Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 36 - 20. februar 2006 Eftir at TB hevði vunnið eitt sera tætt fyrsta sett ímóti ÍF, tóktist tað sum kvinnurnar av Tvøroyri høvdu munin, og tær vunnu tvey sett afturat meira sannførandi. ÍF gjørdi ein lítlan vørr í triðja setti, men so var liðugt Kvinnufinala Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað var TB, sum hevði munin í steypafinaluni hjá kvinnum leygardagin. Liðið av Tvøroyri var favorittur hjá nógvum til dystum, og tað livdu tær eisini upp til. ÍF hevur ikki áður roynt at vinna steypfinaluna, og tað skuldi heldur ikki eydnast hesaferð, hóast kvinnurnar úr Fuglafirði byrjaðu dystin væl. Á áskoðararplássunum sást og hoyrdist, at TB- kvinnurnar fáa sera stóran stuðul frá fólkinum av Tvøroyri. Fleiri hundrað fólk høvdu leitað sær norður til steypafinaluna, og hesin stuðulin gjørdi eisini mun hjá teimum ungu TB- spælarunum. Spennandi byrjan Fyrsta settið var tætt og spennandi, men tað gjørdist TB, sum at enda hevði munin. Tá var støðan 32-30, so ÍF hevði rættiliga hingið í hesum settinum. Teir báðir útlendsku spælararnir hjá ÍF, Maja Bobic og Mirela Balicevac, hava stóran týdning fyri ÍF- liðið, og sum dysturin leið gjørdist tað kanska ov lætt hjá TB at verja fyri teimum báðum spælarunum, tí variatiónin var ikki nóg stór í álopsspælinum. ÍF gjørdi ein vørr Í næsta settinum var munurin millum liðini meira sjónligur. Álopsspælið hjá TB var ágangandi og fjølbroytt, og TB legði seg eisini fram um beinanvegin. Leiðslan helt sær settið út, og so var TB á odda 2-0 í dystinum. So hendi tað, sum ofta hendir í einum flogbóltsdysti. Triðja settið fær eina aðra vend – kanska tí, at liðið, ið er á odda 2-0, tekur tað meira róligt, meðan hitt liðið av álvara stríðist fyri lívinum. Og soleiðis var í steypafinaluni. ÍF hevði ein møguleika eftir, og tær vildu gera alt fyri at brúka tann møguleikan. ÍF legði seg væl fram um TB í hesum settinum, men tað var um reppið, at TB fekk ÍF aftur. Settið endaði tó 25-23 til ÍF, og so var eitt sindur av spenningi í luftini. TB setti punktum Men tann spenningurin var skjótt punkteraður av TB. Liðið kom út til fjórða setti við sama treysti og álopsspæli, sum hevði merkt tvey bæði fyrstu settini, og nú kláraði ÍF als ikki at standa kurl. Munurin var stórur, og hóast ÍF royndi ymiskt fyri at venda gongdini, so bar tað ikki til, og TB vann fjóðra settið heili 25-16. Harvið var gullið komið heimaftur til Tvøroyrar, og tað kundu spælarar og teir mongu áskoðararnir hjá liðnum fegnast um. ÍF kom fyri seg eina løtu og vann fjórða settið, men so setti TB veruliga turbo á og vann greitt í fjórða setti TB-ÍF 3-1 (32-30, 25-19, 23-25, 25-16): Gylta TB-liðið gjørdi bart – TB-liðið er ungt, og tað eru ikki øll, sum hava trúð upp á liðið. Nú vístu vit, hvat vit duga, sigur liðformaðurin hjá TB, Maja Popovic Flogbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo – Hetta var ein sera góður sigur. Eg hevði persónliga væntað, at vit fóru at vinna finaluna, og tað kláraðu vit eisini. Vit vóru betra liðið, sigur Maja Popovic, sum er týðandi spælari hjá TB. Hon er annar av útlendsku spælarunum, og saman við Gudrid Nolsøe stóðu tær fyri royndum á liðnum í steypafinaluni. Nógvir av hinum spælarunum eru ungir ella blaðungir, men eindin er sterk, og fleiri sera góðir spælarar eru á liðnum. – TB-liðið er ungt, og tað eru ikki øll, sum hava trúð upp á liðið. Nú vístu vit, hvat vit duga. Vit høvdu størri breidd í okkara spæli, meðan ÍF fyri tað mesta spældi upp á tveir spælarar, sigur Maja Popovic. Brúka tíð TB byrjaði kappingina í ár illa, men seinastu vikurnar hevur tað gingið munandi betri hjá liðnum. – Tað vísir seg, at vit mugu skifta fleiri spælarar út á hvøjrum ári, og teir nýggju og ungu spælararnir hava brúk fyri eitt sindur av tíð fyri at koma inn á liðið. Vit hava mist ov nógv í landskappingini, men tað var gott at vinna steypakappingina. – Nú ætla vit at stíla eftir silvuri í landskappingini, men munurin upp til fremsta liðið er ov stórur til, at vit klára at fáa tær aftur, heldur Maja Popovic. Hon er sera fegin um tann stóra stuðulin, sum liðið fekk til finaluna leygardagin. – Fólkið á Tvøroyri stuðlar okkum sera væl. Nógv fólk vóru í Havn, og nógv fólk tóku ímóti okkum, tá ið vit komu suður aftur. Áskoðararnir hjá okkum eru bara teir bestu, sigur Maja Popovic. Høvdu nakað at prógva TB-kvinnurnar vunnu fyri fjórðu fyri steypafinaluna í flogbólti, og tað gjørdu teir við tryggum sigri á ÍF leygardagin