mánadagur 20. februar 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 36 - 20. februar 2006
25
Semja er framvegis
ikki um, hvussu
stigatalvan skal gerast
upp, tá lið standa á
jøvnum í stigum
FSF-fundur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ein av lógarbroytingunum,
sum var í uppskoti, var
framferðarhátturin, tá gerast
skal av, hvussu støðan á
talvuni er, um feløg standa
jøvn í stigum.
Ein broyting varð gjørd
í hesum í 2000, tá tað
varð samtykt, at útfallið
av innanhýsis uppgerðum
skuldi nýtast, áðrenn roknað
varð við málmuni, um lið
stóðu á jøvnum í stigum.
Gloymdu málini
Ta ferðina var grundgevingin,
at tað – serliga í yngru
deildunum - kundi vera
óheppið, at tað fyrst var
málmunurin, sum varð
roknaður sum avgerandi.
Dømi høvdu verið um, at
meistaraheiti vórðu avgjørd,
tá okkurt av veikaru liðunum
ikki møtti til dyst móti
øðrum av oddaliðunum.
Og tá málmunurin síðani
skuldi gerast upp, var tað
sjálvsagdur fyrimunur hjá
teimum, sum høvdu vunnið
stórsigrar, heldur enn at
vinna við málmuninum 0-
0.
Í lógararbeiðinum ta ferð-
ina hevði eitt mistak tó sník
seg inn. Tað var nevnliga
ikki staðfest, hvat hugtakið
»innanhýsis dystiir« fevndi
um.
Og longu fyrsta árið gav
hetta at bíta. HB og VB vóru
nevnliga jøvn í stigum bara
tvey umfør undan seinasta
leikdegi. Í sínamillum upp-
gerðunum høvdu liðini spælt
tveir javnleikir. 2-2 í Havn
og 0-0 í Vági.
Í Vági hildu tey fast um, at
tá VB hevði skotið fleiri mál á
útivølli í innanhýsis dystum,
vóru teir oddalið. Men tað
var ein tulking, sum tey í
HB ikki vóru samd í. Málið
endaði hjá dómsnevndini,
longu áðrenn kappingin var
liðug, tí sleppast mátti undan
eini støðu á seinasta leikdegi,
har eingin visti, hvør var
meistari. Úrskurðurin stað-
festi, at tá hugtakið ikki
var nærri útgreinað, so var
talan bara um stig, sum
vóru vunnin í innanhýsis
uppgerðunum. Her stóðu
VB og HB á jøvnum, og so
skuldi málmunurin nýtast.
Tá HB á næst seinasta
leikdegi misti sigurin á B36
í seinastu sekundunum,
fekk hendan lógartulkingin
tíbetur ikki nakran avgerandi
týdning. Men undirstrikaði
týdningin av at hava ein
greiðan lógartekst, har eingin
ivi skuldi verða um, hvør var
fremstur, um fleiri lið standa
á jøvnum í stigum.
Finna eina avgerð
Og tað var eisini hetta, sum
uppskotið frá FSF miðaði
eftir. Raðfylgjan skuldi
nú vera hendan: Stig,
stig í innanhýsis dystum,
mál í innanhýsis dystum,
útivøllarmál í innanhýsis
dystum, samlaður mál-
munur, flest skotin mál og
síðani fægst gul og reyð
kort. At enda staðfesti
teksturin, at stóð framvegis
á jøvnum so skuldi umdystur
til. Og um neyðugt, so
skuldi hesin avgerast við
brotssparkskapping.
Hóast uppskotið hevur
fingið umrøðu áður, so
tóktist vera trupult at finna
nakra breiða semju um,
hvussu farast skuldi fram.
HB skeyt upp, at fyri at
lætta um hjá teimum, sum
fylgja við, skuldi vendast
aftur til gomlu skipanina,
har mál, málmunur og flest
skotin mál vóru avgerandi.
Áðrenn uppskotið varð sent
til atkvøðugreiðslu, vóru tó
fleiri, sum vístu á, at tað er
neyðugt at hava greinaðar
reglur, soleiðis at tað næstan
ikki kemur fyri, at lið standa
púrasta á jøvnum. Kanska
eisini við at halda fast um
uppskotið frá FSF - men
tó við broyttari raðfylgju á
faktorunum.
Finna felags stev
Endin á øllum var, at
formaðurin bað um at
málið varð útsett. Sum nevnt
aðrastaðni, so skal FSF
kortini hava eykaaðalfund
innan alt ov langa tíð, og tí
helt hann, at tað mundi ikki
gjørt nakað, hvørt málið
varð tikið til nýggja viðgerð
til ta tíð.
So fæst at vita, hvørt
nøkur felags niðurstøða er
komin um spurningin til ta
tíð. Frá hesum síðum skulu
ráðini bara vera, at fyri at
halda ítróttarligu virðini í
yngru deildunum í hásæti,
er týdningarmikið, at
innanhýsis dystir - íroknað
mál og útivallarmál - verða
avgerandi. Í øllum førum í
yngru deildunum.
Fyribils fíggjar-
ætlanin hjá FSF
sýnir, at felags-
skapurin ikki rok-
nar við yvirskoti í
2006
FSF-roknskapur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sum vit nevndu í farnu
viku, so var tað ein
roknskapur við halli, sum
varð lagdur fyri aðalfundin
hjá FSF leygardagin.
Í tilfarinum, sum fel-
øgini fingu útflýggjað
á fundinum, var eisini
fíggjarætlan fyri 2006 hjá
FSF. Og hendan vísir, at
roknað veðrur eisini við
halli í inniverandi ári.
Talan verður tó ikki
um nakað heilt stórt hall.
140.490 kr. standa í minus
á niðastu regluni, og við
verandi fíggjarstøðu er
hetta eitt tal, sum FSF
kann liva við.
