mánadagur 20. februar 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 36 - 20. februar 2006
23
– Tað kann væl vera,
at Fleyr var favorittur,
men vit trúðu upp
á, at vit kundu
vinna finaluna. Vit
høvdu gjørt sera
miðvísar fyrieikingar
til hendan dystin,
sigur Trúgvi
Poulsen, spælari og
hjálparvenjari hjá
Mjølni
Flogbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað var ikki heilt av tilvild og
dagsformi, at steypafinalan
hjá monnum endaði, sum
hon endaði.
Mjølnir vóru undirtippaðir,
men teir stóðu eftir sum
sigursharrar.
– Tað kann væl vera,
at Fleyr var favorittur,
men vit trúðu upp á, at vit
kundu vinna finaluna. Vit
høvdu gjørt sera miðvísar
fyrieikingar til hendan
dystin, tí smálutir kunnu
gera stóran mun í eini tættari
finalu, sigur Trúgvi Poulsen,
spælandi hjálparvenjari hjá
Mjølni.
– Vit noyddust at fyrireika
okkum væl til dystin, um vit
skuldu vinna hann. Og tað
gjørdu vit. Vit hava brúkt
videoupptøkur og hagtøl, og
vit hava prátað nógv saman
um Fleyr og spælararnar hjá
teimum. Hetta vísti seg so at
geva úrslit.
Hugsa um breiddina
Mjølnir hevur ikki havt
nakað serligt kappingarár,
men liðið hevur spælt seg
upp seinastu vikurnar.
– Vit byrjaðu illa, men vit
hava merkt ein framgongd
síðani ársskiftið, hóast eg
haldi, at tað kundi gingið
skjótari við framgongdini.
Liðið er nakað tað sama sum
í fjør, og vit vita, at tað hevur
nógvar dygdir.
– Vit hava tveir góðar
útlendskar spælarar, sum
sjálvandi hava ein týðandi
leiklut á liðnum, men vit
royna eisini at fáa aðrar
spælarar við, so at vit kunnu
spæla meira fjølbroytt.
Í dystum ímóti teimum
sterku liðunum er tað ikki
nóg mikið, at tú bara spælir
upp á tveir spælarara, tað
skal meira til, sigur Trúgvi
Poulsen.
FM verður trupult
Fleyr hevur nógv fleiri
royndar
spælarar
enn
Mjølnir, og tí kundi tað
kanska undrað eitt sindur, at
mentaliteturin hjá Mjølnir-
spælarunum tóktist vera
sterkari í teimum avgerandi
løtunum í finaluni.
– Okkara spælarar vistu,
hvat teir skuldu gera, og teir
vistu eisini, hvat Fleyr kundi
gera. Einki, sum Fleyr kom
við, kundi taka okkum á
bóli, sigur Trúgvi Poulsen.
Hann fegnast um sigurin
í steypakappingini, og hóast
liðið nú ætlar at gera alt fyri
at náa FM-heitinum, so
verður tað sera trupult.
– Fleyr er so langt
frammanfyri okkum, at vit
hava bara ein teoretiskan
møguleika at vinna FM,
men so leingi, sum tann
møguleikan er har, fara vit
at stríðast fyri honum, sigur
Trúgvi Poulsen.
Eingin hevði roknað
við øðrum, enn at
greiða oddaliðið í
landskappingini
skuldi vinna
steypafinaluna, men
Mjølnir vildi tað
øðrvísi og vann 3-0 á
favorittunum úr Fleyr
Mansfinalan
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Menninir
úr
Mjølnir
stóðu fyri einum bragdi í
steypafinaluni hjá monnum
leygadagin. Teir
vóru
underdogs til finaluna
ímóti sterkasta mansliðnum
higartil í ár – Fleyr úr
Havn.
Men
Mjølnir
hevði
fyrireikað seg sera væl til
finaluna, spælararnir vóru
uppsettir og stríðssinnaðir,
og tað loysti seg.
