Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-20, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 36 - 20. februar 2006 29 Fimta umfar í FA Cup varð leikt um viku­skiftið, og nú eru bert lið úr Premier League eftir í kappingini. Liverpool fekk hevnd yvir Manchester United, tá Peter Crouch skoraði einasta málið í dystinum millum arvafíggindarnar. Og Chelsea mátti stríðast fyri sigri á Colchester úr triðbestu deildini FA Cup Stefan í Skorini Einki stórt yvirraskilsi var at síggja, nú fimta umfar í FA Cup varð leikt um viku­ skiftið. Øll Premier League liðini, ið møttu liðum úr lægri deildum, komu sum vænt­að víðari. Flest eygu vóru óivað vend ímóti Anfield Road hetta viku­skiftið, har Liverpool tók ímóti arvafíggindanum Manchester United. Bæði venjarar og leikarar høvdu undan dystinum gjørt vart við, at hetta var ein tann týdn­ ingarmesti dysturin á árinum hjá hesum báðum liðunum. Hjá United var FA Cup møguleikin at bjarga einum heldur miseydnaðum kapp­ ingarári, og hjá Liverpool ráddi um at fáa hevnd yvir tapið í landskappingini, tá Ferdinand skoraði í síðsta minutti, umframt at tað altíð er umráðandi hjá hesum báð­ um feløgum at vinna á hvørj­ um øðrum. Crouch gjørdist hetjan Tað gjørdist Liverpool, ið dró longra stráið hesuferð liðini møttust. Peter Crouch skoraði einasta málið í dyst­ inum, tá hann setti høvdið á eitt innlegg úr høgru frá Finnan. Hvørki av liðunum megn­ aði at skapa teir heilt stóru málmøguleikarnar eftir hetta, og tað var møguliga eyðsæð, hví hesi bæði liðini ikki megna at fylgja við Chelsea. Hjá Manchester United var hetta tapið ein dyggur smeit­ur, tí at liðið nú bert hevur Carling Cup at spæla fyri. Finalan verður komandi vikuskiftið ímóti Wigan Athletic. Tólv stig eru upp til Chelsea, og tí er lítið sann­ líkt, at United fer at fanga teir aftur. Sigurin gav óivað Liver­ pool sjálvsálit undan 1/8 finaluni ímóti Benfica týs­ kvøldið. Liverpool hevði undan dystinum ikki vunn­ ið ein FA Cup dyst ímóti Manchester United síðan 1921, og harumframt hev­ur United havt takið á Liver­ pool seinastu árini. Tí kom hesin sigurin á United í tøk­ um tíma hjá mongum Liver­ pool-viðhaldsfólki. Chelsea stríddist Tað vóru ikki mong, ið góvu Colchester United nakran møguleika at basa Chelsea í fimta umfari av FA Cup. Colchester spælir til dagligt í triðbestu ensku deildini, og tí burdi hetta verið ein avgreiðsluspurningur hjá Chelsea, ið enntá hevði heima­vøll. Men so var ikki. Col­chest­ er fór ikki geva seg yvir til yvirmaktina uttan ein bard­ara. Og eftir ein hálv­ an tíma kom Colchester enn­tá framum, tá Ricardo Carvalho setti bóltin í egið mál. Lítla løtu seinni javnaði Chelsea, tá verjuleikarin Paulo Ferreira javnaði eftir hornaspark. Tey flestu hildu nú, at Chelsea fór at gera av við Colchester, men oddaliðið í Premier League mátti sanni­ liga stríðast fyri sigrinum. Ikki fyrr enn góðir tíggju minuttir vóru eftir, fekk Chel­ sea forloysandi máli. Eftir at málverjin hjá Colchester hevði hálvbjargað, var Joe Cole fyrstur á bóltinum og legði Chelsea framum. Mourinho byrjaði ikki við sterkasta liðnum hendan dag­ in, men í steðginum setti hann Joe Cole og Frank Lamp­ard á vøllin, og tað styrkti munandi um liðið. Joe Cole sló sigurin fastan stutt fyri leiklok, tá hann setti eitt vakurt langskot í netið. Newcastle víðari Glenn Roeder fekk sín triðja sigur á rað sum venjari hjá Newcastle, tá Southampton var á vitjan. Einasta málið í dystinum skoraði Kieron Dyer miðskeiðis í seinna hálv­leiki. Merkisvert var at