Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-20, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 36 - 20. februar 2006 Í vikuskiftinum var seinasta steypa­kappingin í amboðsfimleiki á hesum sinni. Kapp­ingin var í fimleikahøllini í Glyvra Skúla, og hesaferð kappaðust fimleikararnir í ringunum og á bita­ num FIMLEIKUR Lív Reinert Kjeld liv@sosialurin.fo Seinastu vikurnar hava steypa­­kapp­­ing­ar í am­boðs­ fim­­leiki ver­ið á skránni. Tann síðsta kappingin á hes­ um sinni var leygardagin í fim­leikahøllini í Glyvra Skúla; hesaferð var Fim­ leika­felagið Støkk vertur. Nógv fólk høvdu leitað sær í fimleikahøllina at sígg ja teir umleið 20 fimleikarar frá Støkk, Havnar Fimleikafelag og Ljósinum kappast. Eins og til undanfarnu steypakappingarnar, vóru fim­leikararnir býttir í fýra bólkar; kvinnur, kvinnu­ ung­lingar, menn og mans­ unglingar. Kvinnurnar og kvinnuunglingarnir kapp­ aðust á bitanum, har javnvág hevur sera stóran týdning; bitin, sum tær íðka á, er ikki meira enn umleið 10 cm breiður. Menninir og mans­ unglingarnir kappaðust í ringunum, har sera høg krøv verða sett til styrki í ørm­unum. Kappingin gekk væl, og nevndin í Føroya Fim­ leika­sambandi, sum hevur tikið stig til hesar kapp­ ingar­nar, er sera væl nøgd við úrslitini. Tað vísir seg, at fleiri kappingarnar eru, betri verða fimleikararnir, og skjótari mennast teir. Næsta avbjóðingin hjá teimum vaksnu amboðs­ fim­leikarunum, t.v.s. kvinn­ unum og monnunum, er kapp­ingin um norðurlendska meistaraskapin, sum verður í Íslandi í apríl. Framgongdin tykist ongan enda fáa hjá Helga Dam Ziska. Sunnudagin vann hann NM í bólkinum hjá teimum, sum eru fødd í 1989-1990. Talv Carl Eli Nolsøe Samuelsen 15 ára gamli havnarmaðurin Helgi Dam Ziska skrivaði føroyska søgu, tá hann sum tann fyrsti føroyingurin varð norðurlandameistari í talvi. Áhugavert hevði ver­ ið at kanna, um hetta eisini er galdandi í øllum øðr­um ítróttum. Hava vit nakr­an­ tíð havt ein legitiman norð­ ur­landameistara í nakrari ítróttargrein? Í øllum førum framdi Helgi eitt satt bragd, tá hann í harðari kapping við serliga svian Erik Blomquist og norðmannin Jon Ludvig Hamm er dró rætta stráið í NM, sum varð telvað í Finn­ landi. Sterk telving – gott heimaarbeiði Fyrireiking er lyklaorðið. Helgi er ein sera nærlagdur telvari og hetta kom av álvara til sjóndar í fleiri av talvum hansara í Finnlandi. Eitt nú nýtti Helgi undir 15 minuttir til ein av sínum sigrum. Og hetta talvið vardi yvir 20 leikir. Alt var fyrireikað áðrenn talvið fór í gongd. Jú, tað hendir seg mangan, at ein ikki rakar júst sína egnu fyrireiking við tað, at mótstøðumaðurin telvar okkurt óvæntað, men Helgi rakti seymin beint á høvdið fleiri ferðir. Helgi vann trý talv og leikti trígg ir javnleikir. Hann var styrkismettur næst­ov­astur av teimum fjúrt­an lut­tak­ar­un­um, sum vóru í hvørjum ald­urs­bólki. Tað var tí ikki óvænt­að at Helgi var í odda­stríðnum alla kappingina. Tað er bert ein javngamal telvari í norðurlondum, sum av røttum kann kalla seg sterkari enn Helgi. Heims­ kendi norski stór­meistarin, Magnus Carlsen, átti av røtt­um at luttikið í hesum sama bólki (Hann er eins og Helgi føddur í 1990), men hann er sum kunnugt alt ov sterkur. Hann er beint undir heimselituni við sínum nærum 2650 ratingtali. Føroyingar hava veru­liga gjørt um seg á al­tjóða pall­ in­um sein­astu vik­ur­nar. John Arni fekk sín triðja og avgerandi IM-norm her­fyri og Helgi er norð­ur­ landameistari. Vit eru fá, men sanniliga ment