mánadagur 20. februar 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 36 - 20. februar 2006
27
Her og nú er tað FM-
stríðið, sum telur.
Men tað er einki at
ivast í, at ein slík ferð
eisini er ein góð
gularót at stremba
eftir, heldur Unn
Kragesteen
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Ein av nýggju spælarunum,
sum verður við á landsliðs-
ferðini til Bosnia, er Unn
Kragesteen úr Neistanum.
Grundað á góðu úrslitini,
sum liðið fekk fyri tveim-
um árum síðani, so er
spenningurin um ferðina
sjálvandi stórur.
– Men tað haldi eg nú
eisini, at hann er hjá teim-
um, sum vóru við fyri tvei-
mum árum síðani. Tær vilja
sjálvandi gera tað enn betri,
enn silvurmerkini seinast,
so sum heild er hetta nakað,
sum allar síggja fram til,
haldi eg.
Høvdu góðu úrslitini fyri
tveimum árum síðani eisini
við sær, at áhugin hjá øðr-
um gjørdist enn størri.
Hugsi kanska serliga um
tykkum yngru spælarar.
Hava vit siktað eftir hesum
í tvey ár?
– Hetta hevur sjálvandi
verið ein gularót, og eg eri
sjálvandi sera fegin um at
vera við. Men tað eru nú
eisini onnur ting, sum
draga. Í Neistanum er tað
øllum førum FM-stríðið,
sum liggur fremst í huga-
num í løtuni, og bara tað í
sjálvum sær er nóg mikið at
stremba eftir. Men hetta er
heilt víst ein góð gularót at
hava afturat, sigur Unn.
Strævnir dagar
Við einum spælarahópi á
16 spælarar, verður kanska
misjavnt,
hvussu
nógv
spælitíð verður til tær eins-
tøku. Men her og nú tykist
hetta tó ikkiv vera nakað,
sum Unn hugsar um.
– Verður hugsað um mítt
pláss, so verða tað helst
Heidi Maria og eg, sum
koma at kappast á hesum.
Men akkurát tann kapp-
ingin er ikki tað, sum eg
hugsi mest um. Við eini
skrá, sum vónandi fevnir
um fimm dystir upp á fimm
dagar, verður ríkiligt at
síggja til. Og tað sigur seg
sjálvt, at eingin spælari
kann spæla 60 minuttir
hvørja ferð. So eg rokni
við, at okkara lutur fyrst og
fremst verður at hjálpa og
stuðla hvørjari aðrari, held-
ur enn at kappast móti
hvørjari aðrari. Tað týdn-
ingarmesta er, at liðið
stendur sterkt sum ein eind.
Og tað rokni eg við, at allar
16 taka undir við, sigur
Unn Kragesteen at enda.
4. apríl fer føroyska
kvinnulandsliðið til
Bosnia, har Challenge
Trophy-kappingin er
á skránni. Føroyar
eru einasta landið í
kappingini, sum
eisini var við í Italia
fyri tveimum árum
síðani
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fríggjadagin 31. mars fer
føroyska kvinnulandsliðið
við flogfarinum hjá Atlant-
ic til Danmarkar. Ørindini
har eru ein stutt venjingar-
lega, áðrenn kósin tann 4.
apríl verður sett móti Sara-
jevo, har Challenge Trophy
í ár verður hildin.
Spildurnýggjar
avbjóðinar
Verður hugt at luttakaralist-
anum, so sæst, at Føroyar
eru einasta landið í kapp-
ingini, sum eisini var við
seinast, og tað kundi bent á,
at Føroyar hesa ferð skulu
roknast millum avgjørdu
favorittarnar, eftir at talan
fyri tveimum árum síðani
gjørdist um silvurmerki.
Men tað er samstundis
lítið at ivast í, at talan verð-
ur um harða mótstøðu.
Vertstjóðin tók seinast lut í
Challenge Trophy fyri seks
árum síðani, og ta ferðina
vunnu
tær
kappingina.
Hartil kann eisini roknast
við, at Letland hevur eitt
gott lið, meðan flestu av
hinum londunum mugu
roknast sum hampuliga
óvissir faktorar.
Ella sum annar av lands-
liðsvenjarunum, Flemming
Raben, segði, tá tíðinda-
fundur varð hildin í Sunset
Boulevard í SMS í morgun.