Mjølnir vann nevniliga
finaluna heili 3-0, og hóast
talan var um trý tøtt sett,
so hevði Mjølnir munin
allatíðina, og teir vunnu
dystin fult uppiborið.
Spælið hjá Fleyr tóktist
næstan nervað av nervum,
hóast spælararnir á Fleyr-
liðnum
hava
nógvar
royndir. Í øllum førum var
tað ikki teirra dagur, og tí
lógu teir undir í dystinum
steypagullið.
Undan dystinum mundu
tey flestu halda, at Fleyr
fór at vinna. Sigursvanda
felagið úr Havn, sum hevur
havt nøkur trupul ár, hevur
rættiliga mannað seg upp í
ár, og liðið hevur verið tað
sterkasta í landskappingini,
har teir eisini liggja greitt á
odda.
Mjølnir byrjaði kapp-
ingina illa, men seinastu
vikurnar hevur tað gingið
støðugt framá, og nú var
framgongdin so stór, at liðið
fyri fyrstu ferð í ár veruliga
kundi matcha Fleyr.
Tað var tó um reppið,
at Mjølnir als ikki kom í
finaluna, tí liðið megnaði
ikki at vinna Fleyr- ella
Mjølnir-kappingina, tí Fleyr
vann báðar. Tí spældi Mjølnir
eina eykadyst ímóti SÍ um,
hvat av teimum liðunum
skuldi í steypafinaluna, og
her vann Mjølnir.
Tóku broddin av Fleyr
Finalan var góð og tøtt, men
Mjølnir hevði ein lítlan mun
allan vegin. Blokkurin hjá
Mjølnir riggaði væl, og liðið
tóktist væl fyrireikað til at
verja fyri styrkjunum hjá
Fleyr.
Í álopsspælinum hjá
Mjølnir vóru fleiri spælarar
við. Venjarin Vladimir
Vasiliev var helst besti
spælarin
á
vøllinum,
men ungir spælarar sum
Jón Syderbø og Gunnar
Jørgensen vístu eisini
dygdir.
Fyrsta settið endaði við, at
Mjølnir vann 25-22.
Í øðrum setti royndi Fleyr
at koma fyri seg aftur, men
góða verjuspælið hjá Mjølnir
forðaði fyri, at sterkir
spælarar sum Sigmund av
Teigum og Borko Ilic av
álvara sluppu at seta seg á
dystin.
Mjølnir vann næsta settið
26-24, og so vóru kjansirnir
hjá Fleyr brúktir.
Gullið heima
Nú skuldi Fleyr venda
gongdini, ella var gullið
gloppið teimum av hondum,
og tá lá framvegis eitt sindur
í luftini, at Fleyr skuldi fara
at koma fyri seg í hesari
finaluna.
Men soleiðis gjørdist tað
bara ikki.
Mjølnir helt fram við
sínum treiska og vælskipaða
spæli, og eisini í triðja
settinum høvdu menninir
úr Klaksvík munin.
Einu løtuna var Fleyr
frammanfyri við tveimum
stigum – 18-16 – men
Mjølnir legði seg fram um
20-18, og so koyrdu teir
sigurin heim við einum 24-
25 sigri í triðja setti.
Harvið var tann óvæntaði
sigurin hjá Mjølni veruleiki.
Liðið úr Klaksvík var tað
besta í finaluni, og so hjálpti
tað lítið, at Fleyr við sínum
góðu úrslitum og royndu
spælarum var favorittur
undan dystinum.
– Vit trúðu upp á tað
Mjølnir vann steypfinaluna í flogbólti 2006. Liðið vann finaluna 3-0 á Fleyr
Mjølnir hevði fyrireikað seg væl til dystin og tók broddin av
álopsspælinum hjá Fleyr
Fleyr-Mjølnir 0-3 (22-25, 24-26, 23-25):
Mjølnir tók øll á bóli