mánadagur 20. februar 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 36 - 20. februar 2006
Hóast tapið í
valdystinum, so
heldur Birgir
Enghamar á
ongan hátt, at
uppstillingin
var nyttuleys.
– Feløgini høvdu
møguleikan at vísa
sína ónøgd, og tað
gjrødu tey eisini
FSF-valið
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast hann júst hevði
tapt, so líktist hann ikki
einum tapar. Birgir Eng-
hamar reistist tvørtur
ímóti og bað um orðið,
áðrenn aðalfundurin
varð slitin.
– Eg haldi, at talan
var um ein fair-dyst,
men tað er sjálvandi eitt
sindur keðiligt, at for-
mansatkvøðan á hen-
dan hátt skuldi verða
avgerandi.
– Men eg haldi kor-tini
á ongan hátt, at upp-
stillingin var nyttuleys.
Við at vísa á ónøgdina,
sum valdar innan ymisk
øki, var eg við til tað
allarseinasta, og tað
haldi eg hevur givið
nevndini nakað at hugsa
um. Skal metast eftir
formansfrágreiðingini,
sum varð løgd fyri
aðalfundin, so er hetta
eisini nakað, sum part-
víst er tikið til eftirtektar,
og tað er í øllum førum
nakað, sum eg fegnist
um. Verður tað nú hand-
lað í samsvar við tað,
sum er sagt, so haldi eg
í øllum førum, at hetta
hevur givið úrslit. Tí
tað er ikki persónurin
sjálvur, men arbeiðið,
sum hesin stendur fyri,
ið gevur úrslit, staðfestir
hann.
Og eftirfylgjandi
kundi hann væl hýrdur
leggja afturat, at hann
sum so ikki hevði nakað
ímóti, at Óli Holm fram-
haldandi er formaður í
FSF.
– Eg havi einki sum
helst ímóti Óla. Hann
er ein fittur persónur,
og sum suðuroyingar
flestir, so er hann væl
skorin fyri tungubandið.
Men eg haldi nú kortini,
at hann eisini átti at lært
seg at lufta betri, tá ting
verða førd fram, helt
Birgir Enghamar at
enda.
Hóast hann tóktist
illa sperdur, tá
atkvøðuseðlarnir
vórðu taldir upp. So
staðfesti Óli Holm,
at hann var púrasta
avkláraður um
støðuna
FSF-val
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
– Hatta er so ein av teimum
støðunum, sum tú ikki vónar
at uppliva alt ov ofta.
Soleiðis staðfesti Óli Holm,
tá hann eftir uppteljingina
av formansvalinum skuldi
takka aðalfundinum fyri tað
álit, sum hóast alt varð sýnt
honum.
Við orðunum um, at hann
sjálvandi hevði stillað upp,
tí hann hevði ætlanir um
framhaldandi at virka sum
formaður, hevði hann júst
staðfest sína egnu støðu. Ein
støða, sum tó ikki var vís,
fyrr enn seinasta atkvøðan
varð tald upp.
Fólkaræði skal valda
Hóast hann undir atkvøðu-
greiðsluni tóktist rættiliga
sperdur, so staðfesti Óli
Holm, at hann alla tíðina
var púrasta avkláraður um
møguleikan, at hann kundi
fella.
– Eg havi alla tíðina sagt,
at vit hava eitt fólkaræði
innan føroyskan fótbólt. Eitt
fólkaræði, sum gevur einum
og hvørjum rætt at stilla upp,
og soleiðis eigur tað eisini at
vera. Tað skal vera so, tí FSF
er jú organið hjá føroysku
fótbóltsfeløgunum.
– Men tað er givið, at tað
íkoma spenningar, tá støðan
verður somikið tøtt. Skapti
tað ongan spenning, so haldi
eg ikki, at eg var egnaður at
sita her, helt hann.
Formansrøðan hjá tær
tóktist í stóran mun sum
aftursvar til tað, sum Birgir
Enghamar hevur ført fram.
Var hetta eina verjurøða hjá
sitandi formanninum?
– Ikki sum so. Men hon tók
støði í tí, sum er hent seinnu
árini. Eg eri sannførdur
um, at FSF ikki áður hevur
verið ein somikið opin
felagsskapur við somikið
stórum gjøgnumskygni,
sum hann er tað í dag. Júst
hetta eru mál, sum vit hava
nýtt nógva orku fyri at
røkka, men við hesum er
ikki sagt, at tað ikki kann
gerast betri. Eitt nú kundi
eg hugsað mær, at fundirnir
við formenninar í størri mun
bera brá av kaffifundum
tvørtur um borðið, heldur
enn um fundir, har FSF tosar
við feløgini.