– Spyrt tú meg, hvørjum
londum vit helst vilja møta,
er svarið Ongland og Cy-
pros. Hini londini kenni eg
púrt einki til!
Spennandi hópur
Flemming legði annars
dent á, at hann helt talan
vera um ein sera spennandi
hóp, sum nú fer avstað. Í
mun til hópin, sum fyri
tveimum árum síðani vann
silvur í Mezzocorona, er
talan um sjey spildurnýggj-
ar spælarar. Og hetta er
nakað, sum undirstrikar
ættarliðsskiftið í hópinum,
helt Flemming.
– Á einum landsliði vil
talan altíð vera um nakrar
náttúrligar
útskiftingar,
men tað kann væl vera, at
hópurin hesaferð er nakað
yngri enn tann, sum var við
seinast. Vit hava tó havt
onkrar skaðar (Gunnleyg
Berg, Lív Sørensen og Nik-
olina Eyðbjørnsdóttir), eins
og nakrir spælarar hava giv-
ið avboð.
– Men eg haldi eisini, at
hetta sigur nakað um møg-
uleikarnar, sum eru í før-
oyskum hondbólti. Vit vóru
í fjør við U-liðunum í
Nøvling Cup í Aalborg, og
góðu avrikini frá teirri ferð-
ini merkja eisini hópin.
Sum heild haldi eg eisini, at
talan er um eina rúgvu av
framúr evnaríkum ungum
spælarum í Føroyum, men
enn hava hesar kanska ikki
sligið til í nóg stóran mun í
fremstu røð. Tað kunnu tað
so vera fleiri orsøkir til,
men tað er týdningarmikið,
at vit arbeiða víðari við
teimum talentum, sum vit
hava.
Fara eftir gullinum
Og Flemming legði eisini
dent á, at hóast talan er um
fráveru. Og hóast vit ikki
kenna mótstøðuliðini, so er
málið greitt.
– Vit fara so ikki avstað
fyri at verja silvurmerkini.
Vit fara fyri at vinna gull,
og so mugu vit síggja,
hvussu tann royndin fer at
hilnast. Men verður talan
um eina kapping á sama
støði, sum hon var fyri
tveimum árum síðani, so
haldi eg avgjørt, at vit eiga
at hava ein møguleika til
hettal, staðfesti hann.
Flemming mátti tó við-
ganga, at fyrireikingarnar
hjá liðnum kundu verið
betri.
– Kappingin endar jú
beint undan fráferðini, og tí
fáa vit ikki savnað hópin
nakað serligt, áðrenn frá-
ferðina. Men tað eru nú
einaferð tær fortreytir, sum
vit hava at arbeiða eftir, og
so mug vit fyrihalda okkum
til tað. Í mun til seinasta
hava vit so eisini arbeitt
miðvíst í tvey ár hesaferð,
og tað telur avgjørt rætta
vegin í so máta.
Nýggjar avbjóðingar í Bosnia
Flemming Raben, sum er annar av venjarunum hjá kvinnulandsliðnum, situr her saman við Ásu á Neystabø og Unn Kragesteen. Báðar eru tær nýggjar á
landsliðnum, sum um góðan mánað setir kós móti Sarajevo
Mynd: Álvur
Ein góð gularót
Hópurin
Spælarar
Tomma Petersen
VÍF
Fríða Petersen
Neistin
Erla Eliasen
Neistin
Simona Hansen
Freja HK
Durita Ljósstein
Viborg HK
Annika Karlsdóttir
Viborg HK
Anna Maria Káradóttir
Ajax HK
Heidi Maria Akselsen
Søljan
Joan M. Djordjevic
Stjørnan
Una Olsen
Stjørnan
Katrin á Neystabø
Neistin
Fríða Marjunardóttir
VÍF
Unn Kragesteen
Neistin
Ása á Neystabø
Neistin
Anja Heinadóttir
Kyndil
Annika Thomsen
Neistin
Venjarar
Flemming Raben
Svein Rógvi Nielsen
Leiðarar
Eirikur Magnussen
Niels Petur Bech
Jákup Durhuus
(Hartil verður talan eisini um fysioterapeut)
FAKTA