mánadagur 20. februar 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 36 - 20. februar 2006
21
bara hevur borið brá av
hjáputli til bygdarlívið, har
kappróður og borðtennis
annars hava verið tær ítrótt
argreinar, sum mest hevur
verið tosað um.
Men á einum øki, var eitt
mistak tó framt. Tá nøvnini
á ávíkavist EB og Streymi
vórðu lisin upp, var tað
sami maður, sum í báðum
førum gav játtandi svarið.
Í Formula-deildini eru tey
bæði feløgini at rokna
sum eitt, men á aðalfund
inum hava tey hvør sína
atkvøðu.
Men samstundis er tað
siðvenja innan føroyska
ítróttarheimin, at sami
persónur
ikki
kann
møta við fulltrúð fyri
fleiri feløg. Hetta gjørdi
fundarstjórin eisini vart
við, og tí var tað bara EB,
sum hevði atkvøðurætt á
fundinum – og ikki Streym
ur. Ein atkvøða, sum fleiri
vildu vera við, hevði
farið í lumman á Birgiri
Enghamar, um hon hevði
gildi.
ÍSF-siðvenja
Eftir fundin spurdu vit Jógv
an Arge, hvør siðvenjan var,
sum forðaði fyri atkvøðuni
hjá EB/Streymi.
– Hatta er nakað, sum hev
ur verið galdandi í nógv ár,
segði fyrrverandi ÍSF-for
setin.
– Tað stavar frá einaferð
í 70’unum. Tá høvdu vit
oftani trupulleikar innan ÍSF
av, at onkrir personar møttu
við fulltrúð fyri upp í fimm
sersambond. Og tað kundi
viðhvørt skapa óhepnar støð
ur, tá avgerðir skuldu takast.
Tí varð gjørt av, at fyri at
hava atkvøðurætt, skuldi
sersamband ella felag vera
fysiskt umboðað. Og tann
siðvenjan hevur so verið
galdandi síðani.
Nøgdur við eina
atkvøðu
Tá vit eftir fundin høvdu
orðið á umboðið hjá EB,
Rólant Højsted, vildi hesin
ikki svarað, hvørt atkvøða
hansara í formansvalinum
hevði farið til sitandi for
mann ella avbjóðaran.
– Tað tími eg ikki at gera
viðmerkingar til. Men eg
kann siga sum so, at vit halda
tað vera rættast, at feløgini
bara hava eina atkvøðu í
felag, segði Rólan Højsted.
Sessur hansara í nevndini er
eisini sum formaður í EB/
Streymi, og tí var hetta væl
eisini ein bæði skillig og sak
lig grundgeving.
Rólant Højsted ynskir Óla Holm tillukku við valsigrinum. Rólant hevði tvær fulltrúðir í lummanum, tá hann kom á aðalfundin,
men hann slapp bara at brúka aðra. Ein avgerð, sum møguliga broytti útfallið av valinum
Mynd: Álvur Haraldsen
stinum
kvøða restaði
Jógvan Arge – vælupplagdur orðstýrari – hevði fingið GÍ-formannin upp at eftirkanna atkvøðuseðlarnar. Felags skyldmaðurin, Atli Gregersen, førir roknskap yvir
seðlarnar