Ræðist ikki tvíbýti
Ein vandi, sum altíð er til
staðar, tá talan er um somikið
javnar atkvøðugreiðslur,
er framtíðar virkisførleikin
hjá leiðsluni. Sjálvandi er
formaðurin valdur fyri tvey
ár. Men tá stórar avgerðir
skulu takast, verða hesar ofta
lættari, tá tað er ein breiður
meiriluti, sum hevur sett
krossin til vinnandi partin.
Sum so var Óli ikki ósamd-
ur í hesum. Men hetta tóktist
tó ikki vera ein støða, sum
hann ber nakran ótta fyri.
– Sjálvandi kundi eg ynskt,
at talan var um ein breiðari
meiriluta. Men vit mugu nú
eina ferð arbeiða út frá veru-
leikanum, soleiðis sum hann
sær út. Tað er tó greitt, at
vit í størri mun mugu leggja
okkum eftir at samansjóða
partarnar. Tí er tað nakað,
sum er tungtvigandi hjá
føroyskum fótbólti, so er
tað, at lyft verður í felag.
Vil tað so eisini siga, at
nakrar av atfinningunum
hjá mótstøðumanninum eru
tiknar til eftirtektar?
– Sum eg havi sagt, so
ræður um at finna felags stev.
Og tað kann væl merkja, at
støður av ymsum slag mugu
mýkjast nakað báðar vegir.
Men ert tú ikki bangin
fyri, at føroyski fótbólturin
skal fara í tveir bólkar eftir
hetta. Tveir bólkar, sum fara
at draga hvør sín veg?
– Tað havi eg onga orsøk
at halda. Hetta er ein felags-
skapur, og skulu vit vinna
framá, so eru vit noydd at
standa saman, staðfesti for-
maðurin at enda.
Drúgt - og til
tíðir kensluborið
- orðaskifti
var um niður-
flytingarspurningin.
Endin varð tó, at ein
breiður meiriluti
atkvøddi fyri, at
eingir eyka dystir
verða um upp- og
niðurflyting
FSF-fundur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tann lógarbroytingin, sum
fekk drúgvastu umrøðuna
á aðalfundinum, var uttan
iva uppskotið um, at tað nú
aftur skal verða so, at tvey
lið flyta beinleiðis upp og
niður millum deildirnar.
Við at kaga at stigatalvuni,
soleiðis sum hon endaði í
fjør, so var ikki løgið, at GÍ
var eitt av feløgunum, sum
oftast hevði orðið hesum
viðvíkjandi.
Janus Rasmussen, ný-
valdur formaður, helt,
at ein slík broyting fyrst
og fremst vildið minkað
um kappingarmomentið
í lægri deildunum. Ein
pástandur, sum gekk beint
ímóti tí, sum formaðurin í
kappingarnevndini annars
førdi fram, tá lógaruppskotið
varð lagt fyri aðalfundin.
Men tað vóru ikki øll,
sum vóru samd í GÍ-
formanninum. Serliga var
tað skyldmaðurin, Atli
Gregersen, sum er formaður
í SÍF, sum argumenteraði
ímóti hesum.
Viðvíkjandi kappingar-
momentinum, so helt hann,
at hetta bara kundi styrkja
um hetta. serstakliga í bestu
deildini, har hann helt,
at tað var »ov lætt« hjá
feløgunum at sleppa undan
niðurflyting. Í fyrsta lagi,
so ráddi bert um at sleppa
undan niðasta sessinum,
tí við heilum ári í hægri
tempo í beinunum, hevði
eitt Formula-lið ovurstóran
fyrimun til seinastu dystirnar
undir verandi skipan. Hann
vildi vera við, at fóru tvey
beinleiðis niður, so vildi
hetta viðført, at tyngri endin
av bestu deildini í nógv størri
mun syrgdi fyri neyðuga
styrkinum tíðliga á árinum.
Hartil vísi hann á truplu
støðuna, sum feløg í aðru
deild eru í. At nálareygað at
sleppa upp í lovaða landið,
Var ikki
nyttuleyst
Sjálvandi skulu mótvalevni hava loyvi at stilla upp. Tað er júst tað, sum tryggjar fólkaræðið í Fótbóltssambandinum, helt Óli Holm eftir fundin leygardagin
Mynd: Álvur
Nálareygað er nú minni
Óli var avkláraður