mánadagur 20. februar 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 36 - 20. februar 2006
Fyri aðru ferð
í ár vunnu
Kyndils-kvinnur á
favorittunum. Hesa
ferð var tað VB, sum
mátti geva skarvin
yvir. Og í Klaksvík
fekk Stjørnan ikki
hevnd fyri finalutapið
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kyndil hevur fyri tað
nógva verið mett sum ein
avgreiðsluspurrningur í
FM-endaspælinum í bestu
kvinnudeildini. Eitt postulat,
sum tær alla tíðina hava
stríðst ímóti, hóast eingi stig
vóru komin á kontina. Eitt
nú við einum sera jøvnum
dysti móti Neistanum, sum
akkurát megnaði at knógva
grannunum.
Og sunnudagin bar loksins
til aftur. Hóast VB var liðið,
sum byrjaði dystin betri, so
megnaðu tær ikki at halda
fast um yvirvágina. Kyndil
stríddist manniliga, og tá
farið varð til hálvleiks,
høvdu tær vunnið seg aftur
upp á javnt.
Eftir steðgin tóktist
sama gondg at gera seg
galdandi. Men seinastu
løtuna koppaði dysturin
fullkomuliga. VB hevur
fyrr í ár havt trupulleikar av
tunna hópinum, sum ikki
megnar at spæla heiilan
dyst við fullari ferð. Og tann
veruleikin varð aftur stað-
festur. Kyndil slapp framum,
tá lítið korter var eftir at
spæla, og so misti VB luftina.
Og so var fagnaðurin stórur
hjá teimum grønu, sum við
hesum staðfestu, at tær ikki
bara skulu roknast sum ein
møgulig prügelknäbe í FM-
bólkinum.
Í Klaksvík hevði Stjørnan
vitjan av Neistanum, og her
var setningurin sjálvandi
at hevna ósigurin frá
steypafinaluni. Ta ferðina
var Manuela Stan Jensen
stóri spælarin, og tað
var hon aftur í Klaksvík
leygardagin.
Stjørnan hevði ananrs
leiðsluna størsta partin av
dystinum. Og góðar 10
minuttir fyri leiklok stóð
17-13 á talvuni. Neistin
misti um sama mundið Unn
Kragesteen, sum fekk reytt
kort, so tað skuldi ligið væl
fyri hjá Stjørnuni. Men tær
høvdu gloymt Manuelu.
Hon snøgt sagt læsti málið,
og spakuliga vann Neistin
seg aftur. Tríggjar minuttir
fyri leiklok høvdu tær
vunnið seg framum, men við
tveimum spælarum í undirtali
tóktist uppgávan framvegis
møtumikil. Men aftur hesa
ferð hildu tær kortini búrið
reint hesa kritisku løtuna, og
tá Manuela so fyri sættu ferð
av seks møguligum vardi
fyri brotskasti, var leyst og
liðugt. Stjørnan má ásanna,
at tað hjá teimum helst
verður um hálvfinalur móti
VB, meðan Neistin fekk
prógvað, at steypasigurin
avgjørt ikki bara var
grundaður á hepni.
H71 tapti fyri Kyndli,
og tó at VÍF og StÍF
høvdu trupulleikar,
so fylgdu tey bæði
við í oddinum, har
finalustríði enn
einaferð er víðopið
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eingin ivi var um setningin
hjá H71, tá teir vitjaðu
hjá Kyndli sunnudagin.
Við einum sigri í hesum
dystinum kundu teir á
oddaliðnum mest sum
staðfesta finaluplássið. Ein
setningur, sum tó ongantíð
varð rokkin.
Kyndil setti seg nevnliga á
dystin frá byrjan. Eftir fyrstu
varisligu løtuna vóru tað teir
grønu, sum komu omaná, og
tann munin hildu teir allan
vegin. Eisini hóast teir
seinastu løtuna vístu nakað
av H71-kompleksinum, sum
tykist hava fingið veruligar
fastatøkur á liðnum.
Tvær ferðir í ár hevur
Kyndil nevnliga tveitt at
síggja til trygga leiðslu
burtur, tá teir hava spælt
móti H71, og tann søgan
mundi endurtikið seg.
Átta minuttir fyri seinasta
bríkslið
hevði
Josef
Abrahamsen annars skotið
Kyndil á 24-17, og tað átti
at verið nóg mikið. Men
við hoyvíkingum er einki
avgjørt, fyrr enn seinasta
bríkslið hevur ljóðað.
Nú teir mest sum einki
høvdu at stríðast fyri - annað
enn æruna – kom brádliga
glið á spælið. Kanska
slappaði Kyndil eisini av,
ella kanska var tað byrjandi
panikkur, sum fór at gera um
seg. Undir øllum umstøðum,
so fóru hoyvíkingarnir nú at
eta seg inn á teir grønu. At
tvey grøn brotskøst eisini
vórðu misnýtt hesa løtuna,
gjørdi ikki støðuna minni
spenanndi. Og tá Sigtór
Andreasen 30 sekund fyri
leiklok minkaði munin í eitt
mál, var høllin á gosi.
Kyndil megnaði tó at halda
høvdið kalt seinastu løtuna.
Álop varð koyrt róliga runt,
og tá hoyvíkarverjan kom
út at trýstað, varð bólturin
sleptur inn til ískalda Janus
Einar Sørensen, sum soleiðis
staðfesti týdnignarmikla
sigurin.