at vera við í norðurlendska topp­ inum. Olaf enn eina bronsu Olaf Berg hevur luttikið í sínum seinasta NM fyri ung­lingar. Ein kann nevnliga ikki verið eldri enn 20 ár fyri at luttaka í NM fyri ung. Olaf hevur síðani 1997 umboðað Føroyar á hvørjum ári og altíð við góðum úrslitum. Fleiri ferðir hevur hann ogn­ að sær bronsu og oftani hevur hann luktað gullið. Eitt sterkt føroyskt umboð úti í heimi. Í ár tyktist tað at verða ein off-kapping hjá honum, tá hann eftir fyrstu tvey um­førini einki stig hevði. Men fýra góðir sigrar á rað góvu honum enn eitt flott triðja pláss. Olaf var styrk­is­ mettur numm ar átta, so talan er um eitt framúr úrslit eisini hjá honum. Heildarsucces Talvsamband Føroya sendi tígg ju telvarar avstað til Finn­ lands. TSF-bossurin, Jógvan Joensen, var ferðaleiðari og saman við honum var Martin Poulsen við sum venjari. Eisini fóru fleiri foreldur teinin til Finnlands at stuðla børnunum. TSF hevði gjørt eitt dygd­ argott undanarbeiðið við eitt nú venjingarlegu. Ungu telvararnir kenna seg væl, fáa virðing og góða hjálp frá TSF. Umstøðurnar at vera ungur telvari í Føroyum nú á døgum eru frálíkar. Sum held gekk tað væl hjá føroysku telvarunum í Finn­landi. Eitt nú fingu Heiðrikkur Jacobsen (1991- 1992) og Høgni E. Nielsen (1995 og yngri) trý stig og endaðu mitt í røðini. Talvið hesa vikuna Helgi Dam Ziska (2218) – Eric Malmi (2008) NM 2006 Espoo, Finland, 2006 Longu í fyrsta umfari legði føroyski norðurlandameistarin lunnar undir eitt megnarúrslit, tá hann nýtti undir tjúgu leikir at syfta finska mótstøðumann úr stólinum. 1.e4 c6 2.d4 d5 3.f3 í FM-liðkappingini royndi Helgi seg við júst somu byrjan ímóti Finnbjørn Zacharissen. Helgi vann tá eins og her sannførandi. 3...dxe4 4.fxe4 e5 5.Rif3 Rif6 6.Bc4 exd4 7.0-0 Be6 8.Bxe6 fxe6 9.e5 Rifd7? (Rie4 og síðani Fd5 sær okey út hjá svørtum) 10.Rig5 Rixe5 11.Rixe6 Fd6 12.Fh5+ g6 13.Fh3 Ribd7 14.Rid2 Ric5 15.Rixc5 Helgi finnur sjálvsagt rætta háttin at vinna sum skjótast 15...Fxc5 16.Rie4 Fe7 17.Bg5 Fc7 Støðumynd eftir 17…Fc7 18.Rif6+ Og svartur gavst orsakað av: 18…Kd8 19. Rig8+ Ke8 20. Fe6+ 1-0 Helgi er norðurlandameistari Helgi Dam Ziska staðfesti enn einaferð bjørtu framtíðarútlitini, tá hann vann NM-heitið fyri telvarar í næst elsta bólkinum í NM- kappingini Eisini aðrir føroyingar fingu góð úrslit. Ikki minst Olaf Berg, sum megnaði at fáa bronsumerki í elsta bólkinum Fimleikararnir spentu seg út NM 2006 Bólkur A (1986-88) 1 Kezli Ong SWE 5.5 2 Jacob Vang Glud DEN 5.0 3 Olaf Berg FAI 4.0 14 Sjúrður Thorsteinsson FAI 1,0 Bólkur B (1989-90) 1 Helgi Dam Ziska FAI 4,5 2 Jon L. Hammer NOK 4,0 3 Erik Blomqvuist SWE 4,0 13 Rógvi Dragaberg FAI 1,5 Bólkur C (1991-92) 1 Alexei C. Hansen DEN 5,0 13 Hjalti T. Jógvansson FAI 1,5 14 Rógvi E. Nielsen FAI 1,0 Bólkur D (1993-94) 1 Hjørvar S. Gretarsson ISL 5,0 8 Heiðrikkur Jacobsen FAI 3,0 14 Jóhan Vørmadal FAI 0,0 Bólkur E (1995 - ) 1 Mads Andersen DEN 5,5 9 Høgni E. Nielsen FAI 3,0 13 Jóhan Hentze FAI 1,5 Úrslitini í steypakappingini Kvinnur: Nr Navn stig 1 Anita Knudsen, Støkk 7,65 2 Elinborg T. Durhuus, Ljósið 6,70 3 Fríðhild Norðgerð, Støkk 6,20 Kvinnuunglingar: 1 Natasha Barbara Olsen, Ljósið 7,70 2 Kristina Toftegaard, Støkk 7,60 3 Silja Højgaard, Støkk 7,10 Menn: 1 Rósing Dam, HF 7,60 2 Øssur D. Eiriksfoss, HF 7,40 3 Fróði Mortensen, HF 7,20 Mansunglingar: 1 Jóni B. Christiansen, HF 7,15 2 Kári Carlsen, Støkk 6,95 3 Olivur D. Eiriksfoss, HF 6,80 FAKTA Rósing Dam í ringunum. Rósing vann kappingina hjá monnunum.