er, so fekk formaðurin lógvabrestir frá aðalfundinum, tá valið var staðfest. Men tað skarst ikki burtur, at spenningurin um uppteljingina enn sat í krovinum á annars so stinna vágbinginum. Nakað sum eisini var eyðsýnt, tá sveitt-vátu lógvarnir tóku ímóti handtrýstunum, sum fundarluttakararnir góvu, so hvørt sum farið varð upp til døgurðan. Ein døgurði, sum eisini er siðvenja eftir aðalfundin. Men hesa ferð mundi bitin roynast søtari hjá summum enn hjá øðrum… Seinasti partur av valdys Hóast tað ikki kundi staðfestast, so kann væl vera, at talan í veruleikanum var um ein púrasta elementeran fótfeil, sum skilti Birgir Enghamar frá formanssessinum í FSF FSF-valið Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eitt tað fyrsta, sum fund­ ar­stjórin, Jógvan Arge, gjørdi, tá 27. aðalfundurin hjá FSF varð settur, var at gera greitt, hvørji feløg vóru møtt á fundinum. At væl var mobiliserað, mundi standa teimum flestu greitt. Eitt nú, tá NÍF eisini hevði umboð við sítt borð. Nakað sum ikki hevur verið so vanligt. Einamest, tí fótbóltsfelagið hjá nólsoyingum sum so Ein atk Fyrrverandi HB-formaðurin mundi ikki ivast í, at dysturin var vunnin, tá 19 av teimum 22 atkvøðunum vóru taldar Mynd: Álvur