Í longdini er eitt støðugt
hall á botnlinjuni tó ikki
til at liva við, og tí verður
uttan iva neyðugt at leita
enn meira eftir nýggjum
inntøkum. Hetta hevði
Óli Holm eisini á munni,
tá roknskapurin varð
gjøgnumgingin. Ført
varð fram, at FSF í løtuni
arbeiðir við at fáa enn
meira styrk úr UEFA,
eins og samráðingar
eru við sportsfive um
eina møguliga bonus-
upphædd í samband
við sjónvarpsrættindini.
Hetta tí lutakøstini hava
verið somikið góð, síðani
avtalan á sinni varð broytt.
Men í verandi løtu ber tó
illa til at staðfesta, hvørt
hesar royndir geva úrslit
ella ikki. Og tí eru tær
ikki roknaðar við, tá
fíggjarætlanin fyri 2006
varð løgd.
Arbeiðið við at
endurskoðað
lógarverkið í
FSF hevur ver-
ið drúgvari enn
væntað. Tí verða
føroysku fótbólts-
feløgini kallað til
eykaaðalfund í vár,
har støða skal takast
til nýggju lógirnar
FSF-lógir
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í stuttum snúgva broy-
tingarnar seg um, at FIFA
hevur ásett ymisk krøv,
sum øll sambondini í
øllum limalondunum
skulu fylgja teimum reglu-
gerðum, sum FIFA hevur
út í kortið. Hetta fyri at
forða, at eins mál skulu
verða handfarin á ymiskan
hátt í ymsu londunum. Og
fyri at staðfesta, at øll mál
verða viðgjørd eftir somu
grundreglum, um trætu-
málið er somikið stórt,
at hetta verður beint fyri
altjóða ítróttardómstólin
í Lausanne.
Umsitingin hjá FSF
hevur í hesum sambandi
gjørt eitt stórt fyrireikandi
arbeiði, og málið varð
eisini viðgjørt á fundi
við formenninar í ymsu
feløgunum í heyst.
Ætlandi skuldi hetta
takast upp á aðalfundinum,
men seinasta punktum
varð tó ikki sett undan
aðalfundinum. Ístaðin
hava feløgini nú fingið
útflýggjað eitt upplegg til
hoyringar.
Seinni í vár verður so
eykaaðalfundur, har hetta
mál verður á dagsskránni.
FIFA hevur sett 31. mai
sum evstamark fyri at fáa
nýggjar lógir, og tí má
eykaaðalfundurin haldast
fyri hesa dagfesting.
Sami eykaaðalfundur
skal ætlandi eisini viðgera
sonevnda flytingarvind-
eygað.
Aftur hall í ár
Nýggjar FSF-lógir
fyri eykaaðalfund
Leiga verður loyvd
Aðalfundurin staðfesti,
at tað nú er loyvt at leiga
spælarar millum feløg,
uttan at hetta samstundis
merkir eina strikan av
spæliloyvinum. Formliga
hava leigusáttmálar ikki
verið partur av lógunum
í FSF yvirhøvur, og tí
hevur útleigandi felagið
á pappírinum givið avkall
upp á spælara, tá hesin
er læntur úr. Nakað sum
væl kundi givið juridiskar
trupulleikar, um spælarin
skuldi havt lítlan hug at
koma aftur.
Samstundis staðfesti
nevndin í FSF, at hetta
innibar eina broytta
siðvenju viðvíkjandi deildu
spæliloyvunum hjá yngru
spælarum. Lógarkrúllan,
sum skapti trupulleikan,
skuldi verið burtur við
nýggju útgreinini, sum
staðfestir rættin hjá
feløgunum at søkja um
deild spæliloyvi.
-mørk
Raðfylgjan varð útsett
Tað vóru serliga umboðini hjá HB, sum ikki uttan víðari vildu góðtaka lógargreinina um
raðfylgjuna á liðunum. Ein lógargrein, sum teir hildu vera dekan ov fløkta
Mynd: Álvur
har inntøkugrundarlagið
er einar 400 tkr. størri, er
somikið trongt, at hetta
kann vera beinleiðis
heilsuskaðiligt. Serstakliga
tí feløg kunnu verða noydd at
spenna seg somikið hart, at
tað er beinleiðis vandamikið
fyri pengakassan, um málið
ikki verður rokkið.
Orðaskiftið um málið
gjørdist rættiliga drúgt, men
felagsnevnarin tóktist tó vera,
at áskoðanin var ymisk, alt
eftir, hvar viðkomandi felag
var at finna á stigatalvuni
í oktober í fjør. Menn
tosaðu eisini við rímiliga
stórum bókstavum um
ambitiónsstøði, fíggjarráð
og annað.
Men endin var tó, at ein
breiður meiriluti tók undir
við uppskotinum. Bara tvey
feløg atkvøddu ímóti, tá
alt kom til alt, meðan 13
atkvøður vóru fyri.
Og so mugu vit eisini rætta
eitt mistak, sum var íkomið í
hósdagsútgávu okkara. Her
staðfestu vit, at tað framyvir
bert eru nummar eitt og tvey,
sum kunnu flyta upp. Nakað
sum tó ikki er heilt rætt.
Eigur eitt lið umboðan í
ovaru deildini, ber sjálvandi
illa til at flyta upp. Tá sleppur
nummar trý at flyta upp. Men
har steðgar spurningurin um
uppflyting so eisini. Tí einki
lið lægri enn nummar trý
kann fáa henda møguleika.
Hóast orðaskifti var drúgt, so endaði tað kortini
við, at ein breiður meiriluti tók undir við, at talan
komandi ár verður um beinleiðis niðurflyting hjá
tveimum feløgum
Mynd: Álvur