Favorittar í
trupulleikum
Í hinum báðum mans-
dystunum um vikuskiftið,
vóru VÍF og StÍF í stórum
trupulleikum móti liðum,
sum á pappírinum ikki
skuldu volt teir stóru
trupulleikarnar.
Í Vestmanna kom KÍF
soleiðis á odda 19-18, tá
tíggju minuttir vóru eftir,
men so slerdi VÍF turbona
til.
Við fimm málum á rað
punkteraðu teir dystin,
soleiðis at stigini kortini
komu til høldar í hampuliga
tryggum stíli.
Og á Skála var eisini um
reppið, at StÍF heilkiksaði.
Talan tóktist annars vera
um tryggan sigur, tá StÍF
seks minuttir fyri dystarlok
økti til 28-24, men so
steðgaði púrasta upp. Upp
á tríggjar minuttir skeyt
Neistin trý mál, og so stóð
nógv á seinastu minuttirnar.
Mál kom tó einki afturat, og
tí kundu heimaáskoðaranrir
draga andan nakað lættari,
tá seinasta bríkslið hevði
ljóðað.
Men meira enn nakað,
so undirstrikaði dysturin,
at einki eigur at verað tikið
fyri givið. StÍF er higartil
einaseta oddaliðið, sum
hevur snávað móti teimum
niðaru. Enn hanga teir
kortini í, men ráð eru ikki
til fleiri svipsarar.
Oddurin aftur opin
Kyndil-H71 25-23 (13-9)
Málskjúttar
Kyndil: Høgni Klein 9(2),
Rókur Akralíð 5, Hans Áki
Dal Christansen 3, Josef
Abrahamsen 2, Hjalti
M. Jacobsen 2, Janus
Einar Sørensen 2, Ragnar
Stakksund 11
H71: Halgir Dahl Olesen
9(1), Sigtór Andreasen
4, Piti Negru 4, Tróndur
Vatnhamar 3, Jakob
Jónsson 1, Bjarni Sørensen
1, Niels Viggo Niclasen 1
Brotskøst: Kyndil 4, H71 1
Útvísingar: Kyndil 4, H71 5
Dómarar: Dánjal Samuelsen
& Kristian Johansen.
StÍF-Neistin 28-27 (15-13)
Málskjúttar
StÍF: Sveinur Justinussen
9, Bárður Danielsen 6,
Alexandur Johansen 5(3),
Bent Djurhuus 3, Artur
Johansen 3, Jon Rasmussen
1, Jørmund Joensen 1
Neistin: Blagoje Buha 6,
Áki mørk 4(1), Tróndur
Kragesteen 4, Rani
Slættanes 3, Karl Oddmar
Rasmussen 3, Karl Herup
Olsen 3, Birgir Poulsen 2,
Jens Mohr 2
Brotskøst: StÍF 5, Neistin 2
Útvísingar: StÍF 4, Neistin 5
Diskvalifikatión: StÍF 1 (3X2
minuttir)
Dómarar: Petur S. Dahl &
Hallur Danielsen.
VÍF-KÍF 26-21 (12-9)
Málskjúttar
VÍF: Agnar Joensen 6,
Harald Bjørgvin 4, Ingi
Olsen 4, Regin Joensen 4,
Áki Olsen 3, Sámal Joensen
2, John Zachariassen 2, Rói
Lamhauge 1
KÍF: Petur Martin Poulsen 5,
Karl Johan Djurhuus 5(2),
Gert Hansen 4(1), Mirko
Milenkovic 3, Arnbjørn
Hansen 2(1), Damir Oros 2
Brotskøst: VÍF 1, KÍF 9
Útvísingar: VÍF 3, KÍF 2
Dómarar: Rúni Mohr &
Hartivg Joensen
FAKTA
Hoyvíkingarnir royndu
at stríðst, men tað var tó
til fánýtis sunnudagin
Mynd: Álvur
Favorittarnir koppaðu
Kyndil hevði ongan hug at bakka fyri VB, sum mátti stigaleyst
úr høvuðsstaðnum
Mynd: Álvur
Kyndil-VB 23-18 (9-9)
Málskjúttar
Kyndil: Lina Andriulyte
10(3), Jórun S. Ludvig
4, Randi S. Wardum 4,
Anja Heinadóttir 2, Ronja
Mikkelsen 2, Hildur
Høghamar 1
VB: Daiva Toumaite 9(3),
Gurið Mortensen 4(1),
Monika Samuelsen 2,
Mryna Zylko 2, Jóna
Thorsteinsson 1, Una
Egilsdóttir 1
Brotskøst: Kyndil 3, VB 8
Útvísignar: Kyndil 1, VB 3
Dómarar: Kristian
Johansen & Dánjal
Samuelsen.
Stjørnan-Neistin 17-18
(11-9)
Málskjúttar
Stjørnan: Anna Kristina
Samson 5, Una Olsen 4,
Louisa Andreasen 3, Durita
Christoffersen 2, Alina
Olaru 2, Bára S. Klakstein 1
Neistin: Nicoleta R. Hansen
5, Ása á Neystabø 4(1),
Annika Thomsen 3, Katrin
á Neystabø 2, Mildrið
Jacobsen 1, Kára á Dunga
1, Anna Clementsen 1, Unn
Kragesteen 1
Brotskøst: Stjørnan 6,
Neistin 2
Útvísingar: Stjørnan 3,
Neistin 6
Diskvalifikatión: Neistin 1
(Beinleiðis reytt)
FAKTA