síggja Dyer aftur á vøll­ in­um eftir ein drúgvan skaða. Spurningurin er, um hann megnar at sannføra landsliðsvenjaran um, at hann skal við til Týsklands í summar. Hetta er seinasta kapp­ ingarárið hjá Alan Shearer, og FA Cup er tann einasti møguleikin hjá honum at vinna eitt steyp við barn­ dóms­felagnum Newcastle. Bæði Middlesbrough og Birmingham høvdu úti­ dystir ímóti liðum úr veikari deildum, men hvørki av lið­ un­um høvdu nakran trupul­ leika. Birmingham vann 1-0 á Stoke City, og málið skoraði Mikael Forssell. Middl­esbrough var á vitjan hjá Preston North End, og Middlesbrough vann 2-0. Charlton hevði heldur ongan trupulleika á heimavølli ímóti Brentford. Tveir dystir endaðu við javnleiki og skulu tí avgerast við einum umdysti. Bolton og West Ham leiktu ein held­ur keðiligan málleysan javn­leik og møtast tí aftur á Upton Park í London. Aston Villa hevði heima­ vøll ímóti Manchester City, og Villa var eisini nær sigr­ inum, men í seinasta minutti javnaði Micah Richards fyri City og tryggjaði teimum har­við ein umdyst. Lutakastið til fjórð­ings­ finalurnar varð avgreitt eftir evstamark í dag. Enska Premier League v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Chelsea 26 21 - 3 - 2 52 16 36 66 2 Manchester Utd. 26 16 - 6 - 4 52 27 25 54 3 Liverpool 26 15 - 6 - 5 32 17 15 51 4 Tottenham 27 12 - 10 - 5 37 24 13 46 5 Arsenal 26 12 - 5 - 9 39 21 18 41 6 West Ham 26 12 - 5 - 9 39 34 5 41 7 Blackburn 26 12 - 4 - 10 33 31 2 40 8 Wigan 27 12 - 4 - 11 32 34 -2 40 9 Bolton 24 10 - 9 - 5 30 23 7 39 10 Manchester City 26 11 - 4 - 11 36 30 6 37 11 Everton 26 11 - 3 - 12 19 32 -13 36 12 Charlton 25 10 - 3 - 12 32 37 -5 33 13 Fulham 26 9 - 5 - 12 36 37 -1 32 14 Newcastle 25 9 - 5 - 11 24 29 -5 32 15 Aston Villa 26 7 - 9 - 10 32 35 -3 30 16 Middlesbr. 25 7 - 7 - 11 33 44 -11 28 17 WBA 26 7 - 5 - 14 24 38 -14 26 18 Birmingham 25 5 - 5 - 15 21 37 -16 20 19 Portsmouth 26 4 - 6 - 16 18 45 -27 18 20 Sunderland 26 2 - 4 - 20 18 48 -30 10 Føroyskir leikarar: Ingi Højsted (Birmingham) Enska League Championship v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Reading 35 25 - 8 - 2 75 23 52 83 2 Sheff Utd. 35 22 - 8 - 5 62 34 28 74 3 Watford 35 18 - 10 - 7 63 40 23 64 4 Leeds 34 18 - 9 - 7 47 27 20 63 5 Crystal Palace 34 16 - 9 - 9 48 33 15 57 6 Preston 33 13 - 16 - 4 44 23 21 55 7 Cardiff 35 14 - 10 - 11 49 41 8 52 8 Wolverhampt. 34 12 - 14 - 8 37 28 9 50 9 Luton 35 14 - 6 - 15 54 54 0 48 10 Ipswich 35 12 - 11 - 12 40 48 -8 47 11 Norwich 35 13 - 7 - 15 42 47 -5 46 12 Coventry 35 11 - 11 - 13 47 53 -6 44 13 Burnley 34 12 - 7 - 15 41 43 -2 43 14 Plymouth 34 10 - 13 - 11 32 38 -6 43 15 QPR 34 11 - 9 - 14 38 48 -10 42 16 Stoke 33 12 - 4 - 17 35 47 -12 40 17 Hull 35 9 - 11 - 15 37 43 -6 38 18 Southampton 34 7 - 16 - 11 30 36 -6 37 19 Leicester 35 8 - 13 - 14 38 46 -8 37 20 Derby 35 6 - 17 - 12 42 52 -10 35 21 Sheff Wed 35 8 - 10 - 17 27 43 -16 34 22 Millwall 35 5 - 14 - 16 25 47 -22 29 23 Brighton 35 5 - 14 - 16 31 55 -24 29 24 Crewe 34 4 - 11 - 19 39 74 -35 23 Føroyskir leikarar: Claus Bech Jørgensen (Coventry) Chelsea og Liverpool eru nú favorittar Úrslit FA Cup, 5. umfar Liverpool-Manchester United 1-0 Charlton-Brentford 3-1 Bolton-West Ham 0-0 Newcastle-Southampton 1-0 Stoke-Birmingham 0-1 Preston North End-Middlesbrough 0-2 Chelsea-Colchester 3-1 Aston Villa-Manchester City 1-1 Peter Crouch gjørdist stóra hetjan á Anfield, tá hann syrgdi fyri einsamalla málinum í fyrsta FA- Cup sigrinum hjá Liverpool á Manchester United í 85 ár Mynd: Reuters